Livar Nysted og hinir umborð á Artemis Investments, sum skulu rógva tvørtur um Atlantshav, siga frá, at teir hava sterkan mótvind, men kortini góða framdrift.
Teir siga, at tað er sera heitt umborð, og at teir brúka nógv sólkrem.
- Undarligt, tí vit høvdu roknað við at verið vátir og kaldir. Men tað bleiv ikki í dag. Tað gongur væl at koma í »tveir tímar rógva og tveir tímar sova rytmuna«. Og vit gera rímuliga góða framgongd, hóast vit hava sterkan mótvind. Alt annað gongur fínt, vit hava sæð nógvar fiskibátar og eina rúgvu av djóralívið, enntá eina vitjan frá einum hvítum hávi. Tíbetur var hann sera ungur, skriva teir av bátinum.
Seinastu boðini frá Artemis Investments vóru, at teir høvdu sterkan mótvind, men megnaðu at fáa rímuliga góða framdrif. Komandi daganir fer vindurin - sambært forsøgnum - at venda til teirra fyrimun.