Sum heild eru føroysku fótbóltsáskoðararnir á Tórsvølli nøgdir, men okkurt kann gerast betri. Tað er úrslitið av stórari spurnakanning, sum bleiv gjørt í fjør.
Hesum boðar Fótbóltssambandið frá á heimasíðuni.
Til dystirnar ímóti Kasakstan og Eysturríki skipaði FSF fyri spurnakanning millum áskoðararnar. Kanningin snúði seg serliga um umstøðurnar kring vøllin, tá føroyska A-landsliðið við monnum spælir dystir á heimavølli.
- Sum heild eydnaðist kanningin væl, og vit eru sera væl nøgdir við svarini, ið komu inn. At gera sovorðnar kanningar er altíð áhugavert, og serliga til landsdystir í Føroyum, sum næstan altíð savnar nógv fólk, sigur Heri á Rógvi, stjóri í greiningarfyritøkuni Lóður, ið stóð fyri spurnakanningini.
Til dystin ímóti Kasakstan svaraðu 148 av teimum 430 áskoðarunum (34%), ið fingu eitt spurnarblað. tað svarar til 34 prosent. Til dystin ímóti Eysturríki nýttu 197 av teimum 547 áskoðarunum, tað vil siga 36 prosent, møguleikan at svara spurnablaðnum.
Í Fótbóltssambandi Føroya eru tey nøgd við spurnakanningina og vóna, at úrslitið av kanningini fer at síggjast aftur í komandi landsdystum.
- Fyri Fótbóltssamband Føroya er tað sera týdningarmikið, at áskoðararnir fáa eitt gott upplivilsi, tá teir eru til landsdyst í Føroyum, og spurnakanningin vísti, at sum heild eru føroysku áskoðararnir nøgdir. Kortini er okkurt, ið kann gerast betri, og tað kemur vónandi í rættlag í komandi dystum, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari í FSF.