Ásmundur gár eftir bunkanum fram

»Leikum fagurt«, sum kom í 1963, men er skrivað nógv fyrr, er ein satirisk lýsing av tí politiska lívinum í Føroyum í miðjum 30unum. Haraftrat sigur hon frá kærleikssøguni millum tann veika læraraskúlanæmingin Tórmann og ta sterku seymikonuna Elsbu. Jógvan Isaksen skrivar um skaldsøguna »Leikum fagurt« eftir Heðin Brú

Jógvan Isaksen


Tann ráðandi søgugongdin er um Íhaldsflokkinum, sum er ein sambandsflokkur, og Framtaksflokkinum, sum er ein sjálvstýrisflokkur, og hvussu hesir flokkar, næstan sum av gomlum vana, klandrast og leypa á hvønn annan í bløðunum Dagens Emne og Bergmál. Alt samalt rættiliga meinaleyst og stór orð. Tað vandamikla kemur ikki upp í politikkin fyrr enn reiðarin og keypmaðurin Bakka-Hanus fær eina opinbering frá Gudi. Hann skal stovna ein trúnaðarflokk, sum skal bjarga Føroyum og sjálvandi serstakliga handlinum hjá Bakka-Hanusi, sum er um at fara á heysin.

Søgan leggur fyri út á kvøldið heima hjá tí ógiftu seymikonuni Elsbu, sum dagin fyri hevur hildið 30 ára føðingardag. Vinkonurnar argaðu hana við, at hon fór í grøvina geldkokkur, og nú vendir hon sær til Gud: »-Tú skapti meg konufólk, gev mær mann«. Í somu løtu bóltar ein deyðadrukkin ungur maður inn ígjøgnum dyrnar, og tað lukkast Elsbu at fáa hann at liggja nátt. Áðrenn hevur hon gjørt sær sínar tankar:

»Hevur hann gentu ella konu, sum ansar ikki betur eftir honum enn so, at hann kemur bóltandi inn til mín á náttartíð soleiðis skaftur, so hava tær ikki betur uppiborið enn at missa hann. Og hvørjar áneyðir havi eg at hugsa um hinar? Nær hevur nakað konufólk havt seg til viks fyri mína skuld? Aldri!«.

Eitt sindur seinni er niðurstøðan tann sama: »Hon skuldi hava hann, magnaði hon tað, og troðka aðrar burtur, galt tað um«.

Í bardaganum at fáa mann, er tað the survival of the fittest sum er galdandi. Ein orsøkin til, at Elsba er so út um alt mark altrá eftir at fáa mann, kemur fram í einum afturlítandi broti. Bæði foreldur og systkin eru deyð, og ein mammusystir hevur álagt Elsbu at føra slektina víðari.

Tann ungi maðurin eitur Tórmaður og gongur á læraraskúla. Hann hevur sama kvøldið verið flaggberi í einari tjóðskaparligari skrúðgongu, har tað var ríviligt av bæði brennivíni og stórum orðum. Eftir tann óvæntaða fundin við Elsbu kemur hann til hús, stutt fyri at hann skal í skúla, men orkar ikki at gera skúlating:

»Hvat rakar tríatiárakríggið eisini føroyingar. Skal tann ungi føroyingurin sita heima og lesa um tríatiárakríggið í staðin fyri at ganga skrúðgongu við merkinum á odda?«

Vørrurin hjá Tórmanni er ein mynd av tjóðskaparkenslu, tá ið hon er lítið annað enn innantómt gabb og reyp, og hesum slagnum er tað ovmikið av í »Leikum fagurt«. At Tórmaður brúkar tríatiárakríggið sum dømi um, hvussu lítið heimssøgan hevur at týða fyri Føroyar, hongur ivaleyst uppi í vitjanini heima hjá Elsbu. Tað er júst úr tríatiárakrígnum hjá henni, at Tórmaður kemur aftur, og tað er væl hugsandi, at høvundurin við hesum samanburði vil vísa, at eins og Elsba ikki er uttan týdning fyri Tórmann, so hevur tað, sum fer fram úti í heiminum, týdning fyri Føroyar. Seinni í skaldsøguni verður áherðsla løgd á nettupp hetta sjónarmið.


Eljustríð

Í skúlanum rúka Tórmaður og roknilærarin Árantsen saman, og Tórmaður verður burturvístur, inntil lærararáðið hevur viðgjørt málið. Blaðið Bergmál ger nógv burtur úr hendingini, og tað øsir í sínum lagi Árantsen somikið, at hann noktar at taka ímóti eini umbering frá Tórmanni, men krevur, at hann verður koyrdur úr skúlanum med alla. Betur gongur tað Tórmanni við Elsbu. Hann minnist ikki rættiliga, hvussu hon sær út, men fyrst ið hann sær hana aftur, er hann fokin: »Hann verður burtur í henni beinan vegin«. Hendingarnar á læraraskúlanum rína ikki við Elsbu, fyri henni eru tær munaleysar og einkisigandi: »Hon er sjálvt lívið, sum fossar fram, búgvið at bróta sær slóð, skola allar meinbogar burtur, floymir við ovurstórari megi og er ikki til at støðga«.

Lærarafundurin um framtíðina hjá Tórmanni gerst ein samanbrestur millum íhaldsmannin Árantsen og framtaksmannin Olgar Mørska. Hóast høvundurin í heilum ger gjøldur við tjóðskaparmonnunum og mátanum, teir vísa teirra tjóðskaparkenslu, so er eingin ivi um, at honum dámar betur Olgar Mørska enn Árantsen. Longu í lýsingini av útsjóndini hjá teimum báðum, fær hann lesaran í part við Olgar Mørska:

»Hetta [Árantsen] er ein lítil bleikur maður við rakdropa í nøsini, klæntrasligur og loftskotin. Næsti talari er Olgar Mørski, ein reyðhærdur, reystmæltur risi. Hann leggur sínar øgiligu, lodnu hendur flatar niður á borðið framman fyri sær...«

Tá ið mótstøðumenninir báðir í illsinni eru rýmdir av fundi samtykkja hinir lærararnir einmælt, at Tórmaður kann koma aftur í skúla. Fleiri vilja vera við, at Árantsen og Olgar Mørski bóru seg ljótt at, meðan onkur heldur, at orðaskiftið var kveikjandi:

»Og gleimin millum teir báðar helt eg vera stuttligan. Hann var so várligur og svalur, ikki hetta innibyrgda, kleimna, sum vanliga er yvir okkum. Teir søgdu nógv av tí, sum fólk í Føroyum hevur innanfyri, men sum vit eru ov rødd ella ov erbar at siga, sum vit bert teska í krókunum. Teir himpraðust ikki, ballaðu einki uttanum. Jú, hetta var frískligt at hoyra.«

Hetta er ikki ólíkt tí, sum tey ungu í »Feðgum á ferð« bera fram, og seinni í »Leikum fagurt« gerst tað meinlíkt: »Hitt gamla, at sita í roykholuni og gnaga turran seið og biðja Jesus hava lov, nei, lat okkum sleppa av við tað«.


Høvuðkambar

Blaðstjórin á Bergmáli, harra Punthavn, er ein stívrendur romantikari, hvørs lívsgerningur er blaðið. Fyri hann hava symbolini alt at siga, meðan tann búskaparligi parturin má sæta sær:

»Í Føroyum skulu Føroyingar ráða. Tað er okkara mið og mál. Alt hitt, tað fíggjarliga, tað, vit skulu bíta og brenna, hevur einki at týða. Tað kemur alt av sær sjálvum, tá ið vit eru komnir á mál. Fyrst drepa grindina og síðani býta hana.«

Tann ítøkiligi veruleikin hevur lítið at siga fyri harra Punthavn, tann rætti veruleikin er framtíðardreymirnir. Sum frá líðir møðast fleiri av framtaksfólkunum av tí tjóðskaparromantiska orðaskvaldrinum og halda, at blaðið í staðin átti at tikist við veruligar samfelagsspurningar, sum trupulleikan at útvega tí vanliga manninum eina inntøka, hann kann liva av.

Olgar Mørski ávarar Tórmann, at ansa teir ikki eftir, so fer Punthavn at oyðileggja teimum Framtaksflokkin, tí alt »verður til møsn og fjákalótir undir hansara hond«.

Mótsetningurin hjá Punthavn, blaðstjórin á Dagens Emne, Albert Buck, stendur sum kánus, tí at skúlastjórin ikki vil skriva undir eitt mótmæli ímóti Bergmál. Skúlastjórin, tann sáttligi og hóvligi, vil ikki døma harra Punthavn, tí hann í mangar mátar bara er eitt óbúgvið neyðardýr. Albert Buck følir, at hann hevur mist ættarsansin:

»Øll hesi nógvu ár, hann hevði livað, hevði hann í frið og náðum havt bert tvær gongur á sínum andaliga haga, og í hesum báðum vóru øll menniskjuni. Í aðrari tey ringu, avlagaðu, tey, sum vóru í parti við harra Punthavn og styðjaðu blað hansara Bergmál. Í hinari tey skilagóðu, rættsiktaðu, tey sum skuldu redda mannaættina, øll hesi, sum hildu seg til hansara og styðjaðu blaðið Dagens Emne«.

Albert Buck gerst so í ørviti av tí, skúlastjórin hevur sagt, at hann melur í klingur mitt á Niels Finsensgøtu.


Mefistofeles

Árantsen lærari og Buck blaðstjóri verða eftir ein rumblutan fólkafund bodnir á skrivstovuna hjá Lister & Co til sjussar og sigarir. Tað er fulltrúin hjá Bakka-Hanusi, Bjarni Berg, sum bjóðar, og hann nýtir høvi at greiða frá síni politisku filosofi:

»Vit handilsmenn taka tað heilt øðrvísi. Vit taka menniskjuni og hendingarnar, sum tónaskaldið tónarnar, vit samskipa alt í eitt samljóð, ein lívssymfoni. Vinur, fíggindi, samarbeiðsmaður, mótstøðumaður, valafólk og vesælingur, alt er hetta bert tangentar á tí stóru urguni, vit spæla lívssymfoniina á. Tað er kunsturin hjá tí einsæra, at nýta tangentarnar so, at tað rætta samljóðið kemur burturúr, so tú fremur tín vilja, tína skapandi trá. Tað eru hesi ?tónaskaldini?, ið skulu byggja landið upp.«

Hetta, Bjarni Berg sigur, er yvirmenniskjafilosofi í haminum á nútímans kapitalismu. Hann kennir seg hátt hevjaðan yvir allar politiskar ideologiir, tær verða aldrin annað enn amboð í bardaganum hjá honum at fáa hendur á meira peningi, meira makt. Tað lukkast tí snúðiga og hála Bjarna Berg at lumpa tað, hann vil vita um Íhaldsflokkin, burtur úr Árantasen. Og alt verður skrivað niður. Allar hansara gerðir hava eitt ávíst endamál, eisini innbjóðingin til ein sjuss.

Í endanum á skaldsøguni fær lesarin at vita, at Bjarni Berg savnar saman upplýsingar um fólk, og hann verður ein hóttandi modernaður persónur við meira enn einum farra av fascismu.

Bakka-Hanus følir seg kallaðan at stovna nýggjan flokk, sum fyrst og fremst skal stuðla vinnulívinum við at gera banka. Men striltið gongur, og rokningarnar til Lister & Co blíva alt meiri hóttandi. Tann Mefistofeles-líki Bjarni Berg skjýtur tá upp, at teir skulu falsa roknskapin. Bakka-Hanus mutar ímóti og sigur, at tað er ólógligt, men Mefistofelses veit ráð:

»Men minnist til, at Gud stendur yvir lógini. Várharra kann væl, tá ið tað er hansara vilji, nýta sínar tænarar til at forða illum kreftum í at fremja sín óndskap til skaða fyri sakleys menniskjur - eisini tá ið tær borgarligu lógirnar verða brotnar.«

Somu nátt samtalar Bakka-Hanus við Gud sum góðkennir fíggjarsvik og lovar at vera við honum í tí politiska starvinum.

Hóast trúnaðarflokkurin, sum nevnir seg Nýggiflokkur, hóttir við himmali og helviti, um fólk ikki atkvøða fyri flokkinum, so gongst ikki væl til valið. Men Bjarni Berg veit ráð: »Vit skulu verða nationalir«. Tríeindin kapitalur, religión og tjóðskaparkensla má føra til sigur.


Ástarsøgan

Kærleikssøgan millum Elsbu og Tórmann hvørvur so líðandi í tí politiska spælinum. Í tí fyrsta triðinginum av skaldsøguni er hon ein fastur táttur í søgugongdini, meðan hon í restini av bókini bara kemur fyri sum tvey at kalla sjálvstøðug kapittul, IX og XII. Tórmaður er ógvuliga knýttur at mammuni, og tá ið hann og Elsba kasta saman, følir hann, at hann svíkur mammuna, at hon og gentan draga hvør sína línu: »Tvær kvinnur togast um hann: Móðirin við sínum siðaarvi, sum hann hevur innsogið og er vorðin ein partur av honum sjálvum, stendur ímóti, ein tungur sorgblíður bardagi. Men Elsba vinnur, tann trygga sterka Elsba«. Tórmaður er tann ivasami, sum ikki lítur sær til at taka støðu, tí soleiðis er hann uppaldur. Fyrst hevur mamman staðið fyri øllum og nú Elsba.

Tað vísir seg skjótt, at kvinnurnar báðar draga somu línu, og at tær kenna samhug hvør við aðrari. Men nú skal Tórmaður standa ímóti tveimum sterkum kvinnum, og hann følir seg enn veikari og meira ivasaman enn áður. Elsba roynir at vissa hann um, at trupulleikarnir hjá honum hava einki upp á seg, men fyri Tórmann er tað lítil uggi í hesum. Hann vil vera við, at grundin til, at hann er so veikur, stavar frá uppvøkstrinum, har alt hevur verið eftir »tí atburði, sum var samtyktur av foreldrunum, slektini og teirra líkum«.

Í Havn livir Tórmaður í samsvari við ta nýggju tíðina, men hann hevur fingið eina uppfostran sum hoyrir tí undanfarna ættarliðnum til. Úrslitið er, at hann hevur ilt við at koma í samljóð við seg sjálvan, og skuldarkensla mótvegis móðurini ger í heilum vart við seg. Elsba er í stóran mun uppvaksin uttan foreldur, og hon er tí frí at liva og láta, sum hon følir er rætt. Tórmaður verður sleptur, har hann á tremur av iva spyr seg sjálvan, um hann aldrin verður maður at liva, sum hann er.


Humor

Skemtið í »Leikum fagurt« er í høvuðsheitum ein blandingur av satiru og spei. Tað er tí rættiliga øðrvísi enn í teimum undanfarnu bókunum hjá høvundanum. Í »Leikum fagurt« er tað eitt vápn vent ímóti einum máli uttan fyri skaldsøguna sjálva, og tað minnir tí eitt sindur um satiruna hjá Hans Scherfig. Tann margháttliga lýsingin av ymsum tilburðum skapar ein fráleika, sum loyvir høvundinum at viðgera viðurskiftir, sum samfelagið hevur trokað til viks og kávað útyvir.

Einastaðni letur høvundurin Tórmann royna seg sum fosturlandsskald: »Bleiktra fríða Føroya flagg - so er at finna rím til flagg - roynir nagg, vagg, agg - Jú, agg -: Ránsmenn bera til tín agg« o.s.fr. Sjálvsagt er lýsingin satirisk, men samstundis er hon ein góð mynd av fyribrigdum innan føroyska yrking.

Orð og gerðir fylgjast minni enn so altíð. Í fyrstani er Tórmaður á gosi av tjóðskaparkenslum, og hann vísir eina bløðru fram, hann hevur fingið av at bera flaggið í skrúðgongu: »Hygg, hetta fekk eg undir Føroya fólks merki. Hetta er tað fyrsta sár, eg havi í víggið fingið.«

Beinleiðis skemtiligar lýsingar eru eisini. Ein er myndin av blaðstjóranum á íhaldsblaðnum:

»Albert Buck er ein lítil gleivbeintur maður við ongum hárprikki á høvdinum, búkstórur og grábleikur, gongur altíð við ørmunum út frá sær, mest sum hann skuldi rikið eitthvørt framman fyri sær. Allir ættmenn hansara aftur gjøgnum tíðirnar høvdu verið seyðamenn, so hann hevði hetta rekingarlagið í kjøtið borið. Hann var blaðstjóri á blaðnum ?Dagens Emne?«.

Valdagin verður mangt roynt. Aftur fyri nakrar snapsir og hjálp við torvskurðinum fæst ein eldri maður at atkvøða fyri Framtaksflokkinum. Ein annar »keypti mammu síni, sum sat lamin við eldin, eitt hálvpund av fikum og gav henni, setti hana á eina hjólbøru og koyrdi hana oman.«

Eitt lítið hissini er, at hvørja ferð tjóðskaparmenninir skála fyri føðilandinum - og tað gera teir í heilum - verður danskur snapsur drukkin.


Skaldskapur og veruleiki

»Leikum fagurt« er í mangar mátar ein politisk lyklaskaldsøga, har tú kennir hendingar og fyribrigdir aftur úr veruleikanum, eisini ofta persónar, men eg dugi ikki at siga, um teir einstaku persónarnir í »Leikum fagurt« eru tiknir beinleiðis úr tí politiska lívinum í tretivuárunum. Íhaldsflokkurin er uttan iva Sambandsflokkurin, og Framtaksflokkurin er Sjálvstýrisflokkurin. Báðir flokkar mugu sigast at vera rættiliga væl raktir. Javnaðarflokkurin finst ikki í skaldsøguni, kanska er tað fyri at gera teir politisku mótsetningarnar einfaldari, ella kanska er tað, tí skeggið stendur so nær høkuni. Heðin Brú var jú javnaðarmaður.

Tann mest áhugaverdi flokkurin er Nýggiflokkur, ið er ein svíðandi lýsing av Vinnuflokkinum, sum kom á ting við tveimum monnum í 1936. Bakka-Hanus kemur eisini inn við tveimum monnum. Tey seinastu orðini í skaldsøguni, »Vit skulu verða nationalir«, uppskriftin upp á framgongd, vístu seg at passa. Vinnuflokkurin, sum broytti navn til Fólkaflokkurin, fór úr tveimum monnum upp í seks mans við valið í 1940.

Giliadsfólkini, ið stuðla Nýggjaflokki, eru einahelst Brøðrasamkoman. Bløðini Dagens Emne og Bergmál eru ivaleyst Dimmalætting og Tingakrossur.


Ósámulig

Í Varðanum nr. 23, 1944 stendur stuttsøgan »Á náttartíð«, sum seinni - við smáum broytingum - gjørdist fyrsta kapittul í »Leikum fagurt«. Tað stóðst ein lítið kjak burtur úr hesi søgu, og Heðin Brú varð ákærdur fyri at vera ósømiligur. Í Føroya-Socialdemokrati 8. mai sama ár vilja Heðin Brú og William Heinesen vera við, at teir hava fingið eina søgu sendandi, sum skal vera fyridømi fyri sámuligari skriving. Søgan er - við nútímans málburði - ein political correct umskriving av »Á náttartíð«.

Her situr Klára Sigmundardóttir og broderar, tá ið tann blanka edrúi Hjørleivur Fríðberg kemur á gátt. Hann sigur seg ikki hava fingið bløðru av at bera tað poleraðu flaggstongina, men at ein javnaðarmaður hevur bitið hann í fingurin. Síðani samtala tey høviskliga inntil Hjørleivur sigur seg elska Kláru:

»Tá smíltist hon kaldliga og segði: »Puff! - Ja, so fati eg hvussu vorðið er. Mestur hava tygum sjálvur bitið tygum í fingurin til hjáputur fyri at koma inn higar í kvøld, tá ið tygum vistu, at eg var einsamøll. Valla eru tygum tann sámuligi drongurin, sum tygum látast at vera, og harmuligt tykist tað mær, at sovorðnir konufólkarevar skulu vera í fólkaflokkinum. Ikki skuldi tað undra meg um tygum sjálvur vóru javnaðarmaður«!

Og so verður Hjørleivur koyrdur á dyr, tí hvør vil hava ein javnaðarmann á gátt?


Í hálvum gekki

»Leikum fagurt« er rættiliga annarleiðis enn hinar skaldsøgurnar hjá Heðini Brú, bæði tí hon fer fram í Havnini og ikki úti á bygd, og tí tað eru so nógv fólkanøvn, sum eru við til at skapa eina kenslu av kaleidoskopiskum vavgreyti. Haraftrat er hon lyklaskaldsøga, sum fer fram heilt fá ár undan, hon er skrivað. Tað gav eisini at bíta. Ætlanin var, at hon skuldi hava eitt framhald, men tá ið vinmenn hjá høvundinum lósu handritið, fráráddu teir honum at gera meira við hetta viðkvæma og eldfima evni.