Forsetin í Sýrialandi, Bashar al-Assad, sigur nú, at tjóðartingsval verður í landinum tann 7. mai.
Í februar bleiv ein nýggj stýrisskipan góðkend á fólkaatkvøðu, og eftir henni kunnu fleiri flokkar stilla upp. Men andstøðan viðurkennir ikki ta nýggju stýrisskipanina, og andstøðan heldur uppá, at lyftini um nýskipanir eru bara tóm orð.
Fyrrverandi ST-aðalskrivarin Kofi Annan, sum roynir semju í Sýrialandi vegna ST og Arabisku Samgonguna, sigur, at hann bíðar eftir at frætta úr Damaskus í dag.
-Eg havi latið teimum fleiri beinleiðis uppskot, og nú bíði eg eftir at frætta, sigur Annan, sum er í turkiska høvuðsstaðnum Ankara, har hann tosar við sýrisku andstøðuna.