At drotningin hevur lagt av kann geva íblástur

Tað hevur verið vanlig sjón at síggja Margretu drotning við eini sigarett í hondini. Men síðani februar hevur drotningin ikki roykt.

 

At Margreta drotning leggur av at roykja kann vera íblástur fyri aðrar roykjarar. - Foto: Jørgen Jessen/Ritzau Scanpix

Og tað kann geva øðrum íblástur. Tí eins og royking smittar illa, kann tað eisini spreiðast sum ringar í vatninum at onkur leggur av.

Tað sigur Charlotta Pisinger, sum er professari í tubbaksfyribyrging á Københavns Universitet.

– Drotningin hevur roykt nógvar og ógvuliga sterkar sigarettir í langa tíð. Tað er helst onkur, sum hugsar, at um hon kann gevast, so kann eg eisini, sigur hon.

Samskiftisstjórin í kongshúsinum, Lene Balleby, váttaði í gjár fyri B.T., at drotningin hevur ikki roykt síðani hon var løgd undir skurð í februar.

83 ára gamla drotningin hevur annars roykt, síðani hon var 17 ár.

 

At Margreta drotning leggur av at roykja kann vera íblástur fyri aðrar roykjarar. - Foto: Jørgen Jessen/Ritzau Scanpix