At finnast at samleika turkana

”Hvussu skuldi eg skriva um hesi fólk, ið halda at turkar, mótvegis øðrum serliga vesturlenskum grannum, eru eitt serliga hjartagott fólk, ið ikki kunnu fremja fólkamorð, meðan nationalistiskir bólkar senda mær deyðshóttanir. Hvør er logikkurin handan ein stat, ið gremur seg um, at fíggindar siga frá følskum vitnisburði um osmannisku fortíðina, meðan sami staturin ákærir, forfylgir og fongslar ein rithøvunda fyri og annan eftir, og á henda hátt spjaða hesi tankan um Ræðuliga Turkan, um allan heimin”.
Orhan Pamuk til The New Yorker, 2005.

???????????????

Kim Simonsen

Hann varð ákærdur fyri at gera seg inná turkiska samleikan, men ærukæru turkisku mynduleikarnir vildu ikki sleppa ákærunum, sjálvt eftir at hesi vóru fyri harðligum altjóða trýsti. Hesi avgjørdu at ákærunar móti Pamuk skuldu fella burtur, nú vegna ymisk lógartøknibrek, heldur enn at viðganga, at tað serliga var trýstið frá ES, ið gjørdi útslagið.
Ein lógarparagraffur kallaður 301, sigur, at: ”Offentlig fornedrelse af tyrkiskhed, af Republikken eller af Den Store Tyrkiske Nationalforsamling straffes med fængsel imellem seks måneder og tre år” (Kelda Politiken). ??Tað er ikki stjórnin, ið stendur aftanfyri meginpartin av hesum ákærunum, men 60 av hesum eru settar fram av nationalistum og konservativum feløgum sum Turkish Union of Lawyers.
Pamuk er kendur fyri bardagan móti turkiskari islamismu, nationalismu og søguligu tøgnini um at turkar framdu fólkadráp móti armenarunum og kurdarnar.
Hann hevur fyrr barst fyri at hjálpt Rushdie tá hann fekk eina fatwa mót sær frá irakska prestastyrinum.
Tað er sera dapurt, at ein sum Pamuk skal verða so viðfarin, tí eingin hevur sum hann boð uppá, hvat turkar skulu gera fyri at bøta um teirra samleika. Hann byrjar sum allir veruligir tjóðarbyggjarar við at finnast at, men hetta er sjálvandi ikki so væl dámt, tí nationalistar og tey sum á valdinum sita kenna seg hóttan.
Ein vaksandi gjógv

Eitt tema sum Pamuk eisini arbeiðir við er útlegd, serliga í bókini ”Sne”. Í dag er veruleikin mangan tann, at heimvendir útisetar helst ongantíð heilt kunnu venda heimaftur, tí teir eru oftast broyttir, hetta er tað sum hendir við høvuðspersóninum í ”Sne”. Pamuk hevur persónliga fleiri ferð búð í útlegd, bæði sum lesandi í USA og seinni tá hann ikki kundi búgva í Turkalandi, tí hann varð hóttur.
.
Misti heimstaðurin sæst á ein hátt betri í útlegdarfrástøðu. Myndin við fiskinum, sum á sjónum ongantíð hugsaði um vatn, og seinni tá hann kom uppá land, gjørdist trásettur av vatni, er góð. Tað er tó ein stórur munur á orsøkum til útlegdina ella eksilið, ið hevur týdning fyri upplivingina. Tað er ikki so greitt, hvat vit tosa um, tá vit nevna orð sum »útlegd«.

Høvundin Orhan Pamuk er so illa dámdur í Turkalandi, at ein kanning vísti, at hann hevði fýra ferð so nógv mótstøðufólk enn viðhaldsfólk.

Nú er tey so stolt av honum í Turkalandi. Hann er hin fyrsti turkin at fáa hesa virðisløn nakrantíð. Uttanríkismálaráðharrin Abdullah Gül segði herfyri, at tað er ein stór gleði, at ein turkiskur høvundi fær slíka virðisløn sum hesa.