At kenna sannleikan

Tann í Føroyum so væl dámdi leikstjórin Nils Malmros er aftur at finna í Føroyum við einum filmi. Hesaferð er hann ikki her, men filmurin "At kende sandheden" hjá honum verður so vístur í Havnar Bio.

Talan er um filmin At kende sandheden. Filmurin er ikki heilt nýggjur, men hetta ger kortini minni.
Filmurin snýr seg serliga um pápa Nils Malmros, Richard Malmros. Vit fylgja honum í fleiri pørtum av hansara lívi, men tað er serliga tíðarskeiðið sum neurokirurgir og yvirlækni á Århus Kommune Hospital, sum hann er vorðin víðagitin fyri.
Og reyði tráðurin í filminum snýr seg um eftirkanningar av arbeiðinum hjá honum í fjørutunum ? við radioaktivum evni til røntgenmyndir.
Hetta endar við einum rættarmáli, tá tað vísir seg, at fleiri sjúklingar hava fingið krabbamein seinni í lívinum.
Sum útgangspunkt er tað hetta, filmurin snýr seg um.

Men filmurin er so nógv meira. Filmurin hevur nógv løg, sum fylgir tær langt eftir, at tú hevur reist teg úr reyða stólinum.
Filmurin fylgir, hvussu ein serstøk menniskja lagna flættast inn við aðar. Filmurin er fiktión, men byggir á ávísar veruligar hendingar.
Og tey, ið dáma filmarnar hjá Nils Malmros ella góðar filmar yvirhøvur, kunnu trygt fara til hendan filmin.

Høvuðspersónurin Richard Malmros er ein genialur kirurgur, men ein ikki serliga góður pápi. Hann stríðist alt, hann eigur, fyri sínar sjúklingar, men stongir samstundis seg sjálvan alsamt meira inni frá umheiminum og gerst torførur at hava við at gera.

Stílurin er ótrúliga greiður uttan at gera ov nógv burturúr. Allur filmurin er í svørtum og hvítum, men litirnir mangla ikki. Søgan litar filmin frálíka væl.

Ì sínum stíli fær filmurin eisini eitt filosofiskt eyðkenni. Hann viðger grundleggjandi tilveru spurningar. Tí hvør vil ikki kenna sannleikan? Hvat er sannleikin?
Filmurin hyggur kritiskt eftir bæði fjølmiðlum og læknum, sum hvør í sínum lagi ikki kenna allan sannleikan.

At gera ein film um pápa sín er eisini rættiliga sermerkt. Hetta ger seg eisini galdandi í hesum filminum. Hvussu Nils Malmros upplivir pápa sína eiga vit mest at síggja við at leggja hendingarnar í filminum saman, men hetta er heldur ikki so lætt.
Teirra samband er tað mest undarliga av øllum í filminum. Og tað bara sum um, at tað vantar okkurt ? vit mangla at kenna sannleikan.
Tað verður givin ein biti her og ein har, men samlaða myndir um teir báðar fæst ikki rættiliga upp á pláss.
Hetta er kortini ikki nakað, sum eigur at halda nøkrum afturi. Filmurin er frálíkur við einum góðum stíli, góða sjónleikarum og tematiseringum og abstratiónum, sum veruliga skara framúr.

Í eina tíð, har filmsmentan er amerikanskt Hollywood svans er tað svalandi og kveikjandi at síggja ein tílíkan film.
Danska filmslistin er á høgum støði. Og tað er stórt spell, at summi ikki kenna annað til danska mentan enn tílíkt humbuk sum Nick og Jay, ella hvat teir nú einaferð eita.
Havnar Bio eigur rós uppiborið fyri at seta hendan filmin á skránna, tí skapar ikki júst bíðirøðir við lúkuna.
Vit vóru bara nøkur heilt fá í salinum, og hetta er lítið annað enn stórt spell tí dygdirnar í hesum filminum eru so serstaka og sterkar.

Fyrst og fremst skal hesin filmurin síggjast, tí hann er knasandi góður. Talan er um reina filmslist. Lívið kann í stóran mun vera ein leitan eftir sannleikanum, og boðskapurin í hesum filminum er, at helst eingin veruliga veit, hvør sannleikin er. At kende sandheden kemur tær nógv meira enn filmar flest.

Fakta um At kende sandheden

leikarar: Jens Albinus, Lise Stegger, Birthe Neuman, Ida Dwinger o.o

longd: 100 min

stað: havnar bio, um tú ert 12 ár ella eldri


Heri á Rógvi