Veggir vóru tiknir niður, fyri at fáa pláss fyri øllum, ið vildu koma til frumsýningina av The Wall. Tala var um fólk í øllum aldrum, hóast tað sá út sum, at tað serliga vóru tey um 40 ára aldur, sum veruliga kendu nakað til tónleikin.
Summi høvdu sera torført at við at vera sitandi á stóli sínum, tí fólk vildu helst staðið uppi og rópt og dansað, men hetta kann ongantíð vera nakað neiligt.
Onki prát
Frá tí, at framførslan byrjaði vóru sera fá orð mælt millum fólkini. Sjálvt pørini, sum høvdu ov mikið at tosa um, tá tey komu inn, blivu púra kúrr.
Einasta ljóðið, ið ikki kom av pallinum vóru lógvabrestirnir, hvørja ferð tónleikurin steðgaði. Og meðan tónleikurin var, so vóru nøkur sum sungu í sangunum, ið komu út á fyrsta sinni í 1979.
Fyrri hálvleikur
Framførslan var skipað við einum steðgi, og tað einasta mann hoyrdi fólk fýlast eitt sindur á, tá komi var hálva leið, var, at kanska var ljóðið ikki nóg hart frá.
Hinvegin vóru eisini nógv fólk, sum fyrr hava verið til konsertir hjá Pink Floyd, sum enntá hildu hetta vera ein sterkari uppliving enn tað veruliga.
Í fyrru helvt á framførsluni var Another Brick in the Wall við. Hetta er lagið, sum øll kenna, og tá var tað, at øll gjørdu sær stóran ómak at rópa við.
Áðrenn nakar visti av, stóðu eisini næmingarnir úr kommunuskúlanum uppi á pallinum. Tey gjørdu sær ómak, at vera eitt sterkt rópikór, sum ikki vil hava nakra uppaling.
Seinni hálvleikur
Tá fólk komu innaftur frá steðginum, byrjaði tað rímiliga friðarligt. Fólk komu innaftur í einsemi, og tað var skjótt, at tónleikurin aftur hevði fangað allar áhoyrararnar.
Seinni varð lagið Confortably Numb spælt. Tá var tað, at tey fáu, sum kanska ikki alla tíðina høvdu verið hugtikin veruliga blivu fangaði.
Nú var onki mark fyri, hvussu hart ljóðið var, og hetta sá út til at virka heilt væl, tí tá liðugt var at spæla, mundu lógvabrestirnir ikki fingið nakran enda.
Tá framførslan var liðug var sera gott lag á fólki, og tað skilst, at hetta var ein framførsla, sum veruliga nýtir tað mesta av góðu umstøðunum í Norðurlandahúsinum.