At síggja og verða sæddur

Tvøroyrar Kommuna er við á Fish Fair og metir tiltakið vera so stórt og seriøst, at hetta er komið fyri at verða. Tí er umráðandi at vera við og at síggja hvat onnur takast við og at verða sæddur

Tvøroyrar Kommuna hevur í ár gjørt av at taka lut í Fish Fair. Fyritøkan er saman við fleiri at finna á einum bási. Tey, ið hava henda felags bás eru; Seta P/F, Kunningarstovan á Tvøroyri, Rock SP/F, Suðuroyar Fiskakeyp, Delta Seafood P/F, Sirri SP/F, Trolvirkið Bergið SP/F, Auxilior Technology P/F, Tvøroyrar havn, Landingarmiðstøðin á Tvøroyri og so Tvøroyrar Kommuna.
Síggja og síggjast
- Neyðugt er at vísa fram, tað ein hevur at bjóða. Vit vóna at fáa sambond og ein má vera við fyri at hitta onnur. Tað eru líkasum tvær síður við hesum; Ein kemur út um sítt vanliga øki og sær hvat gongur fyri seg aðrastaðni. Tað ræður um at síggja og verða sæddur. Og so er tað eisini umráðandi at knýta sambond, sigur Chris Jan Michelsen úr havnarnevndini.
Mett verður eisini á Tvøroyri, at Fish Fair stevnan er so stór og seriøs nú, at hon er komin fyri at verða og er og verður tað, ið fólk tosa um. Tí er týðandi at vera við.
Nógv at bjóða
Mett verður, at t.d. havnaviðurskiftini eru góð á Tvøroyri og at havnin hevur nógv at bjóða.Soleiðis lýsir kommunan sjálv viðurskiftini:
Tvøroyrar havn liggur inni á Trongisvágsfirði.
Á norðara armi er fiskivinnuhavnin. Her verða um 10.000 t av fiski løgd upp á land. Alt, ið skal til fyri at tryggja at fiskurin kemur væl haggreiddur fram til keypara antin sum liðug vøra ella ráfiskur, eru á einum stað. Fyrst av øllum landingarmiðstøðin ið við sínari nýmótans skiljilinju gongur ynski keyparanna á møti við vekt og stødd. Harumframt pakkar hon eisini fisk til framleiðslu aðrastaðni. Síðan er at nevna tvey virkir:United Seafood, ið framleiðir frystar fiskavørur og Delta Seafood, ið mest leggur seg eftir saltfiskaframleiðslu. Bæði virkini eru nútímansgjørd fyri fáum àrum síð-ani.
Fiskaríhavnin hýsir sín heimaflota, ið telur bæði djúpvatnstrolarar, línubátar, garnabátar og útróðrarbát-ar, umframt at skip koma aðrastaðni frá at landa. Eisini beinleiðis farma-leiðin úr Hirtshals og (umvegis Tórshavn) til Hirtshals heldur til her. Øll avskiping kann fara fram eitt hanagleiv frá virkjunum.
Samlaða atløgusíðan við 7 m dýpi er 300 m Harumframt aðrir 200 m við 4-7 m dýpi
Á sunnara armi er fyrst samferðsluhavnin, ið hevur tvær fráferðir til og úr Tórshavn dagliga. Síðan er tað havnalagið á Drelnesi, ið hevur tvær atløgusíður. Oljubryggjan strekkir 89 m og gamla ferjulegan er 84 m long. Báðar við 7 m dýpi.
Havnalagið á Drelnesi hevur seinastu tíðina verið brúkt av russiska flotanum til umskiping. Annars er 50.000 fermetrar stórt øki tókt her til ymisk endamál. Harav er helvtin planerað. Havnafútarnir hjá Tvøroyrar havn hava skipaði vaktarviðurskifti, loðstænasta og sleipibátur verða útvegaður eftir umbøn. Havnaløgini ganga nýggjasti ISPS krøvunum á møti.