At skriva føroyskt (endað)

   

Ólavur Hátún
??????????????

Í hesari skriving hevur tað verið ein aðaltáttur, at fólksins talaða mál eigur at fáa meira ljóð og ræsur í tí skrivaða. Hinvegin er greitt, at tað ikki minni er tann umhugsaða og viðgjørda skrivaða orðingin, sum tambar og mýkir orðsins møguleikar til tey neyvu og listarliga ríkandi avrikini, sum so aftur geva endurljóð bæði í munnligum og skrivligum samskifti. Tí er tað so umráðandi, at stavsetingin gerst eitt smidligt og vælvirkandi amboð og ikki ein forðing.


Skriftmálið ger seg inn á talaða málið.
Men allar royndir vísa júst á, at tað er ikki møguligt hjá fjøldini av Føroya fólki at læra at skriva sítt móðurmál til lítar, tí skriftmálið er ikki nóg sambæriligt við tað livandi málið. Hetta ósamsvar gevur seg eisini til kennar í framburðinum, tá fólk upp úr bók ella handriti lesa so mangan stavin, sum ikki longur er hevur ljóðliga heimild í okkara máli.
Vit kunnu taka onkur hissini dømir og leggja fyri við okkara tjóðar- og tjóðskaparheitum. Lesa vit í Føringatíðindi, sum var mesti lesnaðurin á móðurmálinum um næstseinasta aldarskifti, so búðu tá føringar í Førjum/Førjun og talaðu føriskt. Men við Fuglaframa (alt gott annars um hann at siga)) varð lagt á annan bógv. Nú skuldi land okkara eita Før-oy-ar (svarandi til Færeyjar? - um oyggjamerkið endiliga skuldi á, mátti Føroyggjar svarandi til Norðoyggjar ligið nærri við), og her talaðu før-oy-ingar før-oy-skt. Ivaleyst eru tað fleiri, sum halda, at hetta stigið aftureftir var ein skrivligur prýðisvinningur; men mær skurrar tað í oyrunum, tá eitt nú útvarpsfólk lesa um tað, sum føroyskt er, ella tú hoyrir kvinnur og menn kvøða um tann føroyska dansin og syngja um "gamalt føroyskt grót", tí tað er ein avskeplan av tí natúrliga málinum. Sambera vit í hesum døminum við grannarnar fyri vestan, so eru teir ikki so puristiskir sum vit, tí hóast teir eru íslendingar, sum búgva í Íslandi, so tala og skriva teir íslenskt við ongum d.
Um oyggjaheitini Fugloy, Svínoy, Nólsoy, Sandoy og Suðuroy: Framburðurin er t.d. ikki, at fugl-oy-ingar búgva í Fugloy, men at fuglingar búgva í Fugli - teir fiska ikki á Fugl-oyar-banka, men á Fugliabanka -, sjálvur var eg svíningur, føddur í Svíni, nólsingar koma til Havnar úr Nólsi, og Smyril fer ikki til Suðuroyar, men til Suðriar, har sum suðringar búgva. Um fólk, sum búgva á Sandoynni havi eg fyrr bara hoyrt nevnið sandingar (ikki sandoyggjafólk), men heimasandsfólk um tey, sum búgva heimi á Sandi. Viðvíkjandi Borðoy, Eysturoy og eisini Sandoy kennst tað natúrligari at nýta bundna formin (á Borðoynni, í Eysturoynni og í/á Sandoynni), um eg so havi rætt í tí. Vit kunnu eisini taka Streymoynna við og nevna t.d., at valla nakar, sum er uppvaksin har, sigur seg búgva í Norðurstreymoy ella í Suðurstreymoy, men í Norðstreymi ella í Suðurstreymi.


Móðurmálið fylgir ikki altíð rættskrivingarreglum
Nú skulu vit ikki vaða ov langt út í hetta, men onkur útvarpsmaður roynir at fáa inn í talaða málið orðaljóðið Kollfjarða ..., Fuglfjarða ..., Oyndfjarða ... og Árnfjarða ... . Hetta er at gera seg inn á tað talaða málið, tí fólk um hesar leiðir siga ikki t.d. Kollfjarða ella Kollafjarðar Skúli, men Kollfara Skúli, Fuglfara Kirkja o.s.fr. Í hesum sambandi hetta aftrat: Vit í Norðstreymi (havi verið bæði kvívíkingur og vestmenningur og eitt skifti eisini víkarmaður) fóru ongantíð til Kollafjarðar, men til Kollafirðar, eystringar siga, at teir fara til Fuglafirðar ella Oyndarfirðar, og árnfirðingar fara til Árnafirðar. Fólk sunnan av landi, har ongar slíkar bygdir við fjarðanavni eru, hava hildið orðingina til Kollafjarðar o.s.fr. sambært mállæruna vera rættari; men vit eiga at virða tann veruleika, at okkara móðurmál ikki altíð gongur eftir rætt-skrivingarreglum. Ongin má koma og siga, at fólk í Kirkjubø ikki duga at benda bøur, bø, bøi, bíggjar, men kortini fara tey ikki heim til Kirkjubíggjar, men til Kirkjubøar, og har sunnanfyri hava bøfólk búð og ikki bíggjarfólk sum vesturi í Vágum.
Vit hava øll lært, at sterkt bend kvennkynsorð hava -ar sum hvørsfallsending, og at henda ending eisini er tann vanliga í sambindingum; men eg tori at halda uppá, at tað er at gera seg inn á tað natúrligu legu, som málið hevur funnið sær, at skriva t.d. mjólka-r-pakki ella, sum eg í áðni sambært regluna skrivaði: víka-r-maður, tí soleiðis eitur tað ikki á føriskum; tað eitur mjólkapakki og víkamaður. Somuleiðis er tað jú heldur ikki rætt, tá okkurt málvitið útvarpsfólk tosar um Klaksvíkarveg, tí vegurin eitur jú Klaksvíksvegur; eitt kór har norðuri æt Klaksvíkskórið, og kanska sungu tey okkurt, sum Kvívíksjógvan yrkti.
Eitt annað mál í hesum viðfangi: Tú hoyrir fólk syngja um stjørnu-r-nar, fugla-r-nar, blómu-r-nar o.s.fr., og hesin framburður er eisini vanligur at hoyra í upplestri. Men eins og okkara grannar fyri eystan siga og skriva t.d. bøker - bøkene, hester - hestene, haldi eg, at vit áttu at ásanna sama málsliga veruleika hjá okkum, at fleirtals -r-ið hvørvur í bundnum formi, soleiðis sum tú eisini sært tað í fyrrnevnda dømi úr skrivi hjá Hammershaimb frá 1845, har hann um sjódregil skrivar, at hann " bìjur útirórabåtanar lóva sär ví". Dømini um hetta sama fyribrigdið eru so mong bæði hjá Svabo, Nolsøe-feðgunum og hjá Jákupi Jakobsen; men burtursæð frá slíkum skrivligum váttanum, kunnu vit bara leggja oyra til fólksins munliga málburð og taka hann til eftirtektar í skriftini eisini í staðin fyri tað afturvendandi, at vit siga hetta , men skriva hatta.
Lættir okkara íslendskaða stavseting útlendinum vegin til føroyskt mál?
Í sínari grundgeving í Antologiini fyri at hava valt ta etymologisku, ta upprunafrøðiligu, stavsetingina fram um ta ljóðrøttu, ta fonetisku, førir Hammershaimb m.a. tað fram, at hon fór at gera tað lættari hjá okkum at lesa og skilja fornnorrønt og íslendskt, og at danir og íslendingar við henni fóru betur at kunna seta seg inn í føroyskar bókmentir. Men hvussu nógvir føringar lesa fornsøgurnar ella íslendskar bókmentir á upprunamálinum? Hvussu nógvar óumsettar føroyskar bøkur verða lisnar í Íslandi? Hvussu nógv lættir okkara íslendskaða stavseting um hjá dønum til at lesa føroyskt? At ósamsvarið millum okkara talaða og okkara skrivaða mál júst er ørkymlandi fyri útlendingar, munnu nógv kunna vátta.
Á altjóða kórstevnum eitt nú teimum triðja hvørt árið afturvendandi Europa Cantat stevnunum verður sungið á at kalla øllum europeiskum málum. Tað er onki vandamál, tí so at siga øll uttan franskt og enskt eru fonetisk mál, ljóða sum tey verða skrivað - ja, sjálvt italskt mál, sum hevur so virðiligan ættfaðir sum latín at bregða til, hevur gjøgnum øldir og áratúsund støðugt flutt seg so neyvt saman við talumálinum, at framburðurin ikki veldur útlendingum trupulleika, og italskt er í dag tað skrivaða málið, har stavifeilir sjaldnast koma fyri.
Men at koma við einum føroyskum kórsatsi við upprunstavseting undir skalt tú ikki bjóða til. Havi sjálvur vónleysar royndir av tí og havi tí til norðurlendsk kórstevnuhøvir valt at laga tekstir soleiðis til skrivliga, at teir kundu lata upp fyri ljóðunum yvir fyri útlendingum. Skal viðganga, at eg tá ikki bara havi lagt meg eftir at evna til eina beinleiðis ljóðskrift, men havi spælt mær við einari roynd, sum kundi verið ein ábending fram móti einum nýtiligum skriftmáli. Hevði tá ikki nakran gjølligan kunnleika um Svabo og teir, men legði mína roynd fyri málkønan mann, sum m.a. gav mær hugskotið at skriva í-ljóðið við y. Ein av hesum sangum var "Í búri".

Framferðin var tá tann, at eg setti upp hetta framburðaryvirlit:
á = åa /stutt á = å; ú = yu; y = uj; æ = äa; oi = åi; gi = gji; ki = kji; ske = sje

Eftir at hava tikið ígjøgnum orð við hesum ljóðum var tað ongin trupulleiki sjálvt við stórum kóri av útlendingum at syngja, so at tað veruliga ljóðari av føriskum:

Kúrir tú lytli songfuglur
myn,
fjævursárur y búri,
tagnaji røddin føvur o fyn,
lyti er tær nú um mjøjin o
vyn,
songfuglur myn,
skerdur y fangabúri

Minnist tú laikin um grønan
vødl,
fjævursárur í búri,
minnist tú gil o dælar
o fjødl,
latt vær tytt flo o rødd tyn
snjødl,
- minnini ødl
fána y fangabúri.

Durvar tú longu, hødd undir
vong,
fjævursárur y búri,
kanska tú droymir um
fuglasong,
ástarlaik ivir grønu ong
árini mong -
sloppin úr fangabúri.

Ein framburðarnorm til klassiskan føroyskan sang
Uttan at tað hevur nakað við stavseting at gera, havi eg her hug at nevna, at eg valdi tann vakra sunnanframburðin í fanga, eins og aðrastaðni å-ljóðið í t.d. nógv og sjógv. Tann málkøni Jákup Jakobsen helt tankan hjá Jóannesi bónda um at royna at føra fornari framburð innaftur í okkara talumál vera veruleikafjaran. Men tá tað snýr seg um klassiskan sang, haldi eg, at vit eiga at finna fram til ein best møguligan ljóðligan norm og ikki hveppa okkum við at geva summum málførum ljóð fram um onnur.

Villar visiónir?
Nú eg havi dittað mær út í so drúgva viðgerð av hesum viðkvæmu viðurskiftum, sum ikki eru mítt fakliga øki, fari eg her loksins at biðja serkøn halda mær til góðar, at eg við støði í Svabo, Rask, feðgunum Nolsøe, Hammershaimb undan ávirkan av útlendingum og Jákupi Jakobsen taki samanum og seti upp hesi hugskot um eina stavsetingarliga broyting, sum fevnir um enn meira, enn "Broyting", sum eg havi her fyri mær, gjørdi:

1.i og y verða skrivað i
2.í og ý verða skrivað y
3.æ verður skrivað ea ella ä, sum allir omanfyri nevndu gjørdu tað í 19. øld ( ae er ikki í samsvar við almennan føroyskan framburð, um enn hann hevur hildið sær í Svínoy)
4.æ-ljóð verður skrivað æ/ä, og a-ljóð verður skrivað a
5.ei verður skrivað ai og oy verður skrivað oi
6.ey verður skrivað ei, sum teir eisini gjørdu tað í fyrru helvt av 19. øld
7.norðanfólk og sunnanfólk kunnu skriva ai ella oi eftir egnum framburði
8.hj og kj verða bæði skrivað kj
9.hv og kv verða bæði skrivað kv
10.ll verður skrivað dl, tá ið tað verður sagt soleiðis
11.rn verður skrivað dn, tá ið tað verður sagt soleiðis
12.aftur, aftan, eftir verða skrivað attur, attan, ettir
13.ð fellur burtur úr føroyskum skriftmáli (veður / vegri - nijur / negra sakar ikki)
14.hvørjumfallsendingin er -un og ikki -um
15.fleirtals-r-ið fellur burtur í bundnum formi ( hestar / hestanir )
16.fólk kunnu skriva endingarnar -ir ella -ur eftir egnum framburði

Hetta omanfyri má koma undir heitið villar visiónir, men utopiskar eru tær ikki - gangast má bara fram stig fyri stig, og verður lagt fyri við, at vit hava bara eitt i og eitt í, og at endaeddið fellur burtur, so er væl vunnið.

Eina stavsetingarnevnd
Men nú er tíð til frið at venda við hesari skriving. Endaliga niðurstøðan er, sum skilst, at vit kunnu ikki framhaldandi bara lata standa til og lata oyru og eygu aftur fyri tí skriftmálsliga trupulleika, sum vit afturvendandi fáa staðfest, at vit hava. Mítt uppskot er, at ein nevnd umboðandi ymisk sjónarmið - hon kann telja 7, 15 ella kanska 21 fólk -verður sett til at endurskoða hesi týðandi viðurskifti, sum nú hava ligið í atgerðarloysi í meira enn hundrað ár.