Vilja vit vinna stríðið móti Sea Shepherd, mugu vit standa saman um felags mál og vera nærløgd í okkara fyriskipanum. Mær hóvar ikki gongdina seinastu tíðina.
Eitt er, at Sea Shepherd yvirhøvur sleppur inn á føroyskar firðir við sínum skipum og bátum. Annað er, at vit ikki kunnu semjast um orðingarnar í herdu grindalógini, og at vit heldur ikki hava eina nóg kraftmikla kunningartilbúgving, sum verjir okkara støðu úti í heimi.
ÚT VIÐ BÁTUM OG SKIPUM
Sambært altjóða lóg hava vit heimild til at vísa skipum og bátum hjá Sea Shepherd út um innara umveldisøkið, tvs. strandarlandamarkið, um vit halda teirra virksemi gera seg inn á føroysk áhugamál. Ivaleyst ber eisini til at seta markið tríggjar fjórðingar úr Føroyum.
Gera vit hetta, sleppa vit undan James Bond-líknandi sekvensunum, har løgregla og lógbrótarar berjast á hvørjari hvalvág til undirhalds hjá allari heimspressuni, og so missir Sea Shepherd eisini evnini til at flyta seg skjótt millum støð í Føroyum. Eg undrist á, at hetta stig ikki veðrur tikið.
STANDA SAMAN UM FERÐAVINNU
Landsstýrið sigur seg taka undir við framfýsnum málum um vøkstur í ferðavinnuni, sum kann styðja upp undir ein sjálvberandi búskap. Málið er at økja umsetningin úr 400 mió. kr. í 2011 upp í 1 mia. kr. í 2020 og økja talið á arbeiðsplássum upp í 450.
Skal málið røkkast, má samskipan til í landsstýrinum, tí tað nyttar lítið at rógva fram í øðrum borðinum, um tú skjýtur á í hinum borðinum.
Farnu vikurnar hava fleiri gjørt vart við, at orðingin um fráboðanarskyldu í grindalógni var óheppin, tí hon skapti nýggja øsing uttanlands og ótta millum aktørar í ferðavinnuni fyri, at teirra ferðafólk kunnu enda í geglinum, boða tey ikki frá grind.
Heppið er hetta ikki, og málið má loysast, men landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum er í valdystinum farin púra solo í málinum, og tað kann valla vera meiningin, tá eitt landsstýri skal standa saman um síni átøk tjóðini at frama.
Grindalógin skuldi sjálvandi herðast, so felagsskapir sum Sea Shepherd ikki skulu gera seg inn á okkara rættindi at veiða hval, men hetta er ikki ein spurningur um antin grind ella ferðavinnu. Hetta er ein spurningur um, hvussu vit bæði veiða hval og nøra um ferðavinnuna.
BETRI KUNNING
Aftrat hesum er sera umráðandi, at landsstýrið leggur størri orku í at vera framsøkið, tá kunnað verður úteftir um grindadráp, og hevur eina serliga tilbúgving tøka, meðan orrusturnar leika í.
Vit hava tamarhald á støðuni í Føroyum og samhuga í londum, sum eru okkum nær. Longur burturi hava tey lítla og onga vitan um okkum og okkara sak. Síggja tey bara dramatisku myndirnar úr Føroyum og hoyra sjónarmiðini hjá mótpartinum, viknar okkara støða úti í heimi.
Tí mugu vit tala okkara sak greitt allastaðni, har tað ber til, tí vit hava eina góða sak!