At ummæla ummælarar

- Tvass: Kim Simonsen enn einaferð

Nógvir ummælarar hava roynt, at ummælt skaldskapin hjá Tóroddi Poulsen. Ongum hevur, eftir mínum tykki, eydnast at skrivað eitt dygdargott ummæli enn, heldur ikki eg sjálvur. Hetta kemur av, at skaldskapur Tórodds er vónleysur at ummæla. Hansara máti at skriva, er so besnissaður, at ummælarin ikki fær sagt tað hann vil, tí um Tóroddur ikki ummælir seg sjálvan, so ummælir hann ummælaran. Hetta ger hann ikki eina ferð, nei, hetta er ein av teimum gjøgnumgangandi træðrunum, í skaldskapi hansara.
Um Tóroddur skal ummælast við teirri tygn, hann hevur uppiborið, skal ein ummælari til, sum hevur so breiða vitan um heimsskaldskap og lagnir, ymiskir rithøvundar hava verið úti fyri. Tað er nærum ógjørligt hjá ummælaranum at seta seg inn í tey ymisku tekstasløgini, og tey ymisku rákini, sum fylla skaldskap Tórodds. Tí hava summir bert lyndi til at skimma tekstin og konstatera, at hetta er enn ein Tóroddsk yrking, og so er sloppið. Men so lætt er tað ikki. Summi ummæla hann kanska mest sum eitt vinarummælið, eitt so-er-tað-gjørt-ummælið. Aðrir vita ikki hvat, ið skal sigast og tí verður bert okkurt barnsligt grifl tveitt niður á pappírið, og sent bløðunum.
Í Sosialinum kvinnudagin 8. mars var so túrurin komin til Kim Simonsen. Tað er tí eg skrivi hetta. Fyri tað fyrsta so var tað ikki Lars Bukdahl, sum ummælti "Blodprøver" í Weekendavísini, tað var Liselotte Wiemer. Um ein velur at skriva eitt sitatummæli, so er neyðugt at tryggja sær, at sitatini eru frá rætta avsendara. Kim setir sær fyri, tá hann ummælir seinasta yrkingasavnið "Royggj" hjá Tóroddi, at fortelja lesaranum hvør er betri ella verri ummælari Lars Bukdahl (sum ikki hevur ummælt bókina) ella Niels Lyngsø, sum er ummælari á Politikken, og hevur ummælt bókina og blanda hesar báðar saman við okkara Carl Johan Jensen. Við hesum er eitt nýtt slag av ummælara komið sær fram - ein ummælari, sum sigur seg ummæla eina bók, men sum ummælir aðrar ummælarar, sum hava ummælt eina aðra bók hjá einum rithøvunda. Tað finnast sostatt ummælarar, sum mæla frá, sum mæla til og teir, sum mala rundan um og so nú teir, sum mæla ummælarar frá og til.
Kim endar aftur hesaferð við at sitera betongyrkjaran mikla Sørin Ulrik Thomsen - hetta evindaliga vassi um, at tann darrandi strongurin, sum heldur oyrunum saman, skal virka til at yrkingin verður til ein "eldhugaðan, østan og hugtiknan sang." Tað loysir seg ikki hjá ummælaranum, at ummæla og hava reinligheitsvanvid, hetta er uppgávan hjá rithøvundanum - at ummæla seg sjálvan og at reinsa upp í sínum egna teksti.