At velja fólk til framtíðarverk

Val er í hondum og tað kann vera hent at gera sær tankar um, hvat tað er fyri spurningar, sum okkara fólkavaldu koma at taka støðu til í komandi samgongu.

Tíðirnar eru spennandi, hóast skýggj hómast á luftini á hildnu kósini. Eru vit før fyri at tillaga okkum, so eru møguleikarnir stórir og tíðirnar sera spennandi. Tað, sum bert hómaðist fyri 8-10 árum síðani er nú veruleiki, og vit eru partur av einum opnum heimssamfelag, har eisini vit í Føroyum hava møguleika at gera okkum galdandi.
Umframt at finna pening til tað, sum verandi samgonga hevur sett í verk, er mest týðandi uppgávan hjá komandi samgongu at byggja upp tað, sum skal til, fyri at gera okkum før fyri at taka við teimum møguleikum - og avbjóðingum - sum tíðirnar nú krevja av okkum.
Tey umboð, sum vit velja til komandi valskeið, hava tung tøk fyri framman, um ætlanin er at lyfta hesa uppgávu, at seta Føroyar á kós móti modernaðari vinnu við teimum møguleikum, sum liggja í hesum. Vit kunnu eisini venda tí øvugt. Komandi samgonga skal taka tung tøk, um ætlanin er at ota seg undan teim hóttanum, sum eisini liggja har frammi.
Taka vit ikki við møguleikunum, so er vandin altíð størri at falla fyri hóttanunum.

Komandi samgonga
Helst tað tyngsta takið hjá komandi samgongu verður at lyfta eini gerandismentan í okkara stýring. Menniskjansliga tungar gøtur skulu gangast, til tess byggja upp aftur eina gerandismentan, sum skýggjar ósannindi og ósanna atferð og "vit látast sum um", og sum er skikkað til at búgva okkum til eina modernaða vinnu, har mentað atferð er mest týðandi fortreytin.
Hetta krevur eina politiska leiðslu, sum hómar møguleikarnar, megnar at savna krefturnar ímóti teimum og sum eisini stendur ímóti freistingini, tá ið onkur møguleiki er at sæta sær og sínum og floksfeløgunum.
Uppgávan hjá okkum veljarum er at seta navn á. Hvørjum persónum hava vit álit á? Hvørjir persónar standa fyri mentaða og álitisvekjandi atferð? Alment og privat. Hvørjir persónar vilja fremja felagsskapin? Hvørjir persónar tora at stýra úti í óvissuni, har møguleikarnir finnast? Hvørjir persónar orka at flyta teir politisku leikirnar frá spurningum um, hvørt land ella kommuna skal mála skúlastovurnar, til veruligan politik um framtíðarmøguleikar hjá tí fólki, sum býr á hesum klettum? Hvørjir persónar hevja seg uppum onkran vegastubba í sínum egna valdømi? Hvørjir persónar megna at broyta stemningin, tá ið at kalla alt løgtingið fyrireikar valgildi? Hvørjir persónar megna at savna góðar kreftur í felagsskapinum til at fremja felags mál?
Tað er veljarans ábyrgd at seta navn á. Veljarin fær tað, sum hann setir krossin við - hóast tað kanska ikki altíð er tað sama, sum hann ætlaði sær.

Ger tað mun?
Ger tað mun? Hetta er spurningur, sum altíð stingur seg upp í sambandi við felags tiltøk. Ger tað mun, um eg velji hendan ella handan? Gjørdi tað mun fyri 20. øld - og frameftir - at bretar valdu Winston Churchill undir øðrum heimsbardaga?
Søgufrøðingurin, John Lukacs, hevur skrivað bókina "Five days in London - May 1940", 1999. Í hesi bók vísir hann á týdningin av avgerðum, sum vóru tiknar í "War Cabinet" hesar fimm dagarnar frá 24. til 28. mai 1940. Hann vísir á, hvønn týdning tað hevði, at Churchill sat við róðrið hesar dagarnar. Hetta samanborið við, hvat hini umboðini í somu stjórn høvdu í huga, hildu seg kunna liva við ella snøgt sagt: hvat teir yvirskoðaðu.
Vildi søgan verið tann sama, um Chamberlain sat við valdið? Ella Halifax, sum longu hevði sett diplomatiska talvið saman við italska sendimanninum í London? Ella hvussu vildi søgan tikið seg upp, um Churchill hevði fingið stuðul frá sálarfrøðingum og øðrum vælmeinandi fólki fyri at gerast meira samstarvsvinarligur og fyri at síggja meira positivt uppá tað, sum Hitler tókst við?
Hesir valstríðsdagar í apríl 2002 í Føroyum verða neyvan lagnudagar fyri heimin, soleiðis sum teir fimm dagarnir í London í mai 1940 vóru tað. Men tað kann væl vísa seg, at persónsamansetingin í komandi samgongu fær avgerandi týdning fyri liviumstøðurnar her á klettunum fleiri ár frameftir.