Atgongd til haruhagar og aðrir tankar um fiskiloyvir

Fiskimálaráðharrin sigur, at hann ætlar at steðga allari spekulatión við fiskiloyvum.

 

Hetta er alla æru vert, men leisturin, hann leggur fyri dagin at gera hetta upp á, virkar ikki. Hann skuldi heldur roynt gamla, men einfalda háttin at fordeila brúksrætt til tilfeingi, sum verður brúktur við góðum úrslitum nógva aðrastaðni í føroyska búskapinum. Marknaðarmekanisman eigur at sleppa at royna seg.


Haruhagar og fiskastovnar

Haruhagar og fiskastovnar líkjast á mangan hátt. Bæði eru staðfest sum ogn, ávikavist hjá einstaklingum og Føroya fólki, bæði tilfeingini finnast bara í avmarkaðum nøgdum og í báðum førum er tað ikki ognarrætturin, men brúksrætturin til fysiska avkastið av tilfeinginum, ávikavist rávøran harur og rávøran fiskur, sum fólk gjarna vilja hava fatur á.

At eftirspurningur er eftir avmarkaða tilfeinginum ger, at tað fær eitt búskaparligt virði, sum kann realiserast á ymsan hátt. Men greitt er, at av tí at nøgdin av tilfeingið frá náttúrunnar hond er avmarkað, kunnu bara nøkur fá av teimum, sum vilja hava atgongd til tilfeingið, fáa hesa atgongd.


Mannaskaptur munur

Grundleggjandi munurin millum haruhagarnar og fiskastovnarnar er ikki, at onnur rávøran ikki dugir at svimja og hin ikki kann renna. Munurin er heldur ikki, at tað í tí eina førinum eru privatpersónar sum eiga tilfeingið, meðan tað í hinum førinum er tjóðarogn.

Munurin liggur í mannaskaptu fordeilingsskipanini av brúksrættinum, t.e. hvussu avgjørt verður, hvørji tey fáu skulu vera, sum fáa brúksrættin, av øllum teimum, sum vilja hava atgongd til tilfeingið.


Haruhagar

Ein upplagdur møguleiki er at brúka marknaðarmekanismuna til at velja út, hvør fær brúksrættin til tilfeingið. Brúksrætturin til haruhagan verður greitt og einfalt seldur á uppboði til hægstbjóðandi. Við hesi skipan fáa tey brúksrættin, sum halda seg kunna fáa sum best burtur úr tilfeinginum, og tí eru sinnað at gjalda mest fyri atgongumerkið.

Eigarin av haruhaganum hevur sjálvsagt ein áhuga í, at so nógv fólk sum gjørligt bjóða upp á tilfeingið. Tí er seljarin líkaglaður við, um persónurin við hægsta boðið eigur eina byrsu ella ikki, um hann hevur byrsuloyvi ella ikki, og í heila tikið hvussu hann ætlar sær at fáa sum mest gagn fyri latna peningin.


Fiskatilfeingi

Ein annar møguleiki er, at eigarin ella umboð hansara sjálvur velur út nakrar persónar. Hesir persónar, sum verða útvaldir eftir einhvørjum leisti, fáa so rávøruna fyri eitt gjald ella ókeypis.

Hetta er tann háttur, sum føroyskir politikkarar eru glaðast fyri, og sum teir brúka til útveljing av, hvør skal hava atgongd til tilfeingið. Føroyska fiskatilfeingið ? ogn Føroya fólks ? verður ókeypis latin persónum, sum politikkararnir velja út.

Ein stórur trupulleiki við hesi seinnu mannagongdini er, at tað eru útvaldir einkultpersónar heldur enn Føroya fólk, sum jú er upprunaligi eigarin, sum fáa búskaparliga virðið av rávøruni. Hvat høvdu partaeigararnir í einum partafelag sagt til, at leiðslan gav yvirskotið burtur? Ein annar er, at tað er ógvuliga tilvildarligt, hvørt tey, sum fáa tilluta fiskatilfeingi, eru tey, sum kunnu skapa størst virðir burtur úr tilfeinginum. Men størsti trupulleikin er, at henda mannagongd elvir til spekulatión.


Spekulatión

Møguleikin fyri spekulatión uppstendur nevniliga í tí løtu, eigarin av einum tilfeingi við búskaparligum virði gevur til kennar, at hann fer at geva tað burtur fyri minni, enn tað er vert. Í døminum við føroyska fiskiríkidøminum verða milliónavirði givin burtur fyri einki, og tað er ein sjálvfylgja, at bíðirøðin við teimum, sum fegin vilja hava ein part av hesum virðum í gávu, er lang sum eitt ónt ár.

Fyri at velja tey fáu, sum fáa tilfeingi, burtur úr teimum mongu, sum vilja hava tilfeingi, verður diskreminerað á ymsan hátt. Bara føroyingar kunnu koma upp í part, bara fólk við bláum eygum, bara fólk, sum áttu eina dangu í 1978, ella hvat politikkararnir finna fyri gott. Hetta er sentralpolitisk stýring av einum slag, sum gomlu kommunistarnir í Kreml høvdu verið stoltir av.

Spekulatiónin gongur so út upp á at vera ein av teimum útvaldu, sum fáa lut í fiskiríkidøminum uttan at gjalda marknaðarprís fyri tað, fyri síðan at selja tað víðari - fyri marknaðarprís sjálvandi - til onkran av teim óhepnu, sum vóru tveitt úr bíðirøðini, men sum gjarna vilja hava fatur á rávøruni. Um einhvør, sum vil hava brúksrætt til føroyskt fiskatilfeingi, men varð tveittur úr bíðirøðini, rindar marknaðarprís til Føroya fólk ella til onkran annan, er hann sjálvandi líkaglaður við.

Sostatt syrgja marknaðarkreftirnar fyri at fiskatilfeingið endar hjá teimum, sum virðismeta tað hægst, ikki orsakað av, men hóast almenna føroyska politikkin á hesum øki. Spurningurin er bara, um tað er upprunaligi eigarin av tilfeinginum ella spekulantar, sum stinga marknaðarvirðið í lumman.


Strangari krøv økja um spekulatiónina

At diskriminera meira effektivt við fleiri krøvum til tey, sum verða vald út til at fáa tilfeingi, minkar ikki um spekulatiónina. Tað ger tað bara enn meira lønandi at vera ein av teimum nú enn færri, sum kunnu skaffa uttanfyristandandi rávøruna. Nýggjasta uppskotið um strangari krøv til tey, sum fáa fiskatilfeingi, fer tí ikki at steðga spekulatiónini, men skaffa teimum, sum yvirliva útveljingina, enn fleiri fyrimunir. Einki er tí at siga til, at tey, sum standa í bíðirøðini í dag og vita, at tey ikki verða tveitt út við teimum nýggjastu krøvunum, sjálvsagt eru fegin um ætlanirnar. Og bardagin fyri at sleppa upp í part aftur verður enn harðari enn áður.


Ein betri skipan

Tá er skipanin, ið verður brúkt til haruhagarnar og flest alla aðra fordeiling av búskaparligum virðum, nevniliga marknaðarmekanisman, munandi smidligari og effektivari. Politikkararnir sum heild og - fiskimálaráðharrin serliga - kundu í heila tikið lært nógv av at hugt nærri at skipanini við haruhagunum. Ella hevur nakar hoyrt um spekulatión við haruhagum?

Um tann til eina og hvørja tíð sitandi fiskimálaráðharri uppførdi seg, sum eitt umboð fyri upprunaliga eigaran av fiskinum eigur at gera og seldi fiskin av fyrstan tíð, ístaðin fyri at geva hann burtur, var eingin spekulatiónsvinningur at heinta, tí eigarin hevði longu fingið vinningin.

At eigarin ella umboð hansara selur tilfeingið fyri marknaðarprís, er sostatt einasti háttur at forða fyri spekulatión. Tá velja marknaðarkreftirnar heilt av sær sjálvum tey út, sum á besta hátt kunnu realisera búskaparliga virði, sum býr í fiskinum, meðan spekulantarnir mugu leita aðrar leiðir.


Niðurstøða

Niðurstøðan má vera, at politikkararnir sýna ógvuliga lítið álit á, at marknaðarkreftirnar kunnu syrgja fyri, at sum best fæst burtur úr fiskiríkidøminum. Summir trúgva kanska heilt einfalt ikki upp á, at marknaðarkreftirnar virka. Ein annar upplagdur møguleiki er sjálvsagt, at teir ikki hava hóming av, hvat marknaðarkreftir eru fyri nakað.

Í so fall vil eg mæla teimum til at fara á eina námsferð antin á uppboðssølu av haruhagum ella í føroysku heimamarknaðarvinnuna. Har brúka tey nevniliga marknaðarkreftirnar og prísmekanismuna til at útvelja tey, sum skulu hava vørurnar. Hesin fordeilingsháttur syrgir fyri, at eingin møguleiki er fyri spekulatión, og tí er ikki neyðugt við einum ráðharra, sum brúkar útveljingsmekanismur, ið hoyra heima á forngripasavnum fyri kommunistiskt rekafæ.