Atkvøða um tveir fyrispurningar

Í morgin klokkan 11 verður løgtingsfundur. Á skránni eru sjey mál.

Í morgin klokkan 11 verður løgtingsfundur. Á skránni eru sjey mál.

 

Løgtingið skal atkvøða um tveir fyrispurningar, annar frá Eyðgunn Samuelsen til Karsten Hansen, landsstýrismann í heilsumáum viðvíkjandi trupulleikum at fáa fast starv í heilsuverkinum.

 

Hin skriviligi fyrispurningurin er frá Bjarna Djurholm til partakonu sína, Anniku Olsen, viðvíkjandi veitingum og barnaískoyti til barnafamiljur í Føroyum, samanborið við okkara grannalond.

 

Trý mál eru til aðru viðgerð, tey eru uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatting av kapitalvinningi, uppskot til samtyktar um avmarking av samfelagsliga váðanum av útlendskum bankavirksemi og uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tilbúgving.

 

Fyrsta viðgerð verður av uppskotinum hjá Framsókn til samtyktar um at leggja ognarrættin, raksturin og umsitingina av almenna fjarskiftiskervinum í eitt sjalvstøðugt alment felag.

 

Eisini verður fyrsta viðgerð av uppskoti til løgtingslóg um at selja solariumsól til kosmetiskt endamál.