Flogbóltur
Frederiksberg Volley, sum hevur landsliðsleikararnar Anniku Joensen, Alvildu Ólavsdóttir og Hjørdis Mortensen á liðnum, hevur leikt tríggjar dystir, harav tær hava vunnið ímóti Randers og Hvidovre og tapt ímóti sterka liðnum Holte.
Tad var sum nevnt okkara fyrsti dystur í ár, og vit hava stórar vónir til liðið í ár, so tað kann kanska forklára, at vit hava spælt við nervum hesar báðar dystirnar. Tad sást eisini í seinasta dystinum, men tíbetur eydnaðist tad okkum at hála sigurin heim. Alvilda leikti ein góðan dyst, og tað gekk eisini væl hjá Hjørdis, sigur Annika Joensen í stuttari viðtalu.
Sjálv hevur Annika fingið fulla leiktíð báðar dystirnar, men hon heldur tó, at hon enn ikki hevur leikt upp til sítt besta..
Fingið føroyskan stuðul
-Hjørdis, Alvilda og eg hava fingið Atlantic Airways at stuðla okkum, so nú spæla vit vid lýsing frá teimum á leikbúnanum, sigur Annika.
Allar tíggjar hava í umbúna at koma við landsliðnum til Oyggjaleikirnarm, sum vera á Isle Of Man komandi ár.
Fleiri leikarar
Tað eru tó ikki bara tær tríggjar sum leika í bestu donsku deildini. Gudrid Nolsøe leikar við Fortuna Odense og Juanna S. Joensen leikar við ASV Århuus. Tær báðar hava fyrr leikt við TB. Seinni fara vit at frætta eitt sindur frá teimum.