Føroyska oljufelagið Atlantic Petroleum boðar í morgun frá, at teir hava gjørt eina avtalu við oljufelagið Bridge Petroleum, ið inniber at felagið, um ávísar treytir verða uppfyltar, selur 25 prosent av virkseminum, ið Atlantic Petroleum eigur í Orlando oljufeltinum.
Atlantic Petroleum fær 7 milliónir krónur fyri søluna, umframt ein framtíðar part av søluni frá Orlando-oljufeltinum, men inniber sølan, at felagið onga ávirkan hevur á verkætlanina longur. Sølan er eisini treytað av, at tað eydnast Bridge Petroleum at keypa felagið Iona UK Limited.
Ben Arabo stjóri í føroyska felagnum er fegin um nýggju avtaluna.
- Vit eru sera nøgd við avtaluna við Bridge Petroleum. Orlando verkætlanin er ein góð verkætlan og við eru sera glað fyri at síggja, at tað eru ætlanir at byrja virksemið í 2017. Vit vænta ikki, at tað er neyðugt við fleiri niðurskrivingum í verkætlanini. Um oljufeltið kastar tað av sær, ið væntast, og um oljuprísurin hækkar, so kann Atlantic Petroleum tjena munandi meira upp á søluna, sigur stjórin í tíðindaskrivi.