- Atlantis er besta spælistað, eg havi verið í! Hevði tað borið til, so hevði eg flutt Atlantis til Århus, segði ein væl nøgd Maria Guttesen etir konsertina í Atlantis í gjárkvøldið.
Enn ein frálík konsert av Mariusa hond, varð framførd ? hesaferð í Atlantis. Tað var ikki hissini upphiting hon fekk. Fyrst dóttir Sebastian, Sara Grabow, síðani Guðri Hansdóttir. Eisini sungu hesar báðar til endans saman við Mariu, skrivar Klaksvik.fo í dag.
Á fremsta bonki sat borgarstjórin Steinbjørn O. Jacobsen og lurtaði. Hann er tónleikaáhugaður og bæði spælir og syngur. Men høvuðsgrundin var nokk, at hann vildi sleppa at uppliva Mariu, sum er syskinabarn hansara, á palli í Klaksvík.
Maria fegnaðist um at vera í Klaksvík, samstundis sum hon harmaðist um, at hetta var fyrsta ferð hennara á palli í Klaksvík. Hon mintist á góðar gamlar dagar í grannalagnum hjá Atlantis, har hon oftani hevði borað seg undir dýnuna hjá ommu síni.