Atlantsflog

Leon Smith


Sum borgari og med-eig­ari havi eg, síðani Atlantic Airways (AA) var sett á stovn, havt sera stóran áhuga í felagnum. Tí loyvi eg mær at koma við hesum viðmerkingum til tjakið um framtíð felagsins.
Fyrst vil eg ynskja AA til­lukku við tí nýggja RJ100-flogfarinum. Eg vil eisini ynskja teimum tillukku við at tey vunnu kappingina við Maersk Air. Og til tey, sum ivast í hví teir vunnu hesa kapping, var tað einfalt bara tí at AA veitti, og veitur, eina betri tænastu enn kapp­ingarneytin. Um nakar ivast í, hvør dugdi betur, at dríva loftferðslu yvirhøvur, av teim­um báðum, so er bara at kaga í ársroknskapirnar hjá feløgunum tey undanfarnu árini. Munurin á úrslitinum man tátta í milliardina...
Í dag er tað bara AA, sum sær seg ført fyri at røkja Før­oya flugvingina, aðrir pri­vatir aktørar halda seg snøgt sagt ikki framat, tí at teir uppá forhond vita hvør dugir hetta, at flúgva uppá Føroyar, best. Og lat meg sláa fast einaferð með alla. Vit hava ikki monopol, eitthvørt flogfelag kann koma og flúgva her so galið tað vil, um tað heldur seg til. Og tað kemur, tá tað heldur seg vera kappingarført. Tað sóu vit seinastu jól, tá lág­prís­flogfelagið DAT gjørdi eina roynd.
Og til tey sum gremja seg um ferðaseðlaprís: Var á heimasíðuni hjá AA og hugdi eftir ferðaseðlaprísum hend­an dagin, og fyri 2 vaksin + 2 børn fekk eg eitt tilboð t/r Vágar/Keypmannahavn kr. 6668,- , harav skattur er kr. 1988,- og gebyr kr. 200,-.
Tvs. í AAsa lut fella 4480 kr ella 560 kr pr. set­ur. Er hetta ikki á sama støði sum Ryanair og onnur lág­prísfeløg? Nei, valla kann tað gerast bíligari. Hetta, at ferðaseðlarnir kunnu gerast bíligari um privatisera verð­ur, er rætt og slætt vrøvl. Einasti mátin at koma niður á Ryanair prísir er, um skattur og avgjøld verða munandi minkaði. Tað kann nevnast at Ryanair hava mótmælt donsku skattunum, og hótta við at steðga allari flúgving á danskar flogvallir.
Og til sjálvan løgmann, tá hann sigur at tað var eitt aftur­stig fyri føroyska brúk­aran at Maersk gavst á Før­oya­rutuni. Ja, eitt aftur­­stig fyri Maersk, men tvørturímóti gott fyri AA og tann føroyska brúkaran. Tí ístaðin fyri 2 dagligar fráferðir til Keypmannahavn hava vit nú á vetrartíð upp í 4 dagligar fráferðir til DK. Fyri sama prís.
At AA eigur tey røttu flog­førini til vøllin í Vágum, si­gur mær so mikið, at tær røttu teknisku avgerðirnar vóru tiknar, longu tá felagið var stovna. At hann so ikki er vorðin 1 metur longri síð­ani hevur sum so einki við eigaraviðurskiftini hjá AA at gera. Mær vitandi liggur tann ábyrgdin enn hjá Statens Luftfartsvæsen, tí tann stovnurin eigur vøllin allan sum hann er. Um onk­ur annar hevur hug at flúgva hendanveg áðrenn vøllurin verður longdur, so fáast kappingarfør BAE-146 ella RJ-100 flogfør fyri ein rímiligan penga um all­an heim. So at longdin á vøllin­um í sær sjálvum er kapp­ingaravlagandi er vrøvl.
Og løgmaður brúkar eis­ini orðini alment/privat mono­pol. Eg má bara endurtaka at Maersk ella okkurt annað flogfelag kemur aftur á Før­oyarutuna, tá tað verður kappingarført við AA.
Í gott eitt ár hevur AA flogið einsamalt á føroyarutuni, og kann fyri fyrstu ferð veruliga brúka orku til at menna seg á øðrum marknaðum, enn bara á føroyarutuni. Hetta tyk­ist at verða ómøguligt hjá tí almenna Føroyum at gleða seg um. Hví spyrji eg? Í hvussu nógv ár sluppu privat­feløgini Danair/Maersk Air við statsstýrdum monopoli ótarnaði at fylla pengatangan á føroyarutuni? Uttan at tað hendi nakað stórvegis frá politiskari síðu? Hví standa vit ikki saman um flogfelag okkara?.
Nú verður himmal og jørð sett í rørslu fyri at fáa kapping aftur á føroya­rut­una. Amboðini eita pri­vati­sering og leingjan av flogvølli. Ein bíðar bara eftir at løgtingið í skundi viðtekur eina lóg, har veingir, vel og motorar í óðum verkum skulu mon­terast á nýggja Smyril, so­leiðis at hann kann taka ein svipp niður í Oyrasund einaferð um dagin! Og tað bara fyri at Magni Arge skal hava okkurt annað at hugsa um, enn at styrkja felagið á tí globala marknaðinum..
Vit hava so ivaleyst av kapp­ing, men hon er ikki á føroyarutuni longur, hon er flutt út í heim!
Vit hava ein globalan ak­tør í flogvinnuni og tað er Atlantsflog!
Vit hava nevniliga starvs­fólkini hjá AA sum nú í 18 ár hava strítt seg upp frá ong­um, til í dag at verða eitt tað skjótast vaksandi flogfelagið í heiminum. Úti í heimi vinna teir sær lut í øðrum marknaðum, Noreg, Ísland og nú Bretland, ikki tí at Føroya Landsstýri (FL) eigur felagið, men tí at AA er eitt altjóða kappingarført flogfelag, við sera dugna­lig­um fleksiblum og legg til merkis, føroyskum starvs­­fólk­­um. Hetta at reka flogfelag er ikki naka sum ein og hvør kann, kappingin er beinhørð, og bert feløg, sum hava bestu leiðslu, teknik­arar, flog­ternur, flog­skiparar og starvsfólk yvir­høv­ur megna hetta. Lat ong­an verða gloymd­an, tey gera øll somul eitt megnararbeiði. Í roynd og veru prógva tey hvønn dag, at føroyingar eru førir fyri at átaka sær tær mest kompleksu uppgávurnar, og loysa tær líka væl og betri enn onnur úti í heimi. Hetta skulu tey vera errin um, tí tað eri eg!
Afturhaldið, henda óde­finerliga svarta muran sum liggur í nógvum føroyingum, segði tá, at hetta var nakað sum føroyingar ongantíð fóru at klára, men sum ikki eina­ferð er tann vanliga før­oyska undirlutakenslan aftur gjørd tilskammar.
Privatisering:
Royndi at lurta eftir ÚF í týskvøldið, tá tað var farið í smálutir við privatiseringini av AA, og tosað var um blokerandi minnilutar, ak­tiv­an eigaraskara og ann­að partafelagtekniskt orða­skvaldur. Í Sosialinum les­ur ein um løgmann, sum hevur fult tamarhald á støð­uni, meðan Tummas Arabo heldur at einki skil er í nøkr­um. Ein fimmari við tele­fon­atkvøðu 87% ímoti og 13 % fyri. Við tølandi sjónar­miðjum úr Tinga­nesi og kapi­tal­inum annars, eru vit vorðin sannførd um at privatisering er einasti vegur inn í himmiríki, og so, tá á stendur og privatiserast skal, mótmæla tey flestu skila­­fólkini í Føroyum. For­virringin er total!
Onkur, ella fleiri, mugu mala í ørviti við høvdinum undir arminum uppi á maktar­tindum. Ikki ber til at finna nakran reyðan tráð í hesi privatiseringstilgongd. So ein er noyddur at gera sær sínar egnu niðurstøður, og samstundis erkenna, at landsins kosnu sær einki formáa í hesum annars trivi­ellu spurningum. Tað kann ikki bera til at ein so simpul spurningur sum Skal AA seljast ella ikki kann vevjast upp í ein so stóran ideologiskan ellubita. Og tað ber ikki til, at einasta haldgóða grund fyri at selja her og nú, eina og aleina skal vera tí, at tað er felt niður í eitt, annars fullkomuliga irrationelt, samgonguskjal. Onnur meira rationel atlit eiga at verða grundarlagið. Og slík hava tað ikki skorta á seinastu dagarnar.
AA er tjóðarflogfelag okk­ara, Tað er meira enn einaferð prógva, óansæð um eitt flogfelag er privat ella ikki, at tá á stendur, tað verið seg SAS, Air France, ella British Airways so kennir tað almenna slíka ábyrgd fyri felagnum, at tað trýtur ikki við milliardum, tá rovini skulu bjargast.
So argumentið, at landið skal verða leyst av váganum, tað er at eiga eitt flogfelag, dugir heldur ikki. Landið fer inn, so ella so, tá á stendur.
Og tað ger seg fyri sovítt eisini galdandi fyri øll hini privatiseringsprojektini hjá FL. Hugsi um hvør skal betala tá fyritøkurnar, tað verið seg privatiseraðir bankar, flaka­virkir, telefonvirkir etc. byrja at rilla.
Hvør einaferð enn skal gjalda, tá tað privata aftur fer fallit, mugu vit skattgjaldarar ikki gloyma. Ikki eingang Føroya Banka sluppu vit und­an at gjalda fyri, sjálvt um ein kapitalsterkur útlendskur eigari, Den Danske Bank stóð við aktiumajoritetinum tá kreppan var uppá tað ring­asta.
So lat bara tað almenna eiga fyritøkurnar. Lat vinn­ingsbýtini renna inn í landskassan, tá tað gongur gott. Brúka pengarnar til skatta­lætta, lestrarstuðul, koyr teir í vinnu­grunnar ella gransk­ingar­grunnar ella lands­bankan alt eftir hvørji politisk stevnu­mið verða sett. Og tá tað gongur illa, so skulu fyri­tøk­urnar bjargast.
Rokningin endar sama stað, óansæð hvør eigur, hev­ur søgan lært okkum.
Eg giti, at tað sum fyri­kemur paradoksalt hjá tí før­oyska sofa-liberalistinum er tann sann­roynd, at fyri sovítt hevur før­oyskt vinnu­lív ongan­tíð koyrt so gott sum nú, har FL via grunn­ar og partafeløg hevur hild­ið leyst um endan á teim­um týðningarmestu vinnu­tólunum.
Á einhvønn hátt hevur hes­in mátin at skipa føroyskt vinnulív syrgt fyri, at fyri­tøk­urnar verða riknar sum veru­ligar fyritøkur, samstundis sum ein hevur kensluna av at fakfólk eru komin inn á teir ráðandi postarnar, og at starvsfólk í hesum fyri­tøkum yvirhøvur hava havt ein ótrúligan vilja til at fáa tingini at ganga.
At FL stendur aftanfyri, og leysliga ávirkar nevndir og stjórnir soleiðis, at sam­felagið saman við vinnu­fyritøkunum kann ganga upp í eina hægri eind, er kanska slett ikki so galið?
Konstruktiónin sær út til at fáa tað besta fram í arbeiðandi føroyinginum, soleiðis at hann framleiðir av tí allarmesta, uttan kanska at gera sær far um, hvussu nógv hann fær burturúr í krónum og oyrum, tí tað er also hansara egna fyritøka hann stendur í.
Hesin felagsandin er ikki at forsmáa sum kapp­ingar­parametur, serliga ikki í eini fyritøku sum AA, har pionér-andin framvegis sær út til at trívast. Hvar hann fer, tá eitthvørt útlendskt strateg­iskt íløgufelag tekur yvir, er ikki ringt at ímynda sær.
At Bjarni Djurholm grem­ur seg um at vera í eini tvístøðu, tá hann bæði skal geva loyvi til onnur feløg at flúgva, samstundist sum hann skal hugsa um áhugamálini hjá FL í AA , má tíverri eisini vísast aftur, tí fyri tað fyrsta himprast hann ikki, tá loyvi skulu gevast øðrum flogfeløgum á føroyarutuni. Og fyri tað næsta: Nær hava hann og parta­menn hansara hugsa um at verja ogn Føroya Folks yvirhøvur? Lat okkum bara taka fiskiloyvini, hvussu ólukk­an er tað komið hartil, at landið hevur mist tamarhald, ræðis- og ognarrætt á hesum loyvum, sjálvt um tað svart uppá hvítt stendur skriva í lógini at hetta er ogn Føroya Fólks?
Og nú skal so AA á sama tilvildarliga hátt forerast til ein ella annan, av Bjarna Djurholm serliga útvaldan keypara, sum veit líka nógv og meir um flogferðslu enn liðið hjá AA?. Ein til­vildarligur ráðgevi, tað kann fyri mín part líka so væl vera Jón Kristiansson, skal koma inn og siga hvar tann heilagi gralurin er grivin? Álvaratos, eru vit ikki komnir longur enn hetta í føroyskum topp-politikki? At taka ein ella annan brúktan Pontius-klút upp av gólvinum at tváa sær í, tá storar avgerðir skulu takast? Nei, hinir rodnu, hetta kann als ikki goð­takast!
Annars situr hann sjálvur, eftir áheitan frá AA, og royn­ir at fáa flúgviavtaluna við ES ígjøgnum, soleiðis at AA kann sleppa út at kappast í Europa. Prísurin er at onn­ur sleppa inn á Føroya rut­una tá tey vilja, so hvar er trupulleikin?
Tá er eingin andsøgn og hann hevur tá bert ein hatt. Tá skal hann bert hugsa um at fáa AA at koyra optimalt. Tá kann hann fara inn um nøkur ár, um politiskur vilji er til tess, og hækka parta­peningin í AA, lat okk­um til stuttleikar siga við somu upphædd, sum suður­oyarleiðin, uttan tær stóru polit­isku kvalurnar, hevur fing­ið seinastu árini (uml. 500 mió.), har landið syrgir fyri at hava meirilutan, og restin av virðisbrøvunum verða seldar Føroya Fólki yvir virðisbræva-marknaðin hjá Sigurdi. Tí tá er vøllurin kanska longdur, tørvur verð­ur á øðrum flúgvarum (tvs. møguligur tørvur á kapitali), og kanska eru aðrir aktørar (kappingin) eisini aftur á veg inn á føroyarutuna. At íløgan uppá sikt hevði givið gott avkast, ivist eg onga løtu í. Tí tey hjá AA kunnu sítt kramm!( Felagið hevur skaffa sær 4 flogfør afturat uttan nakra hjálp frá FL.)
Og tá kann landstýris­mað­­urin í vinnumálum ann­ars royna seg sum ak­­tivan eigaraskara okk­ara alra vegna. Tí hetta er høv­uðsferðsluæðrin hjá okk­um út í heim vit tosa um!
Bjarni Djurholm sigur at tað vil vera betri fyri AA at fáa kapital inn nú, soleiðis at felagið kann vaksa skjótari.



Veksur AA ikki nóg skjótt sum er?
Bjarni Djurholm sigur sam­starv við onnur flogfeløg verður møguligt um okkurt annað flogfelag keypir AA. Sum er, arbeiðir AA sam­an við fleiri útlendskum flog­feløgum, har samstarvið gongur uppá einhvørja avtalu flog­felag og flogfelag í mill­um. Tann nýggja eigaran sleppur AA ikki sjálvt at velja, tvs. møguleikin fyri at samstarvið ikki riggar, er rættiliga stórur.
Privatisering betýðir at onkur annar enn vit, tað før­oyska fólkið skal eiga felagið. Samanumtikið hevur eing­in av forsprákarum fyri søluni av AA klára at sann­ført meg um at tað verður betur fyri føroyska fólki, tíans­heldur AA, at onkur ann­ar enn vit skulu eiga okk­ara flogfelag! Sum faktiskt koyrir ólukksáliga gott? Sjálvt um FL eigur parta­peningin og tað tí pr. liberalistiska definitión ikki kann koyra yvirhøvur?
Nei, lat bara standa til sum er. Tí tað fáast ikki bíligari ferðaseðlar og betri tænasta á Føroyarutuni tá nýggju partaeigararnir, við nýggjum og øðrum stevnumiðjum, fara at optimera driftina í mun til avkast. Tí alt annað líka, fara teir at koyra prís­in so langt upp sum teir kunna, meðan teir skerja upp á útreiðslurnar, soleiðis at vinningsbýti verður opti­malt. Soleiðis eiga teir at gera.
Sannlíkt er, at við einum út­lendskum eigara, sum hev­ur flogfelag í forvegin, verður høvuðsstøðin hjá AA marginalisera, nú ella um 7 ár, tað kann fyri sovítt gera tað sama. Tvs. at tænastustøðið fellur niður á sama støðið sum í 1988.
Og aftaná eina tíð við sama tænastustøði sum í tíð­ini áðrenn Atlantsflog, kunnu vit aftur fara í holt við at byggja eitt før­oyskt flog­felag uppaftur. Við somu grundgeving sum fyrstu ferð& Tað hevur tikið 18 ár at menna AA, og tað fer óivað at taka 18 ár at menna AA2.
Tað sum í roynd og veru hendir hesar dagar, er at FL setur framtíðina hjá einum fe­lag­ið, sum annars, við nú­ver­andi umstøðum, sær út til at hava eina ljósa framtíð, uppá spæl.
Grundgevingarnar fyri at selja, og privatiserings­til­gongdin yvirhøvur (søla av 66%?) eru í hesum føri sera illa undirbygdar, og tykjast meir at byggja uppá fordómar og ideologiskar hugmyndir, heldur enn skilagóðan lands- og vinnupolitikk.
So hugsi tykkum um, og lat vera við at skeita eftir kort­húsinum fyri vestan. Tað kann vera at hátturin sum vit føroyingar hava innrætta okk­ara hús er akkurát passaligur til okkara tørv!