Atlantsflog
Tað gongur betri og betri hjá Atlantsflogi og árið í ár verður tað besta nakrantíð.
Í aðrair grein í blaðnumvil Magni Arge ikki avdúkað, hvussu stórt avlopið hjá felagnum var í fjør.
Men hann segði kortini, at avlopið í 2005 verður størri enn tað var í 2004 og tá var tað 14,1 millión eftir skatt.
Men í tilfari, sum Atlantsflog hevur latið landsstýrinum, upplýsir felagið, at í fjør vaks sølan munandi afturímóti søluni í 2004.
- Sambært tølunum fyri 2005 var sølan í fjør einar 340 milliónir krónur og tað fer væntandi at geva eitt ársúrslit upp á einar 22,5 milliónir, sigur felagið.
Felagið sigur eisini, at tað rindaði tvær milliónir krónur í vinningsbýti í 2004.
Men vinningsbýtið fyri 2005 verður væntandi 10 milliónir krónur.
Samstundis upplýsir felagið, at eginognin við árslok 2005 var einar 150 milliónir krónur.
Sambært ársroknskapinum hjá Atlantsflogi, er nettosølan vaksin frá 130 milliónum krónum í 1999 til 234,4 milliónir krónur í 2004. Í 2005 er nettosølan munandi vaksin og sumnevnt, verður mett, at hon var 340 milliónir í fjør.
Tal av starvsfólki er vaksið frá 64 ársverkum í 1999 til 111 ársverk í 2004.