- Her er so nógv hent í bygdini seinnu árini, at fara vit bara nøkur ár aftur, hevði alt hetta bara verið dreymar. Nú eru hetta veruleikar, sum lyfta Skálavík upp á eitt heilt annað støði enn áður, sigur Linjohn Christiansen

Skálavík er fyri einari rættiligari kollvelting

- Eg føli meg slett ikki útbrendan. Tað gevur orku, tá tað gongur væl, og í løtuni mugu vit siga, at her grør um gangandi fót.

- Her er so nógv hent í bygdini seinnu árini, at fara vit bara nøkur ár aftur, hevði alt hetta bara verið dreymar. Nú eru hetta veruleikar, sum lyfta Skálavík upp á eitt heilt annað støði enn áður, sigur Linjohn Christiansen

Grein úr Sosialinum 24. februar 2025:

 

– Tað er nú, vit sáa, og eg gleði meg at síggja fruktirnar og at alt hetta, sum nú er í gongd her í Skálavík, verður til nakað stórt, sigur Linjohn Christiansen, borgarstjóri í Skálavíkar kommunu

 

Tað gjørdist eitt spennandi kommunuval í Skálavík hesaferð.

 

Eins og fleiri undanfarin val, vóru listarnir tveir, listi A og B, harav listi A á valinum hin 12. november fekk trý umboð, og listi B fekk tvey.

 

Tá úrslitið fyrilá, var bert ein atkvøða á muni millum listarnar.

 

Soleiðis hevur ikki verið fleiri undanfarin val, tá listi A við borgarstjóranum plagdi at fáa fýra umboð, og listi B fekk eitt.

 

Fyrst valdur enn einaferð í Skálavík gjørdist sitandi borgarstjóri, Linjohn Christiansen, og hann hevur verið fyrst valdur á hvørjum kommunuvali, síðan hann stillaði upp fyrstu ferð í 1984.

 

Á valinum í november fekk hann 23 persónligar atkvøður av tilsamans 109, sum vóru á vali í Skálavík hesaferð.

 

Tilsamans 12 valevni bjóðaðu seg fram – fimm á lista A og sjey á lista B, og borgarstjórin heldur fyri, at tað gjørdist óneyðuga tætt millum listarnar hesaferð.

 

Tá bygdarráðið í Skálavík skipaði seg, varð Linjohn Christiansen afturvaldur í borgarstjórasessin, og tískil stendur hann enn einaferð á odda fyri Skálavíkar kommunu í einum nýggjum valskeiði.

 

Hann ásannar, at onkrar ósemjur hava verið um onkur viðurskifti í bygdini seinnu árini, og eitt nú hevur ávísur tvídráttur verið í spurninginum um at útvega vatn til stóru verkætlanina hjá Bakkafrost í Skálavík.

 

- Tað hendi nógv í undanfarna valskeiði. Vit hava fingið 10 nýggjar leigubústaðir, og ymiskt er sett á skinnaran, harav fleiri stórar verkætlanir eru í gongd í bygdini.

 

Linjohn vísir á, at íløgan, sum Bakkafrost er í holt við í Skálavík, sjálvsagt er nógv tann størsta, og hetta er ein íløga sum sambært stjóranum í samtakinum, Regini Jacobsen, nærkast milliardini.

 

- Bara við hesi íløgu fáa vit 30-35 nýggj heilsársarbeiðspláss í bygdini, sigur borgarstjórin.

 

##med2##

 

Øll árini út í eitt  

 

Eingin núsitandi borgarstjóri í Føroyum hevur sitið nær til so leingi út í eitt, sum borgarstjórin í Skálavík hevur gjørt.

 

Tá maðurin sum blaðungur í 1984 fyrstu ferð varð valdur í kommunustýrið og tók sæti í bygdarráðnum hin 1. januar í 1985, stóð hann á gáttini til at gerast fastur skipari við Sólborg hjá Eileri Jacobsen.

 

- Vit fiskaðu rækjur við Svalbard og í Barentshavinum, og eg hevði siglt sum stýrimaður og avloysari sum skipari, men longu í 1986 varð Sólborg seld til Grønlands.  

 

Í 1986 fór Linjohn Christiansen at sigla sum skipari fyri Royal Greenland, og hann hevur siglt hjá felagnum øll árini síðan.

 

- So, hetta er ikki nakar hvølpur, sum vit hava við at gera, sigur hann skemtandi.

 

Hann vísir á, at longu tá hann fór at sigla við grønlendskum skipi, vóru viðurskifti í Grønlandi meira skipað, enn tey vóru í Føroyum.

 

- Tú visti á leið, nær tú fór, og tú visti á leið, nær tú komst aftur. Hetta var eisini ein orsøkin til, at eg – eftir at hava sitið eitt valskeið í bygdarráðnum – valdi at taka við borgarstjórastarvinum sum afturvaldur á kommunuvalinum í 1988.

 

Soleiðis hevur Linjohn sitið í borgarstjórasessinum, samstundis sum hann hevur siglt sum skipari í Grønlandi øll árini síðan hin 1. januar í 1989.

 

Sjálvur heldur hann ikki, at tíðin, hann hevur verið burturi til skips, hevur verið nakar trupulleiki fyri at kunna røkja borgarstjórastarvið í einari lutfalsliga lítlari kommunu øll hesi mongu ár.

 

- Samskiftismøguleikarnir eru so góðir, og tað er so ómakaleyst at samskifta. Eg havi vitað, nær eg havi verið heima, og nær eg havi verið burturi, sigur hann.

 

Ein lítil søga er, tá vit her á Sosialinum høvdu tema um byggivinnu, og vit skuldu brúka fýra stovur hjá borgarstjórum, sum hevur verið ein afturvendandi partur av hesum serblaði.

 

Tá hesar stovur so koma í blaðið, kunnu lesararnir gita, hvør eigur stovurnar.

 

Í hesum førinum sendu vit út skrivligar fyrispurningar til borgarstjórar um stovur, og fyrispurningurin varð sendur í telduposti, tá klokkan nærkaðist midnátt hetta kvøldið.

 

Vit gjørdust ikki sørt ovfarin, tá teldupostur løtu seinni kom úr Grønlandi – við fínari mynd av stovuni hjá Linjohn!

 

Hann var tá staddur á brúnni á rækjutrolaranum Akamalik til fiskiskap í Grønlandi, og hetta er eitt dømi um, hvussu góðir samskiftismøguleikarnir eru í dag.

 

Nýtt rækjuskip á veg

 

Nú vit skiftu orð við Linjohn Christiansen, sum afturvaldan borgarstjóra, hoyrir tað eisini við upp í søguna, at hann í løtuni er hann staddur í Bilbao í Spania, har Royal Greenland byggir enn ein nýggjan rækjutrolara, sum verður liðugur um seinni í vár.

 

Hetta er eitt stórt, stásiligt og nútímans skip, og tað liggur í kortunum, at tað helst verður borgarstjórin í Skálavík og skiparin hjá Royal Greenland øll hesi mongu ár, sum kemur at føra skipið heim, tá tað er liðugt.

 

- Eg fór niður til Bilbao hin 3. februar, og vit eru tríggir av manningini á Akamalik, sum í løtuni eru her – eg sjálvur, maskinstjórin og verksmiðjustjórin.

 

Øll árini, síðan Akamalik sum spildurnýggjur kom í flotan í 2001, hevur Linjohn ført skipið, og hann var eisini niðri í Spaniu av og á, tá skipið varð bygt í Vigo.

 

- Nýggja skipið, sum nú er bygt í Bilbao, verður hitt nýggjasta í røðini í skipaflotanum hjá Royal Greenland.

 

Hann vísir á, at ein orsøkin til, at navnið á nýggja skipinum ikki verður Akamalik, er, at rækjutrolarin framvegis er í vinnu, og tað er ikki óvist, at hetta skipið, sum er frá 2001, ikki eisini verður siglandi.

 

- Okkara uppgáva her í Bilbao er at fylgja við byggingini, nú byggitíðin nærkast endanum, soleiðis at skipið, tá tað verður latið í endanum av apríl, verður siglingar-og framleiðsluklárt.

 

Linjohn vísir á, at umborð í nýggja skipinum, sum sjálvsagt verður so framkomið á øllum økjum, sum nýggj fiskiskip eru í dag, verða eitt nú tríggir stórir robottar – ella tólmenni - við ymiskum uppgávum.

 

- Nýggj fiskiskip av hesi støddini í dag eru framkomin, og soleiðis verður eisini hetta skipið meira framkomið enn Akamalik.

 

Hann sigur, at uppgávurnar hjá robottunum á verksmiðjuni, sum eitt nú skulu skilja og stúva á plattar, eru ikki at taka arbeiðið úr hondunum á manningini.

 

Ætlanin er, at manningartalið, sum er 24 á hvørjum túri, verður hitt sama, men við nýggja skipinum verður framleiðsluorkan størri.

 

- Her hava nýggju tólmennini eisini sín týdning, tí tey møðast ikki og skulu ikki skaffa, sigur hann brosandi og leggur aftrat, at nýggi rækjutrolarin er bygdur til 2050, sum tað verður sagt.

 

Hetta merkir, sigur hann, at nýbygningurin kann roknast fyri at vera eitt framkomið skip tey næstu 25 árini.

 

Linjohn sigur, at nýggja skipið verður bæði størri, meira framkomið og fer at hava størri veiði-og framleiðsluorku enn gamla skipið.

 

Nýggi rækjutrolarin er einar 84 metrar langur og um 18 metrar breiður, og skipið hevur góða og burðardygga maskinorku.     

 

Fylti 67 í september

 

Vit venda nú aftur til Skálavíkar kommunu.  

 

Eftir at hava sitið í bygdarráðnum síðan hin 1. januar í 1985 og borgarstjóri síðan hin 1. januar 1989, fylti Linjohn Christiansen 67 ár í september í fjør og nærkast soleiðis pensjónsaldri.

 

Men, heilsan er góð, og maðurin er til dystin fúsur í einum nýggjum og spennandi skeiði, bæði í Skálavíkar kommunu – og eisini á brúnni á nýggjasta skipinum hjá Royal Greenland.

 

- Jú, eg eri væl fyri – ella eg eri ungur enn, sigur hann brosandi og leggur aftrat, at eftir eina stóra by-pass skurðviðgerð fyri fimm árum síðan, hevur hann verið sum fiskurin og hevur ongantíð følt nakað til hjartað aftur.

 

Tað var hin 3. januar í 2020, at Linjohn fór niður á Ríkissjúkrahúsið, og í mai mánaði sama ár var hann longu aftur á brúnni á rækjutrolaranum í Grønlandi.

 

- Á Royal Greenland hava tey helst viljað havt meg aftur, tá eg var so frægur, tí eg fekk skiparaløn undir allari sjúkraleguni, sigur hann eyðmjúkur.

 

Spurdur, hvussu leingi hann ætlar sær at sita við borðendan í kommununi aftrat, sigur hann, at tað hevur hann slett ikki hugsað um, men í løtuni eru fleiri spennandi verkætlanir í gongd í kommununi.

 

- Tað er mær ein gleði og heiður at sleppa at verða við til at føra hesar verkætlanir út í lívið. Nú eru tað ikki árini, sum borgarstjóri, ið telja, men meira tíðin, sum telur, sigur hann.

 

Linjohn ásannar, at hann er vorðin rættiliga góður við íverksetararnar, sum hava skapt og eru í holt við at skapa virksemi í Skálavík.

 

- Eg vil ikki bara gevast og blaka alt hetta, sum eg eri so góður við, til onnur. Her er so nógv hent í bygdini seinnu árini, at fara vit bara nøkur ár aftur, hevði alt hetta bara verið dreymar. Nú eru hetta veruleikar, sum lyfta Skálavík upp á eitt heilt annað støði enn áður. Umframt alt hetta, sum er komið og sum fer at koma, er eisini ymiskt annað í stoypiskeiðini, sum vit fara at hoyra um seinni, sigur hann.

 

##med3##

 

Fólkatalið nógv vaksið

 

Seinnu árini eru nøkur sethús bygd í Skálavík, og onkrar familjur eru fluttar til bygdina. Samstundis er eisini onkur familja flutt úr Skálavík.

 

Tað, sum serliga hevur sett ferð á fólkavøksturin í bygdini, eru teir tíggju leigubústaðirnir, sum Mark hevur bygt í Skálavík.

 

Allar íbúðirnar eru nú útleigaðar, og tá hugt verður eftir gongdini í fólkatalinum seinasta árið, hevur Skálavík havt ein vøkstur, ið liggur um eini 20 prosent, sum næstan er óhoyrt í Føroyum í eitt ár.

 

Men, tá fólkatalið frammanundan er fáment, og fleiri fólk flyta til bygdar eftir so stuttari tíð, sum tá fólk fluttu inn í tær 10 íbúðirnar hjá Mark, sæst hetta sjálvsagt aftur í stórum prosentvøkstri.

 

Linjohn Christiansen fegnast um góðu gongdina og sigur, at nú liggur fólkatalið í bygdini um 170.

 

- Jú, hetta er ein sera spennandi tíð her í bygdini, og her verða nógv heiltíðararbeiðspláss skapt í nærmastu framtíð.

 

Hann vísir á, at á smoltsstøðini, sum Bakkafrost byggir og sum skal byrja at framleiða um eitt ár, verða eini 30-35 heiltíðararbeiðspláss, tá støðin er liðug.

 

- Tá framleiðslan byrjar á smoltstøðini, verður umleið eitt ár eftir av ætlaðu byggitíðini, til øll støðin stendur liðug. Nøkur arbeiðspláss verða eisini á virkinum hjá MBM, eins og fantastiska virksemið á Mølini eisini er undir útbygging.

 

Borgarstjórin væntar, at samlaða talið av heiltíðararbeiðsplássum, sum Bakkafrost og MBM fara at skapa í Skálavík, fer at liggja millum 40 og 50, tá alt er komið upp at koyra.

 

- Haraftrat er tað, sum Café Mølin skapar av virksemi í bygdini, leggur hann aftrat.

 

##med4##

 

Grundstykkir kunnu útvegast

 

Í Skálavík hava tey í løtuni eitt planerað grundstykki, sum kann seljast fyri einar 120.000 krónur við øllum íbindingum, og hetta er á leiðini, har Poul Jákup Thomsen og Martin Kúrberg hava bygt síni hús.

 

- Vit hava eisini møguleika at veita óplanerað grundstykkir, og tá er prísurin ein heilt annar. Hesi kunnu vit útvega fyri einar 25.000 krónur, og fólk eru hjartaliga vælkomin at seta seg í samband við kommununa um møguleikar fyri sethúsabygging.

 

Linjohn Christiansen vísir á, at í Skálavík er eisini barnaskúli, og samstarv er við aðrar kommunur í Sandoynni um dagstovnaøkið, framhaldsskúla og eldrarøkt, har ein partur av eldrarøktini er á Gerðisgarði í Skálavík.

 

- Tá tørvurin veksur, fara vit eisini at hyggja upp á møguleikarnar at loysa dagstovnapartin í bygdini, leggur hann aftrat.

 

Borgarstjórin vil eisini, at busssambandið til og úr Skálavík verður dagført, soleiðis at bygdin fær eitt betri samband við restina av oynni.

 

- At síggja til er farleiðin millum Sand og Havnina á góðari leið, men tá tað ræður um koyring í Sandoynni og í hesum førunum til Skálavíkar, kundu vit hugsað okkum, at vit høvdu eina betri tænastu, sigur hann.

 

Í Skálavík fáa tey skjótt portur fyri bátahylin, so hylurin verður tryggari, tá uppgangur er.

 

- Bátahylurin er dýptur, har grót og eyrur eru tikin upp úr hylinum, og portrið til bátahylin er eisini komið, men er ikki sett upp enn.

 

Linjohn vísir á, at ætlanin hjá teimum er eisini at “konstruera” endan á grótkastinum í Skálavík øðrvísi og seta spunsil í, so eingin ivi verður um, at grótkastið heldur, tá uppgangurin er ringastur.

 

- Skálavík er brimpáss, og tá uppgangurin er ringastur, stendur nógv á. Hetta eru treytirnar, tá bygdin liggur út til havssíðu í mun til bygdirnar, sum liggja við deyðavatn, sigur hann.

 

Neyvan samanlegging

 

Í løtuni er borgarstjórin í Skálavíkar kommunu ikki hin heitasti fyri samanlegging av kommununum í Sandoyar sýslu.

 

- Eg trúgvi, at vit skulu hugsa okkum um nógvar ferðir, áðrenn nøkur samanlegging kemur upp á tal, soleiðis sum støðan er. Skulu kommunurnar leggjast saman her í sýsluni, má tað vera tí, at tað verður betur – eisini fyri tær smá bygdirnar.

 

Linjohn Christiansen vísir á, at uppi í Sandoyar sýslu er eisini Skúvoyar kommuna, har Stóra Dímun er ein partur av hesi kommunu.

 

- Eg síggi fyri mær, at kommunalt samstarv er gongda leiðin – í øllum førum tey næstu árini her í sýsluni. Vit eru tríggjar oyggjar og átta búpláss, og tí dugi eg illa at síggja, at ein samanløgd kommuna í løtuni hevði verið til gangs fyri okkum í sýsluni. Heldur hevði eg stúrt fyri, at tey smáu plássi í einari møguligari samanlegging høvdu verið riggað av.

 

Tá vit at enda spyrja borgarstjóran, um hann er við at vera útbrendur eftir øll hesi mongu ár í kommununi, sigur hann soleiðis:

 

- Nei, soleiðis føli eg tað slett ikki. Tað gevur orku, tá tað gongur væl, og í løtuni mugu vit siga, at her grør um gangandi fót. Tað er nú, vit sáa, og eg gleði meg til at síggja fruktirnar og at alt hetta, sum nú er í gongd her í Skálavík, verður til nakað stórt, sigur Linjohn Christiansen.

 

##med5##

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

- Her er so nógv hent í bygdini seinnu árini, at fara vit bara nøkur ár aftur, hevði alt hetta bara verið dreymar. Nú eru hetta veruleikar, sum lyfta Skálavík upp á eitt heilt annað støði enn áður, sigur Linjohn Christiansen