Atlantsflog fær 100 milliónir í nýggjum peningi

Jørgen Niclasen hevur nú sent Løgtinginum uppskot um at hækka kapitalin í Atlatnsflog við 100 milliónum krónum.

Allir flokkar á tingi eru samdir um, at Atlantsflog skal hava hesa peningainnspræning fyri at kunna koma ígjøgnum koronukreppuna við skinninum á nøsini. Á tíðindafundi í Tinganesi í morgun skrivaði hann undir lógaruppskotið um eykajáttan, sum er sent Løgtinginum.

– Tað snýr seg um styrkina hjá felagnum, solvensin. Vit skulu hava eitt flogfelag aftan á korona, sum hevur fult trúvirði, so kundarnir eru sannførdir um, at felagið kann virka á sama hátt sum áður, segði Jørgen Niclasen á tíðindafundinum.

– Landið eigur allan partapeningin, og kann tí sum ein hvør annar partaeigari hækka kapitalin í felagnum við einum innskoti, segði hann.

Landsstýrismaðurin vísti á, at ferðavinnan hevur liðið nógv undir koronukreppuni.

– Til ta privatu vinnuna hava vit gjørt hjálparpakkar, sum tey almennu feløgini ikki eru partur av. Tí fara vit sum 100 prosent partaeigari at hækka kapitalinum í felagnum, sum vit føla er tað rætta ayt gera. Atlantsflog hevur sera stóran týdning fyri føroyska samfelagið, tað er okkara lívsæðr út í heim, so vit kunnu ikki gera annað, segði hann.

Jørgen Niclasen hevur eisini havt uppskot í tinginum um eina afturberingarskipan til Atlantsflog eins og FAS skipanin er til skipaflotan. Men hetta uppskotið verður ikki borið aftur í tingið nú, tí semja er ikki um málið í samgonguni og andstøðan tekur ikki undir við tí.

– Men eg arbeiði framvegis við málinum, segði Jørgen Niclasen og vísti á eina kanning, sum grannskoðarafelagið Spekt hevur gjørt fyri Atlatnsflog um at lýsa støðuna hesum viðvíkjandi í øðrum londum.

– Semja er tó í samgonguni um at viðgera málið víðari, segði hann.