Flogferðsla
Ein hugburðsbroyting hjá føroyskum politikkarum er hend seinnu árini til fyrimuns fyri tey, sum ferðast loftvegis til og úr Føroyum, sigur nevndarformaðurin í Maersk Air, Bjarne Hansen.
Hann sigur, at fyrr var tað soleiðis, at tað gekk illa - fyri ikki at siga als ikki - at fáa føroyskar politiskar myndugleikar at ganga við til at seta ferðaseðlaprísin hjá flogfeløgunum niður.
? Tað var líkt til, at hugsað varð meira um tørvin hjá føroyska flogfelagnum enn um, hvat gagnaði tí ferðandi best, sigur hann.
Men nú er vend komin í, og tað er núverandi ferðslumálaráðharranum, Bjarna Djurholm, at takka, sigur Bjarne Hansen. Hann hevur víst heilt øðrvísi hugburð á økinum, enn undanfarin landsstýri hava gjørt, sigur nevndarformaðurin í Maersk Air.
Ferðaseðlaprísirnir skulu góðkennast av loftferðslumynduleikunum - í Føroyum av Vinnumálastýrinum. Men tað hevur fyrr gingið sera illa at fáa loyvi at lækka prísirnar við ávísum tilboðum, vísir Bjarne Hansen á. Ikki fyrr enn nú, nýggjur ferðslumálaráðharri er komin í Tinganes, tykjast marknaðarkreftirnar vera slopnar framat, sigur hann.
At tað hevur gagnað Maersk Air, at framtøk við lágum ferðaseðlaprísum vórðu gjørd í fjør, dylur Bjarne Hansen ikki fyri.
Flogførini vórðu fylt, tí fólk slapp bíliga millum londini. Og tá flogfarið framman undan fleyg við tómum setrum kortini, var tað jú bara ein inntøka afturat, at fleiri fólk ferðaðust fyri lægri prís. Tað verður annað keypt enn ein ferðaseðil, tá soleiðis er.
Nýggjur floti
Flogførini hjá Maersk Air eru millum tey nýggjastu í heiminum. Bjarne Hansen, nevndarformaður í Maersk Air, upplýsir, at felagið vanliga ikki hevur flogførini longri enn eini fýra-fimm ár, áðrenn tey verða seld víðari.
?Hetta er ein politikkur, sum flestu onnur flogfeløg ikki hava. Men tað kemst kanska av, at eg eri uppvaksin hjá A.P. Møller, har vanligt er, at skipini alla tíðina eru á sølulistanum, sigur hann.
Og hann metir ikki nakað vera til hindurs fyri, at tað, sum ber til í skipaferðsluni, eisini kann bera til í flogferðsluni.
Um góða úrslitið hjá Maersk Air í fjør sigur nevndarformaðurin, at tann stóri parturin av avlopinum júst stavar fra keypi og sølu av flogførum.
Tað er við hesum sum við øllum øðrum handli. Tað ræður um at vera úti um seg og vita, nær ein skal keypa og selja.
Nýtt slag
Maersk Air fer á nýggjárinum bara at hava jet flogfør. Tey seinastu propellflogførini verða skift út nú í heyst.
Flogførini, Maersk Air brúkar til ferðafólkaflutning, eru tey kendu Boeing 737 og tey nýggju Canadair Regional Jet flogførini, sum felagið longu hevur nøkur av.
Hesi flogførini verða gjørd í Canada og eru vorðin ein rættilig »succes« beinanveg, sigur Bjarne Hansen. So væl umtókt eru tey, at verksmiðjan stendur seg ikki at gera hesi flogførini. Gjørd eru 500 flogfør til flogfeløg um allan heim, meðan onnur 550 eru umbiðin. Verksmiðjan klárar at lata 14 um mánaðin, so tað verða nøkur ár, til bara tað, sum longu er umbiðið, verður latið.
Tað ger so aftur, at verksmiðjan ongan tørv hevur á at lata avsláttur. Prísurin fyri eitt Canadair Regional Jet við 50 setrum liggur um 23-24 milliónir $, meðan eitt við 70 setrum kostar 30 milliónir $, sum í dag eru góðar hálvttriðjahundrað milliónir krónur. Ella tað sama sum ein undirsjóvartunnil undir Vestmanasund.
Canadair flogførini eru minni enn Boeing 737. Tríggjar støddir er við 50 - 70 og 90 setrum. Tey eru sera vælegnað at flúgva innanríkis við, men verða eisini brúkt á millumtjóða rutum.
Sum vitiligt er, eru bæði fyrimunir og vansar við einum flogfari, sum við øllum øðrum. Hesi nýggju flogførini flúgva sera skjótt, men so hava tey eisini brúk fyri rættiliga langari breyt bæði til at lætta og lenda. Og tað ger so aftur, at tey ikki eru egnað at flúgva til Føroya við, sigur Bjarne Hansen, nevndarformaður í Maersk Air.