Atlantsflog heiðrað fyri lýsing

Fyri fyrstu ferð er ein føroysk fyritøkanominerað at vera millum 20 tær bestu í ríkinum fyri lýsingarherferðir. – Tølini vísa, at tað hevur loyst seg at koyrt hesa lýsingarherferðina, sigur Jákup Sverri Kass, sølu- og marknaðarleiðari hjá Atlantic Airways

Atlantic Airways er komið í fínt selskap, tá um lýsingarherferðir ræður. Saman við lýsingarfyritøkuni, Umwelt, er flogfelagið nominerað at hava gjørt millum 20 tær mest virðisøkjandi lýsingarherferðirnar í ríkinum.
Millum aðrar nomineraðar fyritøkur kunnu nevnast Mercedes-Bentz Danmark, Danske Bank (tvær lýsingar), Føtex, Nike Danmark, Fårup Sommerland, Rådet for Sikker Trafik, Telia Danmark, Telenor, Danske Spil A/S og TDC A/S.
Hetta er ein lýsingarherferð, sum vit hava koyrt í TV2 og seinni í lokalsendingunum hjá TV2. Eisini hava vit havt lýsingar í Politiken og Jyllandsposten, umframt nøkrum lokaldagbløðum, har vit hava mett at ein potentiellur marknaður er, sigur Jákup Sverri Kass, sølu- og marknaðarleiðari hjá Atlantic Airways.
Lýsingarherferðin byrjaði í februar og helt fram inntil miðan mai.
Lýsingarfilmurin, ið er 39 sekund langur, er framleiddur við føroyskum sjónleikarum og við føroyskum tónleiki.
Tað eru Guðrun Eysturlíð og Andreas F. Hansen, ið eru statistar í filminum, Teitur Lassen spælir tónleikin, meðan triðings føroyingurin, Helle Fagralid, tosar inn donsku taluna í filminum.
Hendan kappingin um bestu lýsingarherferðina gongur út upp á, at finna tað marknaðarføringsherferðina við størstu virðisøkingini, sigur Jákup Sverri Kass.

Hevur loyst seg
Marknaðarføringsherferðin miðar móti ávísum málbólkum.
Hjá okkum er tað heilt greitt pør 45 ár og eldri, ið er okkara málbólkur. Tað eru tey, ið eiga áhugan og hava brúk fyri at koma burtur fyri at finna hvønn annan og seg sjálvi aftur. Og tað halda vit Føroyar eru rætta plássið til tað, sigur Jákup Sverri Kass.
Filmurin leggur dent á reinu og óspiltu náttúruna og friðin, og tey bæði, Guðrun og Andreas, ímynda pørini, ið lýsingarfilmurin vendir sær til.
Vit hava hugt eftir tølunum, og vit síggja heilt greitt, at hendan lýsingarherferðin hevur givið valuta fyri pengarnar. Vit hava havt ein munandi vinning av filmi og lýsingum, sigur Jákup Sverri Kass.
Hann sigur, at tíðin nú er hin rætta at venda sær til tilkomin pør, sum eftir at hava livað eitt materialistiskt lív, kunnu koma til friðin og óspiltu náttúrina í Føroyum.
Hetta er fyrstu ferð, at ein føroysk fyritøka er komin so langt í kappingini um mest virðisøkjandi lýsingarherferðina. Og vit skulu jú minnast til, at vit eru komin hertil í kapping við danskar fyritøkur, sum hava munandi fleiri marknaðarføringspengar, enn tað, vit hava, sigur Jákup Sverri Kass.

Spentir
Týsdagin 1. november verður so skipað fyri einum tiltaki í Keypmannahavn, har vinnarin verður kosin.
Tað er Børsen, sum saman við Post Danmark og donsku lýsingarvinnuni, sum skipar fyri tiltakinum. Okkara filmur og lýsingar hava fingið ógvuliga góð skotsmál, og tí eru vit rættiliga spentir til tiltakið týsdagin, sigur Jákup Sverri Kass.
Bara tað er vera nomineraðir er eitt herðaklapp til Atlantic Airways.
Verður tað soleiðis, at vit vinna heiðurin, er tað ógvuliga stórt. Men bara tað at vera við í kappingini á hesum stiginum hevur ógvuliga stóran týdning, ikki bara fyri okkum, men fyri føroyska ferðavinnu sum heild, sigur Jákup Sverri Kass.
Tað verður spennandi at fylgja við, hvussu gongst lýsingarfilminum hjá Atlantic Airways, men uttan mun til um filmurin verður kosin at verða nummar eitt, so hevur føroyska flogfelagið longu vunnið nógv við flotta lýsingarfilminum.