Tá flogfarið hjá Atlantsflog setti seg á flogvøllinum í Vágum um hálvgum níggjutíðina í gjárkvøldið, punkteraði eitt av hjólunum.
– Men vandi var ongantíð á ferð, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantsflog, í stuttari viðmerking.
Flogarið kom inn yvir Leynavatn, og undir sjálvari lendingini, punkteraði eitt av hjólunum.
– Vit vita ikki rættiliga enn, hvat hendi, men okkurt bendir á, at tað var eitthvørt við ABS-bremsiskipanini sum gjørdi tað, segði Magni Arge í stuttari viðmerking í gjárkvøldið.
Tá slíkt hendir, so blíva hjólini so heit, at skipanin automatiskt sleppir luftini úr hinum hjólunum, og tí vóru tað fleiri av hjólunum, sum mistu luftina.
Flogfarið koyrdi eitt sindur longri á breytini, enn tað plagar – og koyrdi fram við avkoyringini inn til terminalin.
Undir slíkum umstøðum ber ikki til at flyta flogfarið, og tí vórðu ferðafólkini koyrd inn til terminalin við bussum.
Magni Arge sigur, at flogfarið steðgaði normalt, og at eingin vandi var á ferð.
Magni Arge sigur eisini, at slíkt altíð skal takast í fullum álvara. Hann minnist ikki fleiri slíkar hendingar, burtursæð frá trygdarlendingunum í Noregi, tá trupulleikar vóru við flapsunum.