Atlantsflog á samanstoytskós

Flogfarið hjá Atlantsflogi og eitt lítið amerikanskt flogfar stevndu móti hvørjum øðrum í somu hædd vestur úr Íslandi. Føroyska flogfarið fekk boð um at lækka, og eingin vandi var nakrantíð á ferð, siga íslendskir loftferðslumyndugleikar

Tað var ongantíð nakar veruligur vandi á ferð, tá eitt flogfari hjá Atlantic Airways og eitt lítið amerikanskt flogfar stevndu hvørt móti øðrum í somu hædd. Ein flogleiðari á Reykjavíkar flogvølli gav føroyska flogfarinum boð um at lækka, og tá flogførini møttust ,var frástøðan um 1.000 føtur, sigur Thormóður Thormóðsson, formaður í kanningarnevndini hjá íslendsku loftferðslumyndugleikunum.
Heimir Már Pétursson í Flugmálastjórn Íslands, sigur við Sosialin, at talan var um eina hending, sum fór fram vestur úr Íslandi seinnapartin tann 1. august.
Flogfarið hjá Atlantsflogi var á veg til Grønlands, og var eftir øllum at døma farið hægri upp, en tað hevði fingið boð um, sigur Heimir Már Pétursson.
Um somu tíð kom eitt lítið amerikanskt flogfar eystureftir, og bæði flogførini flugu í somu hædd. Hetta varnaðist ein flogleiðari á flogvøllinum í Reykjavík, og hann av beinanveg flogfarinum hjá Atlantsflogi boð um at flúgva 1.000 føtur lægri. Tað varð eisini gjørt, og tað var ongantíð nakar dramatikkur yvirhøvur, sigur Heimir Már Petursson.
?Hetta er støða, sum vit javnan uppliva, og hóast einki álvarsligt er á vási, verður boðað frá til kanningarnevndina, sigur hann.
Thormóður Thormóðsson, formaður í Rannsóknarnefnd flugslysa, greiðir frá, at nevndin hevur fingið málið til kanningar, og at kanningar í løtuni verða gjørdar.
?Tað, sum hendi, sigur hann, var at seinnapartin 1. august klokkan 16.10 kom fráboðan um, at tvey flogfør flugu í somu hædd einar 145 fjórðingar vestur úr Íslandi. Hæddin var 23.000 føtur, greiðir hann frá. Annað flogfarið var tað hjá Atlantsflog, og hitt var eitt lítið amerikanskt flogfar við tveimum monnum umborð.
Flogfarið hjá Atlansflogi fekk boð um at lækka 1.000 føtur, og tá flogførini møttust, var mett, at hetta var fráleikin, sigur Thormóður Thormóðsson.
Hann sigur, eins og Heimir Már Pétursson, at dramatikkur var eingin yvirhøvur.
Magni Arge, stjóri á Atlantsflogi sigur við Sosialin, at hann veit um hendingina, men at eingin formlig fráboðan er komin frá íslendsku loftferðslumyndugleikunum til Atlantsflog.
Hann sigur, at umborð á flogfarinum hjá Atlantsflogi virkaðu ávaringarskipaninar, sum tær skuldu, og tey vistu eisini av hinum flogfarinum. Sama var við trygdarskipanini í Reykjavík, sum gav boðini um at lækka flogfarið.
?Slíkt kemur fyri av og á, og vit kunnu so bara staðfesta og gleðast um, at trygdarskipanirnar eru í lagi hjá okkum, sigur Magni Arge.