Atlantsflog til London

Komandi summar fer Atlantsflog at flúgva beinleiðis úr Vágum til London eina ferð um vikuna. Rutan til Glasgow verður niðurløgd

 

Komandi summar fer Atlantsflog at flúgva til London hvønn sunnudag. Talan er um nýggja rutu. Samstundis verður rutan til Glasgow niðurløgd. Flogið verður til London frá 17. juni til seinast í august komandi ár.

Magni Arge, stjóri í Atlantsflog, sigur, at ábendingar hava verið um, at føroyingum dámar at ferðast til London. London er stórur og spennandi marknaður, og skotlandsflúgvingin hevur víst, at fólk fara víðari suður eftir úr Glasgow.

Stjórin á Atlantsflog heldur ikki, at tað verður nakar trupulleiki at fáa eina rutu til London at bera til. Samstarvsfelagarnir hjá Atlantsflog í Bretlandi meta, at betri møguleiki verður eisini at fáa bretar hendanveg, um flogið verður til London, sigur Magni Arge.

Hvagar flogið verður til í London er ikki heilt greitt enn, sigur Magni Arge. Heathrow og Gatwick eru sera stórar floghavnir, og ringt kann vera at sleppa fram at har. Eftir er so Stanstead, sum helst verður tann floghavnin, Atlantsflog fer at brúka á síni rutu til London.

Hvør samstarvsfelagin hjá Atlantsflog í London verður, er ikki endaliga avgjørt enn. Men Atlantsflog hevur fyrr samstarvað við bæði SAS og Icelandair, so ikki er óhugsandi, at tað verður annað av hesum feløgunum, sigur Magni Arge. Hann veit heldur ikki enn at siga endaliga ferðaseðlaprísin.

Um summarið, sum farið er, sigur Magni Arge, stjóri á Atlantsflog, at tað hevur roynst hampiliga væl. Vøksturin í samlaða ferðafólkatalinum í juni, juli og august liggur um 10-12 prosent í mun til somu mánar í fjør, sigur hann.

Í prosentur hevur vøksturin verið størstur á Íslandsrutuni, har hann er umleið 20 prosent. Men fleiri fráferðir hava verið úr Føroyum í ár. Eini 3.000 fólk hava ferðast til Íslands við Atlantsflog í ár, sigur Magni Arge. Eisini á Noregs- og Danmarkarrutunum er ávísur vøkstur. Til Noregs er ferðafólkatalið meira enn tvífaldað hesar tríggjar mánarnar í ár í mun til í fjør. Men tá er eisini ein fráferð komin aftrat.

Á Danmarkarrutunum hevur vøksturin verið eini 12 prosent. Men har vil stjórin ikki upplýsa tøl.

Skotlandsrutan hevur mestsum staðið í stað. Og nú verður Glasgowrutan niðurløgd, meðan flogið fer at verða til London komandi summar.

Magni Arge metir, at pláss er fyri ávísum vøkstri á serliga Íslands- Noregs- og Onglandsrutunum. Hinvegin sigur hann, at sum er, er kapasiteturin í so stórur til hesar ruturnar. Eitt flogfar við 80 stólum flýgur mangan bara hálvfult. So eitt minni flogfar hevði ivaleyst verið betri egnað og heilt givið bíligari í rakstri.

Men nú er støðan tann, at Atlantsflog hevur 80 setur. So er bara eitt at gera. At fylla flogfarið, sum er. Tað metir Magni Arge best at kunna gera við at fáa fleiri útlendingar at feðast við Atlantsflog. Og tað fer felagið so at royna í komandi tíð.