Atlantsmótið framvegis týdning fyri BP

BP er við í øllum trimum framleiðslukeldunum á Atlantsmótinum. Í løtuni borar felagið Williambrunnin á landgrunninum, og í næstum fer felagið eisini at bora leitibrunnar á bretskum øki. Úrslitið av hesum brunnum fáa stóran týdning fyri framtíðar virksemið á hesum leiðum

Oljuleiting: Hetta upplýsir oddamaðurin hjá BP, sum stendur fyri boringini á landgrunninum, Jonathon Truemann. Sama dag sum borurin varð settur í fyri góðum mánað síðani høvdu Rás 2 og Sosialurin samrøðu við hann. Ein partur av samrøðuni var í Rás 2. Vit prenta her alla samrøðuna við bretska oljumannin, sum kann koma at skriva føroyska oljusøgu, nú BP stendur á odda fyri boringini av Williambrunninum.

 

-Hvussu stórur er møguleikin fyri at tit finna olju?

 

-Ein góður spurningur. Har er ein møguleiki, men tað er torført at siga. Har eru so nógvir faktorar, sum skulu ganga upp í eina hægri eind, so vit kunnu í dag bert siga, at møguleikin er har.

 

-Men kanst tú ikki siga, hvussu stórur er hann!

 

-Vit rokna við, at hann er millum 10 og 15%. Men vónirnar liggja meira í tí sannroynd, at vit hava ikki nógvar upplýsingar at byggja eina analysu á.

 

-Um BP ikki hevði bundið seg til at bora ein brunn, høvdu tit so kortini viljað brúkt so nógvar pening til at bora í hesum økinum?

 

-Tað er altíð torført at siga. Antin vit bora ella ikki byggir altíð á, hvussu væleydnað boring hevur verið í økinum frammanundan. Fimm brunnar eru boraðir í Føroyaøkinum, so Williambrunnurin byggir eisini á tær royndirnar.

 

-Um Williambrunnurin er turrur, fer BP so at taka seg úr Føroyaøkinum?

 

-Eisini hetta er ein torførur spurningar at svara. Tí tað er ein svart/hvítur spurningur. Úrslitið fer altið at vera nakað, sum minnir um grátt. Tað er sera torført at siga, hvat vit fara at gera í Føroyum eftir Williambrunnin. Tað veldst sjálvandi um úrslitið. Lat okkum nú bíða og vita, hvussu fer at ganga.

 

Fleiri leitibrunnar

-BP er eitt av mest virknu oljufeløgunum vestan fyri Hetland og framleiðir olju og gass á trimum støðum, Foinaven, Schiehallion og Clair. Er hetta økið framvegis av stórum týdningi fyri BP?

 

-Vit hava nakrar nýggjar leitibrunnar á tekniborðinum. Men vit skulu eisini minnast til, at BP arbeiðir ikki bert í Bretland og Føroyum. Vit arbeiða um allan heim og bora leitibrunnar í nógvum londum. Tað er eisini ymiskt, hvussu eydnan er við okkum. So eg kann bert siga, at vit fara at bora á Atlantsmótinum eins væl og í øðrum pørtum av heiminum.

 

-Williambrunnurin verður 4760 metrar djúpur. Er møguleiki at finna framleiðandi reservoir á so stórum dýpi í tí økinum tit bora?

 

-Tað veldst alt um, hvat vit finna. Um vit raka við grótsløg, sum goyma olju og gass á tí dýpinum. Okkara høvuðsmál, reservoir liggur á millum 2500 til 3000 metra dýpi. Vit kunnu finna olju og gass á so stórum dýpum sum millum 4500 og 5000 metrar. So tað er møguligt at finna kolvetni har.

 

 

3. útbjóðing

-Fer BP at vera partur av 3. føroyska leitiumfarinum?

 

-Aftur, so veldst tað um úrslitið av Williambrunninum. Um vit fáa týðandi upplýsingar í brunninum, so er tað ein møguleiki. Tað er tó ein torførur spurningur í løtuni, tí vit bora júst nú.

 

-Tit skulu bora gjøgnum basalt. BP hevur ikki drúgvar royndir á tí økinum!

 

-Tað er rætt. Tað er rættiliga óvanligt í oljuverðini at bora gjøgnum basalt. Og tað er eisini torført. Eisini er avmarkað, hvat tú sær undir basaltinum.

 

Góðtaka tykkara treytir

-Herfyri hevði føroyska oljuumsitingin fund við oljufeløgini um framtíðar regulverkið, sum oljufeløgini skulu arbeiða innan fyri á Føroyaøkinum. Hvat er tykkara áskoðan um treytirnar settar verða tykkum frá Jarðfeingi?

 

-Eg veit ikki, um vit veruliga hava nakra meining um hetta. Tað er altíð upp til tað landið, sum eigur undirgrundina at avgera, hvørjar treytir verða settar feløgunum. Vit arbeiða sum eitt altjóða oljufelag í mongum londum, og vit geva okkum undir tær treytir, sum hesi lond áleggja okkum. Tað er ein partur av tí at reka vinnuvirksemi í fremmandum londum.

 

Rosebank spennandi

-Vit hava í eina tíð hoyrt nógv um Rosebankbrunnin við markið og frægu úrslitini av metingarbrunnunum. Heldur tú, at Rosebank kann fáa avgerandi týdning fyri alt økið?

 

-Eg eri vísur í, at tað kann fáa týdning, men almenningurin hevur ikki fingið nógvar upplýsingar um hesa kelduna, men hetta er eitt sera áhugavert fund, og tí ger tað okkum enn meira áhugaðar fyri økinum. Hetta er eitt spennandi fund í eini spennandi tíð.

 

-So tú heldur, at eisini Føroyar kunnu síggja hetta fund sum av stórum týdningi fyri framtíðar virksemi í øllum økinum, eisini Føroyum?

 

-Tað veldst alt um fyristøðufelagið í hesum økinum, Chevron. Vit hava so ikki nokk av upplýsingum til at meta um, hvørt Chevron ætlar at fara víðari til at útbyggja feltið. Tað er teirra avgerð eina og aleina. Men kemur tað hartil, at Chevron fer undir at byggja út, so er tað gott fyri alla vinnuna og økið.

Atlantsmótið týdning

-Hvussu týdningarmikið kannn Atlantsmótið gerast fyri framtíðar oljuleiting?

 

-Har er altíð ein framtíð. Og tess meira verður funnið, tess meira spennandi verður tað.

 

-Vit skilja, at tað eru tvey mál í Williambrunninum. Nær fara tit at koma út við ítøkiligum tíðindum um boringina?

 

-Vit fara at koma við upplýsingum sohvørt vit koma longur við boringini. Úrslitið av boringini fer ikki at siga so nógv fyrr enn hon er heilt liðug, og vit hava havt stundir til at evaluera upplýsingarnar. Vit vilja sleppa undan at fara út við upplýsingum ov tíðliga, sum kanska byggja á ov lítla evaluering. Vit mugu fyrst fáa øll data til vega og síggja, hvat tey veruliga siga okkum.