Atli á blettinum

Atli Danielsen skoraði einsamalla málið hjá Frem í venjingardystinum ímóti Sønderjyske leygardagin

Landsliðsleikarin legði gestirnar á odda við vøkrum beinleiðis frísparki, tá seinni hálvleikur var hálvrunnin. Eisini Jón Rói Jacobsen var í verjuni hjá Frem, og heimasíðan hjá felagnum sigur, at hann var besti maður hjá Frem hendan dagin. Komandi venjingardystur hjá Frem er ímóti Toda Jónsson og FC Amager.