Atli Dam sigur frá pápa sínum: ? Eg havi gjørt mítt besta eg elski tykkum øll?

Til Javnaðarstevnuna, sum var í Trongisvági bað fyrireikingarbólkurin Atla Dam tala um pápa sín sum privatpersón

Atli P. Dam


Tað havi eg skilt soleiðis, at tað minni er um politikk Petur Mohr Dams, men meir um hann sum privatpersón og pápa. Um lívsins gongd í einum so politiskt merktum heimi, ja ein kann siga burturav politiskum heimi.

Hvussu tað gekst hjá honum at fáa stundir til av vera pápi, og at hava ein gerandisdag saman við sínum.

Afturlítandi kann eg vegna øll okkum systkin siga, at vit meta okkum at hava haft ein góðan og tryggan barndóm og ungdóm við ógvuliga nærum tilknýti til heim og foreldur, og familjuna hjá teimum í bæði borð, og hon var, sum kunnugt, sera stór - 17 mostrar, fastrar, mommu - og pápabeiggjar - og hon vaks allatíðina.

Harumframt blivu vit knýtt at hópi av fólki, sum familjuliga ella politiskt vóru í umhvørvinum hjá foreldrunum, eisini vóru nógvir sera góðir grannar, har tilknýtið var út um tað vanliga.

Mamma var fostrað í Skorti hjá Jacobinu og Cederfeldt, og pappa hevði fyrstu árini á Tvøroyri tilhald hjá Agnas, so alt tað umhvørvið gjørdist okkara, hartil serligu vinir teirra.

Fyri meg var tað náttúrligt at hava í minsta lagi 3 ommur, og tá var Sára Maria ikki íroknað, men omman á Brekkunum, Binomman í Skorti, Mýruomman á Tanganum ella Agnas.

Eisini áttu vit Lisabeth hjá Rudolf sum reservamammu, hóast hon hevði nóg mikið at síggja til við sínum nógvu børnum.

Øll hesi fólk - nær tilknýtt - komu til okkara nærum sum húsfólk. Hartil hundraðavís av fólkum í ørindum til P. M. Dam, politiskum og privatum.

Tað kundi tí ofta kennast, sum livdu vit á ?Fredericia Banegaard? har, sum kunnugt, flestu ferðafólk skifta tok.

Miðdepulin í øllum hesum var sjálvandi Petur Mohr Dam, sum fáar løtur kundi leggja arbeiði sítt ella uppgávurnar fyri onnur til viks og taka sær av løttum.

Kortini kendu vit hvør sær, at hann altíð hevði tíð til okkum, sum Th. Michael segði ígjár. Vit kendu, at hann hevði tíð til at lurta, tíð til at taka sær av okkara trupuleikum, og var til reiðar at geva góð ráð.

Sum nevnt komu í hundraðatali av menniskjum, sum hildu, at Dam kundi hjálpa. Fyri okkum, sum t.d. høvdu glett okkum til at síggja pappa, tá hann kom aftur av ferð, var tað ofta skuffandi, at beint sum Smiril var komin, vóru tey flest í tali.

Sovorðnar løtur lærdi ein, at okkurt kundi koma fram um okkum og okkum longdist eftir, at stovan skuldi gerast tóm ella pappa fáa stundir til at koma uttar í køkin, sum sjálvandi sostatt gjørdist miðdepulin í húsinum.

Men ásett vitjunartíð var ongin. Hon var tá Dam var á Tvøroyri.

Tað er nokk so lýsandi, at fyrstu orðini, Bjarma systir dugdi at siga vóru:


?Dam inni!?


Heim okkara hevði soleiðis eina breiða hurð úteftir, men vit fingu eisini, sum tey siga í dag, eitt stórt ?input? ella ávirkan uttan úr samfelagnum, lokalt, úr oynni, norðaneftir og úr útheimi.


Okkurt heilt privat

Kortini áttu vit ein part eftir, sum bara var okkara. Tað sum pappa nevndi ?Reiðrið?, sítt reiður, okkara reiður, har hann treivst ótrúliga væl, og har vit meta, at hann kendi seg veruliga lukkuligan. Hann var ótrúliga stoltur av konu síni, og hon hinumegin gjørdi tað, hon var ment fyri at varðveita ?Reiðrið? fjálgt og gott, og hevði - sum nógvar sjómanskonur - langar tíðir ábyrgd einsamøll av hesum reiðri, tí telesambandið ella sambandið út hagar, sum pappa var, var ikki nær námind tað sama sum nú.

Eg haldi, at pappa kendi seg nema styrki úr Reiðrinum, inspiratión og kraft til tað ótrúliga arbeiðsavrik, hann framdi ígjøgnum alt lívið. Og her lá mammusa partur ikki eftir. Húsini vóru ikki eins stór tá, sum nú, men rættuliga stór at halda samstundis sum takast skuldi ímóti so serliga nógvum fólki, og hartil longri tíðarskeið eiga ábyrgd eisini av fíggjarviðurskiftunum.

Undir krígnum var hetta lættari sagt enn gjørt, tí lærarar stóðu lønarliga stórt sæð í stað fram til 1948/49, hóast eina dundrandi lønarinflatión krígsárini.

Pappa hevði tó fram um aðrar lærarar nakað av nevndarsamsýningum og bleiv í 1947 fólkatingsmaður, men kortini onki at vera rúmmiskur við, og ofta var ongin annar kassi at fara í uttan hansara egni, tá ein hjálpandi hond skuldi veitast fyribils, ella tað kundi blíva ein ella onnur kautión.

Hesi viðurskifti vistu vit børn væl um, tí foreldrini talaðu rættuliga opið við okkum um slíkt, og tað var helst ikki vanligt tá.

Tí kann eg eisini fortelja, at tað mangan bleiv gingið nokk so nær fyri at fáa til kostnaðin av at reka politiskt virksemi, og einaferð manglaði 2 oyru í at fáa til frímerkið, sum skuldi fáa tilfarið til Sosialin norður. Hvør skuffa varð vend og mamma fann 2 oyru.

Nú skal hetta ikki vera mát fyri, hvussu vit sótu í tí, tí í mun til so mong onnur heim høvdu vit tað sosialt og fíggjarliga gott og trygt.

Og hinvegin vóru mong, sum av sínum eintingum stuðlaðu, tá val var í hondum.

Legði merki til í einum Sosiali frá sekstiárunum, at eitt valstríð hevði kostað 29.000 kr. harav 21.000 kr. vóru savnaðar inn ímillum limir.

Hetta sigur nokk so nógv, tá haft verður í huga, at fakrørslan ikki stuðlaði fíggjarliga, sum í øðrum londum. Einaferð játtaði Fylking tó nakrar hundrað krónur í valgrunn.


Skyldfólkini

hjá Ragnhild

Sum viðurskiftini vóru, har pappa ikki fekk gjørt stórvegis kropsligt arbeiði vegna veikan rygg, so stuðlaðu abbin Th. Michael og mammusystkini sera nógv í slíkum málum.

Pappa var ótrúliga glaður fyri verforeldur síni og svograrnar og svigarinnurnar, hann fekk ígjøgnum Ragnhild. Hann var góður við tey øll, royndi at gerast teim líkur so hann - hóast ikki suðringur - var góðtikin.

T.d. sigur Bergur, at hann væl nøgdur lærdi seg at salta spik og handfara tvøstið, tí tað hevði hann frá Óla, sum var formaður á grindabáti okkara, og hartil autoritetur í grindabýtinum. Sjálvur haldi eg nú, at eg lúrdi Óla kynsturin av longu sum stórur smádrongur.

Tað eg vil siga við hesum er, at ongin politikari er virkisførur uttan eitt bakland, sum riggar, og við mammu fekk P.M.Dam sín dyggasta stuðul og samstundis eitt sterkt og ótrúliga víðfevnt bakland av mentaðum fólkum við hugsjónum, djørvum tankum og vilja til at stríðast fyri teimum. Hetta fyrst og fremst eftir Th. M. Strøm, sum var fakligur undangongumaður og politiskur slóðari.

Hesa ásannan av tí týdningi, felagin á lívsleiðini hevur, vil eg nýta høvi til at vátta, hóast Sólvá ikki fær verið her fyrr enn seinnapartin. Politiskt arbeiði kundi eg ikki røkt, var ikki fatan fyri tí í familjuni.


Tolsemi og toleransa

Annars mugu vit systkin sanna, at ein serligan eginleika átti pappa langt út yvir tað vanliga, nevnliga tolsemi.

Hann hevði altíð tol og átti eina toleransu, sum gekk longri, enn ein kundi vænta av vanliga kærligum foreldrum. Ja so nógv longri.

Ein ótrúligur vilji til at fata tað, sum bylgdist í okkum børnum og roynd at stuðla, tá vit kendu mótgang, og vilji til at liva við í okkara tiltøkum. Gekst ikki eftir vild, eggjaði hann til at leggja á aftur.

Eitt lítið privat dømi:

Tit sum kendu eftirnølaran Berg sum ein lítlan ?Provo? - onkur sigur stóran - við longum hári, argandi framferð og víðgongdari uppfatan, minnast kanska, at hann keypti sær sera trongar buksur. Tær vóru orangsjulittar á høgru frambrók og turkis á vinstru, meðan bakbrøkrurnar vóru øvugt littar. Mamma var um at sálast, tí slíkt kundi ein ikki fara í dans í, og appelleraði til pappa um hjálp.

Men hann visti sum var, at forboð dugdu ikki og segði:

?Skal eg siga mína meining, eru hasar buksurnar andskræmiliga ljótar, men torir tú í tær í dans, so taki eg hattin av fyri tær?

Bergur fekk eina grumma lagnu í dansinum, tí onkur fekk gott tak í hetta langa hárið og dragsaði hann tvørtur um klubbagólvið.


Politisk sambond

Samferðsluviðurskiftini vóru ógvuliga lítið útbygd fram til sekstiárini, tí fórt tú millum bygdir við Smirli, Mjólkabátinum ella gekk yvir fjøll. Hetta gjørdi, at nógvir álitismenn floksins vóru nógv hjá okkum, og summir gistu stytri ella longri.

Hetta gjørdi, at vit komu at kenna nógvar partamenn aðrastaðni frá og politiska prátið gekk uppá lívið, mest í dagligstovuni, tann stovan, ein gekk beint innar í frá úthurðini.

Pappa skapti sær á henda hátt eitt álitismannanet, sum gagnligt var, tí organisatiónin - floksskipanin - var veik og lítið útbygd tá. Hetta kom m.a. mær tilgóða so seint sum í 70únum, tá mangir teirra, sum Dam hevði neyvt sambandi við, tóku meg til sín, og av sínum eintingum góvu góð ráð og viðmerkingar til kjakið, sum tá ígjøgnum útvarpið rakk skjótari og longri út í samfelagið.

Partar av hesi skipan blivu uppbygdir við støði í teirru stóru familjuni.

Fyri okkum, sum ídag aldri hava eina løtu tøka og nærum ongantíð vitja skyldfólk og vinir, er tað ófatuligt, at ein so sterkt upptikin maður, sum P.M.Dam, kundi geva sær tíð til at viðlíkahalda øll hesi sambond.

Var hann heima bara nakrar agar, so vitjaði hann í mongum heimum m.a. tey, har avvarandi av Fylking og Fiskepigernes Fagforening búði, men eisini hjá mongum partafólkum og vinum.

Tann serliga rutan byrjaði ofta á Trøðini hjá Jens í Skorti, síðani á Brekkunum, í Skorti, hjá Agnas, á Tanganum, hjá Hjalgrím og Fíu, í nøkur ár Martin Joensen og Linu, hjá Honnu á Mýru. Hetta vóru við mínum alnamáti langir gongutúrar.

Meðan Dam so var inni, t. d. á Brekkunum vitjaðu mong inn at práta ella lurta.

Aðrir túrar gingu út undir Skorðar, har nógvir partamenn búðu, ja sjálvt niðan í fólkafloksháborgina á Hamri, tí har búði Dánjal í Gerðinum, upp aftur aðrar túrar mong hús í Valinum.

Hesar túrar fór hatturin av óteljandi ferðir, ja vit plagdu at flenna at, at tá dunnurnar nikkaðu fram við vegnum, fór hatturin automatiskt av sum svar, tí hann var aloftast í djúpari og sterkari samrøðu við onkran, hann fylgdist við.

Slíka gongd hevði hann eisini í tey ávísu húsini í Havn, har hann fekk vent sínum hugskotum og talað fyri nýggjum útbyggingarætlanum, sum altíð vóru fleiri í huga.


Áhaldandi agitatión

Petur Mohr Dam var ein ótrúliga íðin agitator. Ikki á ein ágangandi og indoktrinerandi hátt. Men í tí dulda ávirkaði hetta, tí tóku so mong av hansara skúlanæmingum undir við politisku hugsjónum hansara.

Tey tøkniligu amboðini vóru fá til slíka agitatión, ongar teldur, men heldur ikki fotokopiering ella duplikatorar.

Tí strongdi hann skrivimaskinuna við 13-14 gjøgnumsløgum hóast bert 9 tey fyrstu vóru væl nýtandi.

Tey politisku brøvini og skrivini blivu soleiðis send til álitismenn úti um landið, og skuldi fleiri gjøgnumsløg nýtast, mátti skrivast fleiri ferðir, og vóru ungfólk sum dugdu væl at skriva uppá maskinu, var hann sera fegin - og framligur - til at fáa tey at skriva. Her hugsi eg serliga um Jákup Lindenskov og Hans Hendrik Strøm, men eisini mong onnur t.d. starvsfólkið á kommunuskrivstovuni Anna, Poul Øster og Jaspur.

Hinvegin skrivaði P. M. Dam so túsundir av brøvum fyri onnur.

Álitismennirnir bóru boðini frá Dam víðari, og hetta skapti tjak úti um landið.


Indoktrinering?

Eg kendi ongantíð eina tilvitaða indoktrinering fyri sosialismuni, men vit fingu náttúrliga at vita hvat var uppi, hvussu gekst við teimum ymsu projektunum sum AT - Flakavirkinum - Kolinum - Hvítanesi - Arup o. s. fr. og teim mongu sosialu ábótunum og lóggávu annars, sum hann samráddist við partamenn í Danmark og øðrum londum um.

Tey 21 árini, eg var burturi, fekk eg hvønn Tjaldursfart bræv um øll viðurskiftini hjá familjuni, men ofta við onkrum ókommenteraðum politiskum máli ella virkisætlan.

So helst hevur hann ynskt, at eg skuldi hava politiskan førning um brúk bleiv fyri tí, men eg haldi ongantíð hann beinleiðis nevndi, at eg skuldi spæla ein politiskan leiklut. Kanska tí hetta umhvørvi kundi vera nokk so beiskt.

At so var sannaðu vit skjótt sum børn, men vit treiskaðust móti ágangi og lærdu at sletta tað av okkum.

Petur Mohr Dam hevði eina ótrúliga arbeiðsorku: Túsundir av brøvum, nógv fundarvirksemi saman við starvsfólki og umboðum í kommununi, AT, Fylking, Fiskepigerne o.s.fr. Minnist mangan hvussu Hans Hendrik varð spentur fyri, bæði meðan pappa var burturi, og tá hann var heima.

Hvussu hesi fólk hava kent seg, veit eg ikki, men mær kom tað fyri, at hann bant alt saman í eitt net, familjuna, vinfólk, samarbeiðsmenn og kvinnur, starvsfólk har hann virkaði og sjálvandi partamenn um alt landið.


Avrikið 1959-63

Ikki fyrr enn 60 ára gamalur kom P. M. Dam í landsins hægsta politiska starv, men umsitingin í Tinganesi var veik og lítið útbygd. Tá komu hansara arbeiðsevni til sín rætt. Tí frá 1959 til 1963 svaraði hann persónliga hvørjum einasta brævi við lítlari frásøgn um, hvagar málið var sent til viðgerðar og nær avgerð kundi væntast.

Tað var eisini ótrúligt hvat kundi skapast og bleiv skapt hetta fýra ára skeið.

Tað kom okkum fyri, at hann evnaði eini 3-4 ting ísenn. Skriva, lurta, tala í telefon, durva sekundir ella eitt minut, men kortini svara ella leggja uppí prátið, sum var innandura.

Alt tóktist hann hava tíð til, sjálvt at tala við heilt ung fólk, sum tímdu at lurta, vóru tikin í sama álvara.


Mótstøða - Vónbrot - Nýggj átøk

Skal enda við at minna á, at Petur Mohr Dam vóru nógv vónbrot fyri.

Mótstøðan var hørð og ágangurin ræðuligur. Verkætlanir brustu og virki, fingin á føtur við bit og slit, fóru av knóranum. Í 29 ár av hansara 40 tingárum sat flokkurin í andstøðu, men kortini haldi eg nógv stendur eftir sum politiskir varðar.

Tí hann fall ongantíð í fátt. Kundi kennast tyngdur stutta tíð, men var so aftur í virki fyri nýggjum hugskotum og ætlanum. T.d. haldi eg, at hann sama dag sum gjørt var av, at AT ikki skuldi fáa stuðul, fór undir nýggja arbeiðsskapandi ætlan.

Bert eitt bræv havi eg funnið, har hann tosar um at leggja frá sær, og tað er aftaná eina órættvísa skuldseting frá partamanni, sum ikki kundi taka undir við eini tungari politiskari semju, sum neyðug var ímillum Javnaðarflokkin, Sjálvstýrisflokkin og Sambandsflokkin.

Har verjir hann sína støðu, men sigur, at tað lættasta var um hann legði frá sær.

Tað gjørdi hann tó ikki, og teir báðir gjørdist væl aftur seinni. Hann legði ikki frá sær, men kroppurin - hylstrið.

Seinastu orðini, hann segði, vóru:

» ? Eg havi gjørt mítt besta ? Eg elski tykkum øll.«