Atli Gregersen, liðskipari hjá Víkingi var greiður og bersøgin, sum altíð, tá Rás2 fekk orðið á hann og liðskiparan hjá 07 Vestur, Tór-Ingar Akselsen ígjár, aftaná 3-1 sigurin hjá Vìkingi á heimavølli ímóti 07 Vestur.
Tór-Ingar Akselsen helt, at hansara lið stóð seg væl, og hevði nóg nógvar málmøguleikar til at fáa, ið hvussu er eitt stig.
- Eg og Tór-Ingar havi so ikki sæð sama dyst, undirstrikaði Atli, sum samstundis bjóðaði Tór-Ingar niðan til kaffi at kjakast um tað, um hann var ósamdur. Men Tór-Ingar hevði onga viðmerking.
Í ljóðbrotinum undir myndini ber til at hoyra tað, sum Atli Gregersen og Tór-Ingar Akselsen søgdu í sendingini "3. hálvleikur" á Rás2.