Fyrrapartin í dag vandi føroyska landsliðið fyri seinastu ferð, undan Nations League dystinum móti Aserbadjan, sum verður í annaðkvøld klokkan 19.45. Liðskiparin á føroyska landsliðnum, Atli Gregersen, leggur lítið í, at tað er blivið nakað kalt og vátt í veðrinum.
Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini
- Vit leggja ikki so nógv í, um tað regnar og er eitt sindur kalt. Vit hava nakað at hevna, eftir avrikið í Kosovo, ið vit tó ikki halda er so vánaligt, sum tað verður gjørt til. Tað boblar í hópinum og vit vilja sleppa at vísa okkum fram, sjálvt um vit vita, at mótstøðan er eitt hakk betri enn Kosovo, sigur liðskiparin, og leggur afturat:
Les eisini: Ongar umberingar úr Aserbadjan
- Vit eru í Føroyum. Tað er regn, vindur, kalt í veðrinum og fólk í ketildrakt á áskoðaraplássunum. Hetta er okkara heimavøllur og vit eru spentir, sigur Atli Gregersen.
Kenni ikki Finnur
Liðskiparin hevur fyrr spælt saman við Finni Justinussen, sum sær út til at spæla frá byrjan í annaðkvøld, men Atli Gregersen kennir hann bara sum “FFM”.
- Vit kenna hann bara sum “FFM”. Tað stendur fyri Finnur finnur málið. Eg eri vísur í, at um hann spælir, so leggur hann alt hann eigur í tað. Hann arbeiðir hart og rennur nógv. Hann er glóðheitur í løtuni, so kanska tað luktar av einum máli, sigur Atli Gregersen og sigur víðari um møguligu broytingarnar.
- Tað snýr seg um hjá okkum, at fáa okkara bestu spælarar á bóltin. Kemur Jóan Símun Edmundsson longur aftur at spæla, so fær hann eisini bóltin oftari, og kann skapa fleiri góðar støður, sigur Atli Gregersen.
Aserbadjan er eitt gott lið
- Teir dáma væl at hava bóltin og flyta hann runt, fyri síðani at seta leikferðina upp, tá teir fara í álop. Hetta er nakað, sum bæði føroysk lið í Evropa, og landsliðið hevur havt trupulleikar av. Tað skulu teir ikki sleppa, so helst fara vit at royna at mynda spælið í hesum dystinum, ella koma vit bara at renna aftaná. Tá verður trupult at halda fast í bóltinum, og tað var nakað av tí, sum hendi í Kosovo, sigur liðskiparin, sum vónar at áskoðararnir kunnu bera teir fram.
- Vit vilja sjálvandi vinna hendan dystin og vóna, at áskoðararnir koma í góðum lag og í góðari tíð, tí tað verður teir, sum bóru okkum fram seinast, sigur Atli Gregersen.
Føroyar spæla móti Aserbadjan í 3. umfari í Nations League í annaðkvøld klokkan 19.45. Kosovo er á odda í bólkinum við fýra stigum, meðan Føroyar hava trý og Aserbadjan hava tvey. FM1 sendir frá klokkan 10 í morgin.
Vit gita liðið:
Gunnar Nielsen – Gilli Rólantsson, Atli Gregersen, Odmar Færø, Viljormur Davidsen – René Shaki Joensen, Hallur Hansson – Jóan Símun Edmundsson, Brandur Hendriksson, Kaj Leo í Bartalsstovu – Finnur Justinussen