Atli Gregersen: Vit vilja so gjarna rinda aftur til áskoðararnar

FM1: Tað sigur liðskiparin í táttinum “Captain’s log book” undan landsdystinum móti Rumenia

##med2##

Føroyska landsliðið hevur í dag havt sína seinastu venjing undan EM-landsdystinum móti Rumenia leygardagin. Í táttinum “Captain’s log book”, har liðskiparin hevur orðið, sigur Atli Gregersen at hann vil sleppa at rinda aftur til áskoðarar.

- Eg hoyri at tað verður fult hús í morgin, og tað eri eg ótrúliga stoltur av. Eg haldi ikki vit hava rindað nokk aftur til áskoðarar, men tað vilja vit so gjara gera í morgin, sigur Atli Gregersen eftir venjingina í dag.

##med3##

Stóra samtaluevnið er verjuspælið, tí føroyska landsliðið hevur latið ov nógv mál inn seinastu dystirnar. Lars Olsen hevur boðað frá, at vit spæla við trimum í miðverjuni. Tað merkir at vit í løtum verja við fimm, tá vongbakkarnir verða trýstir aftur.

- Vit hava vant nógv við verjuspælinum, men tað er ta dysturin byrjar at vit skulu verða til reiðar. Til venjing spæla vit við keylum, men trupulleikin er at tá dysturin byrjar, so standa keylirnar ikki í stað, sigur Atli Gregersen brosandi.

EM-landsdysturin millum Føroyar og Rumenia verður leygardagin klokkan 17. FM1 hevur beinleiðis frásøgn og upptakt verður frá klokkan 15. Fríggjadagin klokkan 16 verður Lars Olsen gestur í Fótbóltspanelinum.

##ms##

FM1: Samrøða við Atla Gregersen undan landsdystinum móti Rumenia