Atli ikki við sunnudagin

Atli Danielsen fór út við skaða í dystinum í gjár, og verður neyvan klárur hjá KÍ sunnudagin.

– Tað havi eg ikki góðar vónir um, viðgekk Atli Danielsen eftir dystin í gjár. Hann fekk eitt slag á fótliðin, sum var ógvuliga hovin eftir dystin, har Atli Danielsen gekk við ísi um fótin. – Tað er ræðuliga keðiligt at verða skiftur út ein dyst sum henda, men tá tú ert skaddur er tað sjálvandi betri fyri liðið, at ein frískur maður kemur inn, segði Atli Danielsen.