Flytingar vindeygað er framvegis opið, og í fleiri feløgum verður arbeitt við at fáa nýtt fólk.
Í síðstu viku vórðu fleiri nýggir spælarar skrásettir í AB, og tá flutti Súni Fríði Barbá úr AB og til FSV04. Hann var á liðnum, sum spældi 1-1 í Runavík.
Andrew av Fløtum flutti sunnudagin úr Fremad Amager og til HB. Andrew var ikki við, tá ið HB var partur av málleysum javnleiki í Vági. Annað mikukvøld skal HB aftur til Vágs. Tá verður seinna hálvfinalan í steypakappingini á skránni, og tá verður Andrew av Fløtum við í HB ferðalagnum.
Í NSÍ verður arbeitt við at finna nýggjan álopsspælara. Har verður ikki hildið, at Andersson hevur megnað tað, sum roknað varð við.
Í Klaksvík verður eisini leitað eftir fólki. Í fyrsta umfari eru teir ikki farnir so langt. Tá ið KÍ vandi seinnapartin sunnudagin, vóru Atli Danielsen og Ovi Nysted millum spælararnar. Atli er komin heim í summarfrí frá Frem, har hann hevur verið fastur maður á miðvøllinum. Ovi hevur higartil í ár spælt við B36. Leygardagin var hann á næstbesta liðnum, sum smurdi KÍ av.
Sum tað skilst, so er ætlanin í Klaksvík, at loyvi hjá Atla skal fáast til Klaksvíkar, so hann verður við ímóti AB mikukvøldið. Ovi hevur ikki vant við B36 seinastu vikurnar. Um spæliloyvið hjá honum verður flutt til Klaksvíkar valdast, hvussu tingini fara at ganga upp.
Í B36 eru teir ógvuliga áhugaðir at fáa fatur á toppskjúttanum hjá KÍ Paul Clapson. Men í Klaksvík hava teir verið avgjørdir um, at toppskjúttin er ikki til sølu.