Atli Danielsen hevur í kvøld fingið stórt herðaklapp fyri sítt avrik í danska 1. deildarfelagnum Frem.
Í sambandi við jólaborðhaldið í felagnum varð føroyski landsliðsspælarin kosin besti spælari í Frem í 2008.
Tað vóru venjararnir, sum vístu Atla Danielsen henda heiður. Høvuðsvenjari er Anders Theil, hjálparvenjari er Morten Svan, Rene Heitmann er málmansvenjari og Peter Rasmussen er álopsvenjari.
Hetta var onnur ferðin, at ein føroyskur landsliðsspælari er kosin ársins spælari í Frem. Jón Rói Jacobsen vann henda heiður í 2005.