(Seinasta samrøðan við Atla Gregersen sum landsliðsliðskipara á heimavølli)
- Sikken ein kensla, sikken eitt týskvøld í Havn, tað kann ikki blíva betur, fantastiskt. Soleiðis orðaði litríki føroyski liðskiparin, Atli Gregersen seg aftaná 1-0 sigurin á Malta, ið kemur á eitt turt stað hjá øllum Fótbólts-Føroyum, og ikki minst Atla Gregersen.
- Eg sigi tað altíð, men áskoðararnir finnast ikki nakra aðrastaðni í verðini, sigur ein takksamur Atli Gregersen.
- Ein takkling, eitt spark út til innkast, og áskoðararnir brølaðu bara, tað var heilt fantastiskt, greiðir Atli Gregersen frá um sigurin, ið hevur so stóran týdning fyri hann.
Men nú kundi Atli hugsað sær at enda við fleiri stigum, og hann hevur góðar vónir til útidystirnar móti Noregi og Svøríki í november.