Átta altjóða veddingarfyritøkur hava H71 sum favoritt

Fyrrapartin komu veddingarfyritøkurnar úr holunum

Undan fyrra dystinum millum SPONO Eagles og H71 vildi eingin altjóða veddingarfyritøka geva odds uppá dystin. Tìðliga í morgun vildi bara ein veddingarfyritøka geva odds uppá seinna dystin. Støðan er tó broytt fyrrapartin. Nú tora átta altjóða veddingarfyritøkur at geva odds uppá seinna dystin millum H71 og SPONO Eagles úr Sveis í Europa Cup kappingini. H71 vann fyrra dystin 36-26 (20-11).

 

Oddsini eru uppá útfallið í dystinum í kvøld klokkan 18. Oddsini eru ikki uppá samlaða sigurin aftaná tveir dystir.

 

Sambært oddsunum er H71 favorittur til at vinna dystin í kvøld.

 

FM1 sigur beinleiðis frá dystinum. Frásøgnin hoyrist eisini á stroymingini hjá H71.

 

Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo 

 

 

 

Veddingarfyritøkur: H71-SPONO Eagles (Seinni dysturin av tveimum)  HeimasigurJavnleikurÚtisigur
1xBet   1.51 9.40 3.24
bet-at-home   1.599.00 2.55
Betfair   1.6212.00 2.50
Betsafe   1.58 10.00 3.00
Betsson   1.58 10.00 3.00
BetVictor   1.6213.00 2.45
Interwetten   1.6313.00 2.50
William Hill   1.6213.00 2.50
Gjøgnumsnitsodds1.5911.182.72