Átta prosent av arbeiðsmegini eru útlendingar

Umleið 2.400 starvsfólk í arbeiðsmegini eru útlendingar, sum svarar 8% av arbeiðsmegini. Størsti parturin arbeiðir í framleiðsluvinnuni, og flestu koma úr Evropa og Asia

Búskaparráðið:

 

Meginparturin av útlendingunum, ið eru komnir til Føroya seinastu árini, eru fólk í arbeiðsførum aldri og tey eru áleið 8% av arbeiðsmegini í dag, ið svarar til stívliga 2.400 starvsfólk. Størsti parturin av útlendsku starvsfólkunum starvast innan framleiðsluvinnuna, sí mynd 1. Framleiðsluvinnan er millum annað matvøruídnaður (flakavirkir).

 

Mynd 1

 

##med2##

 

Síðani snarskipanin (fast track skipanin) varð sett í verk í novembur 2021, er útlendska arbeiðsmegin vaksin 60% (við 871 persónum). Talið av útlendskari arbeiðsmegi veksur støðugt. Í desembur 2025 var 41% av útlendsku arbeiðsmegini úr Evropa, 43% úr Asia, 11% úr Afrika og 5% úr Amerika.

 

Á mynd 2 niðanfyri vísa ljósa- og myrkareyðu stabbarnir, hvussu nógvir útlendingar vóru í landinum sum høvdu bústaðartilknýti. Myrkareyðu stabbarnir vísa, at tað vóru fleiri útlendingar sum høvdu bústaðartilknýti í 2025 enn í 2018 (ljósareyðu stabbarnir) úr Asia, Afrika og Evropa annars (evropeisk lond uttan norðurlondini). Hetta ger seg hinvegin ikki galdandi fyri norðurlond og kann merkja, at arbeiðsmegi úr norðurlondum ikki í størri mun í 2025 enn í 2018 vóru verandi í Føroyum (norðurlond eru ikki víst í myndini).

 

Mynd 2

 

##med3##

 

Les meira í várfrágreiðingini hjá búskaparráðnum her.