Áttu væl færri børn í fjør

Í fjør vórðu heili 12 tvíburðabørn fødd í Føroyum

Tað vórðu 626 børn fødd í Føroyum fjør. Øll uttan eitt vórðu fødd á Landssjúkrahúsinum og tað vóru 307 gentur og 318 dreingir. Heili 12 tvíburðapør vórðu í 2022.

 

Nú hava hugt eftir hagtølunum fyri børnini, sum komu í verðina í fjør, samanborið við árið fyri, vórðu tað væl færri børn fødd í Føroyum í fjør enn í 2021, tá tey vóru 678 í tali, ella 52 børn fleiri.

 

Tað er væl kent, at føroysku børnini hava góða vekt. Miðalvektin á børnunum hjá teimum, ið áttu fyrstu ferð, var 3.640 gram. Hjá teimum, sum høvdu átt áður var miðalvekin á børnunum, 3.774 gram.

 

Í fjør vigaði umleið triðjahvørt barn meira enn fýra kilo tá ið tað varð føtt og seks prosent av børnunum vigaði 4,5 kilo, ella enntá meira enn tað.

 

Tilsamans vóru tað 175 mammur, sum fingu sítt fyrsta barn í fjør. Miðalaldurin á teimum var 27,15 ár. Hinvegin vóru tað 209 mammur, sum fingu sítt annað barn, 175 mammur fingu sítt triðja og hjá 48 mammum var talan um fjórða barnið.