Vilt tú verða vertur í ungdómssendingini MúS, sum Klippfisk framleiðir til Kringvarpið í vetur? MúS verður framleidd av fleiri ungum nýhugsandi og kreativum fólkum, sum vilja gera eina stuttliga og áhugaverda sjónvarpssending, ið ikki áður er sædd í Føroyum. Internetið er nokkso gjøgnumgangandi í sendingini, men hon er tó bestemt ikki nøkur teknik-nørda sending - og tað er ikki neyðugt at vita so nógv um internetið fyri at vera við.
Til ber at tekna seg til audition í seinasta lagið í morgin, mikudagin 15. oktober á teldupostadressuna hjá Klippfisk [email protected]. Klippfisk leita eftir einum ungum kvinnligum verti millum 16 og 25 ár. Tað týdningarmiklasta er, at tú ert útatvend, smílandi, hevur eitt gott kroppsmál og eina góða rødd.