UMMÆLI
Eirikur Skála
Í góðverðinum síðsta sunnudag 11. juni var forvitnislig konsert í Norðurlandahúsinum við danska klaverspælaranum og tónaskaldinum Bent Fabricius Bjerre.
Undirritaði kennir sum fólk flest eyðkennisløgini frá Matador, Olsen Bandanum og Alley Cat, so tað var í so máta ikki nakað nýtt í tí, men spennandi bar at hoyra hvat annað hann hevur gjørt og um tað mundi vera líka gott sum áðurnevndu løg!
Eg má viðganga at eg fór ikki skuffaður avstað. Eg helt at hann fór at verða einsamallur á pallinum men hann hevði bæði kassaguitar, kontrabass, slagverk og sangara við.
Konsertin bleiv tí aukustisk sum eftir míni meining lyfti konsertina á eitt uppaftur hægri og krevjandi støði.
Eftir konsertina var eg ómetaliga vælnøgdur, ikki minst av tí at hava hoyrt tað kanska stórsta og kendasta tónaskaldið í danska kongaríkinum sum hevur smíða fleiri løg sum absolut øll kenna.
Samanumtikið ein sera góð og spennandi konsert.