- Eg fari fyrst og fremst á bíbliuskúla fyri at granska í orði Guds og harvið at læra bæði hann og sonin, Jesus, betur at kenna, sigur Sólrun.
- Eisini fari eg fyri at granska nærri, hvat Jesus, sum er eitt við orð sítt, sigur um kvinnuna, og hvat hon skal taka sær av í andaligum høpi. Tað vísir seg, at tað eru nógvar ymiskar hugsanir millum trúgvandi hesum viðvíkjandi. Og so er at gera, sum Jóhannus doyparin gjørdi, at fara til Jesus sjálvan at spyrja hann, sigur hon.
Sólrun Poulsen er ættað av Toftum, dóttir Sofíu og Hans Paula Højgaard. Í 1965 giftist hon Per Poulsen undir Gøtueiði, sum hon kom at kenna, meðan tey gingu til prest á Nesi.
Tey eiga synirnar, Suna, Jóhan og Andreas Paula. Elsta sonin, sum yngsti sonurin er kallaður eftir, mistu tey í eini vanlukku á Toftum.
Tá barnaskúlin á Toftum var av, fór hon á preliminerskúla á Glyvrum.
Síðani fór hon til Havnar í húspláss. Tá systir hennara, Maja, varð fødd, fór hon heim aftur at passa mamma sína upp, sum tað varð rópt.
Seinni fór hon suður aftur til Havnar í enn eitt húspláss. Eitt stutt skifti arbeiddi hon í H. N. Jacobsens Bókahandli, til hon í 1965 fór í skrivstovustarv á Dimmalætting.
Sólrun dámdi ógvuliga væl arbeiði sítt á Dimmalætting, men í 1977 segði hon starvið frá sær, tá hon og maðurin gjørdu av at byrja egið bakarí.
Barnaminnir
Sólrun vaks upp í einum kristnum umhvørvi, har møti- og kirkjugongd vóru ein heilt nátúrligur partur av lívinum.
Hon minnist aftur á barnaárini, sum vóru trygg og góð og sigur frá, tá tey plagdu at skera torv í Rituvík.
- Eg minnist serliga, tá vit sum børn runnu til Rituvíkar í torv. Vit vóru burtur allan dagin, so neyðugt var hjá okkum at hava mat við. Viðhvørt matgjørdu vit eisini.
- Vit kundu t.d. hava turran fisk við okkum, og tá kókaðu vit eplir á primus.
- Tey á Gadd í Rituvík vóru nærmasta familja hjá ommu mínari; har varð eg ofta send at fylla hitafløskurnar.
- Á Gaddinum høvdu tey handil, og har var so spennandi at koma, tí tey vóru so serstakliga blíð og gávumild. Har fekk eg altíð okkurt forkunnugt góðgæti, sum ikki fekst á Toftum.
- Tað vóru hugnaligir og eydnusamir dagar úti í Guds fríðu náttúru, við anganum av lyngi, sum vit brendu fyri hugnan skyld, minnist Sólrun við einum smíli.
Ungdómsárini
Tá Sólrun fór at ganga til prest, kom hon at kenna hann, sum hon seinni giftist við. Per er uppvaksin undir Gøtueiði, og børnini har máttu heilt út á Nes at verða fermd.
Tað bleiv ikki nakað álvarsligt millum tey bæði tá, sum enn ikki vóru rættiliga vaksin. Men ein neisti man hava verið tendraður, tí tá tey vóru um 16 ára aldur, funnu tey saman.
Tá vóru fáir bilar, og ferðslan var lítil. Men pápi Per átti bil, og hann sá í millum fingrar við, at sonurin koyrdi ein túr út á Toftir at vitja gentu sína, hóast hann einki koyrikort hevði.
Sólrun gjørdi Per greitt, at vildi hann hava seg til konu, mátti hann fáa sær eina útbúgving. Gentuna vildi hann hava, og Per fór í bakaralæru hjá Frants Restorff.
Meðan Per stóð í læru, keyptu tey grundøki til sethús í Tjarnarlág.
- Tað var ein stuttlig tíð. Vit spinkaðu og spardu og vendu hvørjum oyra. Mangan stóð Per á seiðabergi, so vit sluppu undan at keypa dýran handilsmat. Eisini fingu vit mat við okkum suður aftur, hvørja ferð vit høvdu verið heima, sigur hon.
Per legði stórt arbeiði í at fáa grundøkið byggibúgvið. Hann boraði og sprongdi, og tá klárt var at stoypa, komu arbeiðsfelagar hansara hjá Frants Restorff at hjálpa honum.
- Vit høvdu tá verið gift í eina tíð, og nú longdist okkum eftir at fáa okkara egna og nakað rúmligari at búgva í, sigur Sólrun.
Undir egna fyritøku
Tá Per hevði bakað hjá Frants Restorff nøkur ár, gjørdi hann av at fara at baka sjálvur. Húsini í Tjarnarlág vórðu bygd til tað sama.
Og tá fangaði borðið hjá Sólrun. Hon hevði kravt av Per, at hann skuldi fáa sær eina útbúgving, og nú vildi hann hava hana at hjálpa sær, skuldi bakaraheitið veruliga koma til nyttu.
Hon fór úr starvi sínum á Dimmalætting, og tey byrjaðu at fyrireika seg til egnu fyritøku sína.
- Vit gingu og runnu langar túrar hvønn einasta dag fyri at gera okkum út til nýggju avbjóðingina, sigur hon
Hon sigur, at tá farið verður undir nakað so krevjandi, sum tað er at byrja sjálvstøðugt, tá er veruliga neyðugt at vera í besta standi, bæði sálarliga og likamliga.
Fyrstu nógvu árini hjálpti Sólrun til við øllum í bakarínum. Í Tjarnarlág høvdu tey ikki útsølu, men seldu til handlar runt landið.
Øll árini hevur Sólrun koyrt bakaravørur út í handlarnar. Hon hevur lært nógv handilsfólk at kenna, og millum tey fingið fleiri góðar vinir
- Tað gekst okkum væl, og sølan vaks ár undan ári. Í 1991 bygdu
vit bakaríið á Berjabrekku. Tað vóru niðurgangstíðir, men vit trúðu upp á, at fólk ótu minst líka nógv breyð í ringum tíðum, sum í teimum góðu, sigur hon.
Í stóra nútímans bakarínum við stórari sølubúð við bakstri og húsarhaldvørum, vóru sjálvsagt heilt aðrar umstøður, enn Sólrun og Per vóru von við.
So við og við komu fleiri og fleiri í arbeiði í Mylnuni, og arbeiðsbyrðan hjá teimum báðum minkaði nakað.
- Vit eru teimum, sum hava gjørt tað møguligt hjá okkum at bygt upp eina so stóra fyritøku, ógvuliga takksom. Uttan arbeiðs-fólkið og teirra góða arbeiðsvilja, hevði einki borið til hjá okkum, sigur Sólrun.
- Nú fari eg at gera ein dreym til veruleika, sum eg havi havt frá ungum árum. Í friði og náðum, saman við trúgvandi, fari eg at nýta tíðina á ein øðrvísi hátt. Eg fari burturfrá eina tíð fyri at vita, hvat Jesus hevur at siga mær, sigur Sólrun at enda.