Tað er Fjarðastevna í Vestmanna í vikuskiftinum. FM kappróðurin verður seinnapartin, og líkindini at rógva eru góð. Meðan miðstaðarøkið er fjalt í mjørka, og tað sambært vevmyndunum her á síðuni er tjúkt so manga staðni kring landið, so er tað skýggjað loft og gott sýni í Vestmanna. Norðarlaga í landinum skein sólin longu tíðliga í morgun av heiðum himni.
Veður og vindur hava nógv at siga fyri róðrarumstøðurnar. Í Vestmanna er tað púra stilt í morgun, og sambært forsøgnini verða líkindini eisini góð seinnapartin.
DMI sigur frá lítlum loti av eystri ella skiftandi fyrrapartin við skýggjaðum lofti, og at tað verður turt. Seinnapartin verður roknað við, at vindurin fer at vaksa eitt sindur, men tað verður eingin trupulleiki í Vestmanna og fyri kappróðurin, tí har er eystan og landnyrðingur besta ætt.
Roknað verður við, at tað verður klárari seinnapartin, og at hitin verður millum 10 og 15 stig.
Frá fólki, sum hevur innlit í lokalu viðurskiftini, verður sagt, at tað kann væl hugsast, at kappróðurin í Vestmanna seinnapartin fer at vera í so góðum líkindum, sum tað ber til at ímynda sær.