Ikki er tað so vanligt við mannligum frisørum í Føroyum. Enn meiri óvanligt
man tað verða, at ein ungur maður, sum leingi hevur búleikast umborð á
langfaratrolara, velur at fara í land og í frisørlæru.
Óansæð, so hevur 25 ára gamli klaksvíkingurin Hans Olgar Hansen gjørt júst
hetta. Á ólavsøku í ár kom hann heim við Sundaberg, og tá valdi hann at fara
av. Hugurin var til at sleppa í frisørlæru, og um hálvan oktober byrjaði hann
so at læra í Salong Fríðkan í SMS.
Treivst væl á sjónum
Ta? byrjaði við, at Hans Olgar, nakað eftir at hann var liðugur í
fólkaskúlanum, fekk ein kjans við Sundaberg. Hann tók av, og var hann
verandi umborð næstu sjey árini.
Hans Olgar treivst væl á sjónum, hóast túrarnir hjá Sundaberg mangan eru
tríggjar til fyra mánaðar langir. So væl treivst hann, at eitt tí?arskeiðið var
hann umborð ikki færri enn níggju túrar út í eitt, og vardi hetta eini tvey og
eitt hálvt ár.
Hóast honum dámdi væl á sjónum, og hyran var góð, so var hugurin tó
allatíðina til at fáast við hár. Umborð á Sundaberg var fast, at Hans Olgar
klipti manningini.
Manningin flenti
Tá ið Hans Olgar hevði gjørt av at fara í land og læra til frisør í staðin, segði hann manningini frá hesum. Hans Olgar greiður frá, at teir flestu av
manningini bara flentu og hildu, at hann helt teimum fyri gjøldur, men so
var ikki. Hann gjørdi álvara av sínum ætlanum, og gongur alt sum tað skal, so verður Hans Olgar útlærdur í oktober mánaða í 2002.
Eitt sindur ymiskt var, hvat familjan helt um ætlanirnar hjá Hans Olgari. Systarnar hildu tað verða eitt frálíkt hugskot at fara í frisørlæru, meðan pápin, sum sjálvur er sjómaður, ikki tók Hans Olgar fyri fult, og óivað hevði dámt best, um sonurin var verandi á sjónum.
Eisini millum fólk á gøtuni var ymiskt, hvat tey hildu um ein sjómann, sum fór í land at læra til frisør. Hans Olgar greiðir frá, at tað eru fleiri, sum hava spurt hann, um hann er av hinum slagnum, tí at tey í sínum lítla sjónarringi hava tað mynd, at ein mannligur frisørur má verða av hinum slagnum. Brosandi leggur ungi klaksvíkingurin aftrat, at hann er altso til tað mótsatta kynið, og hevur hann fasta gentu.
Stórur munur á
Ikki óvæntað sigur Hans Olgar eisini, at tað er sera stórur munur á sjólívinum og so gerandisdegnum sum frisørlærlingur.
Á sjónum var tað hvønn dag umgyrdur av teimum somu monnunum, og allir dagarnir líktust. Tú var seks tímar á vakt, so hevði tú seks tímar frí, og so aftur seks tímar á vakt, og so framvegis.
Í sínum starvi sum frisørlærlingur í Fríðkuni í SMS, kemur Hans Olgar hvønn dag í samband við hópin av fólki. Hvønn dag sær hann nyggj andlit, og tá ið hann hevur frí, sleppur hann undan at hugsa um at fara í song beinan vegin, tí at hann skal á vakt. Nei, ístaðin kann hann fara og spáka sær ein túr í bynum, fara í biograf, ella hvat hann nú hevur hug til.
Sjálvsagt er tað ein øgiligur munur á lønini eisini, men Hans Olgar hevur spart so mikið upp, meðan hann hevur siglt, at hann nokk skal klára seg næstu árini, hóast lærlingalønin hjá einum frisøri ikki er av teimum størstu.
Tó leggur Hans Olgar aftrat, at hann frá fleiri av hinum, sum hann hevur siglt saman við, hevur fingið at vita, at man veit ikki av, at man oyðslar, fyrr enn ov seint er, so tað ræður um at verða ansin.
Í løtuni leitar Hans Olgar, sum so nógv onnur, eftir eini í íbúð í høvuðsstaðnum, men tær eru jú rættuliga truplar at fáa fatur á.
Mannfólk veit, hvussu konufólk skal síggja út
Hans Olgar sigur við Yngd, at innan mótaheimin eru teir flestu toppfrisørarnir mannfólk. Somuleiðis er við teimum, sum taka sær av at smyrja kvinnuligu modellunum.
Hví so nógv mannfólk ganga á odda innan mótaheimin, er rættuliga eyðsæð sambært Hans Olgari. Hann sigur stutt og greitt, at "mannfólk veit, hvussu eitt konufólk skal síggja út".
Sum áðurnevnt, so lærir Hans Olgar í Fríðkuni í SMS, og har er hann í teirri forkunnugu støðu, at hann hevur ein mannligan lærumeistara, nevnliga Petur Jacobsen, sum somuleiðis er úr Klaksvík.
At tað júst var í Fríðkuni og hjá Petur, at Hans Olgar fór í læru, var ikki av tilvild. Hann hugsaði als ikki um at fara í læru í Klaksvík, og haraftrat verður Petur mettur sum ein av fremstu føroysku frisørunum. So tað er einki dulsmál, at Hans Olgar er fegin um at hava fingið lærupláss í Fríðkuni.
Fyrstu jól í fýra ár
Jólini nærkast alsamt, og tað er nakað, ið Hans Olgar gleðir seg til. Øll vita vit, at sjómenn, sum sigla við langfaratrolarum, sjáldan eru heima um høgtíðirnar, og hjá Hans Olgar er einki undantak. Hann hevur ikki verið heima á jólum síðani 1994.
Sjálvsagt er hetta við at verða heima við hús um tær ymsu høgtíðirnar nakað, sum Hans Olgar gleðist mest um, nú hann er uppilagstur.
Um hann aftur fer at leita sær út á sjógvin, er ilt at siga, men fyribils hevur hann so klipt sambandi við Barentshavið og aðrar fiskileiðir.