Føroysku fimleikararnir hava vunnið samantalt 10 gullheiðursmerki á Oyggjaleikunum í Orknoyggjum.
Í dag var tað Mia Højgaard úr Havnar Fimleikafelagi, ið vann sonevndu all around-kappingina.
Mia hevði 43.700 stig, og tað hevði Amara Brogan úr Oynni Man somuleiðis. So tær báðar máttu deila gullheiðursmerkið millum sín.
Marin Danielsen endaði á einum fjórða plássi í kappingini.