Mynd: Stringer/Reuters/Ritzau Scanpix

Ávarar ímóti russiskum samanbroti á hermótinum

Stovnarin av privata russiska Wagner-bólkinum ávarar ímóti einum samanbroti av øllum russiska hermótinum, um ikki herdeildir hansara í Bakhmut fáa tað lóður, sum tær hava biðið um.

 

Mynd: Stringer/Reuters/Ritzau Scanpix

– Um Wagner tekur seg aftur úr Bakhmut nú, fer alt hermótið at fella saman, sigur Jevgenij Prigozjin í eini video á sosiala miðlinum Telegram.

Kringsetti eysturukrainski býurin hevur verið miðdepil fyri ógvusligum bardøgum í nógvar mánaðir og letur til at vera eitt týdningarmikið mál hjá Russlandi.

 

Mynd: Stringer/Reuters/Ritzau Scanpix