Ávaring: Farið ikki í bilin í kvøld

Tað eru so ring líkindi, at løgreglan mælir frá allari bilkoyring - eisini innanbíggja

Soleiðis sær út á Sundi í kvøld

Tað er so ringt veður í kvøld, at løgreglan mælir frá allari koyring í kvøld. Hetta er fyri alt landið, og harafturat er tað bæði galdandi fyri koyring ímillum bygdir og innanbíggja.

 

Umframt at tað bæði kavar illa, og rýkur illa, er støðan tann, at menninir hjá Landsverki eru givnir at grava kava. Tað vóru so ring líkindi at grava, at tað var ein spurningur um trygdina hjá maskinførarunum.

 

Men Landsverk fer aftur at grava klokkan fimm í morgin tíðliga

 

 

 

Soleiðis sær út á Sundi í kvøld