Avbjó_arin í essinum

Peter Leko gjørdi bart í fimta talvinum og javna_i samstundis út í HM-dystinum móti Vladimir Kramnik

Mong vóru tey, sum vænta_u at Kramnik ikki fór at tapa í HM-dystinum móti Peter Leko. Heimsmeistarin vann ta_ fyrsta talvi_ í dystinum og telva_i eisini sera trygt næstu tr_ talvini, i_ enda_u vi_ javnleiki. Tey flestu vóru kanska bangin fyri, at øll talvini hareftir fóru at enda vi_ javnleiki.
Men í fimta talvinum, har Peter Leko hev_i hvíta fólki_, var_ meistarin koppa_ur. Leko valdi at leika varligt byrjanarspæl, 1.d4 sta_in fyri 1.e4, sum hann vanliga telvar. Teir fylgdu einum talvi hjá Karpov og Anand heilt út til endatalvi_. Hetta talvi_ enda_i javnt. Kramnik leikti ikki eins neyvt sum Anand og kom at standa tr_stur.
Sunnudagin var_ sætta talvi_ leikt. Kramnik, sum nú hev_i hvíta fólki_, fekk einki burturúr og tók gle_iliga ímóti remistilbo_num hjá Leko eftir 20 leikum. Stø_an er tí 3-3. Leko tykist væl fyri og spennandi ver_ur at vita hvussu leikur fer fram t_sdagin, tá sjeynda talvi ver_ur telva_. 14 talv skulu telvast.

OL fyrireikingar
Talvolympiadan nærkast. Seks mans gle_a seg at sleppa at royna talvevnini á Mallorka í døgunum 14-31. oktobur. Talvsambandi_ hevur sett ein landsli_svenjara, 23 ára gamla IM Sergey Kayumov (2404) úr Usbekistan.
Ta_ eru Martin Poulsen og Hans Kristian Simonsen, i_ á einum av teirra mongu talvfer_um hava hitt Sergey. Hesin ynskti at hjálpa vinmonnunum og føroyska landsli_num á Mallorka og avtala var_ sí_ani gjørd millum hann og Talvsambandi_. Sviin IM Emil Hermansson, sum herfyri luttók í 3rd Klaksvík International, bjó_a_i seg eisini fram sum venjari. Eftir gó_u vi_mælini Martin og Hans Kristian góvu Sergey, fall vali_ á usbekistanaran.
Í hesum døgum er landsli_svenjarin heima í Føroyum og leggur lag á. Venjingarnar ganga gott.
Manningin á føroyska OL-li_num er hendan: 1. Martin Poulsen 2. Hans Kristians Simonsen 3. Olaf Berg 4. John Rødgaard 5. Ey_un Nolsøe 6. Carl Eli Nolsøe Samuelsen. Fer_alei_ari og li_lei_ari ver_ur danin, altjó_a talvdómarin og føroyavinurin Mogens Nielsen.