Hans Pauli Strøm
-----
Síðstu 8 árini hava vit mist útvið 2.000 fólk í bestu ungdómsárum. Kanska eru tey blivin eini 2.300, tá hetta árið er farið. Tað eru ungar kvinnur og menn, sum á hvørjum ári í stórum tali fara av landinum, serliga í lestrarørindum. Stórur partur flytir ikki heimaftur.
Burðaravlopið – tað sum skal skapa fólkavøksturin – er samstundis minkað niður í tað lægsta í 125 ár, og munar nú bara upp móti góðari helvt av fráflytingini. Tí er fólkatalið nú farið at minka á fjórða ári . Tað fer áhaldandi at minka, um landsins myndugleikar ikki taka sær um reiggj.
Samfelagið skeiklast á grundini
Sjónskt er hvussu fráflytingin og lækkandi burðartalið seinastu 8 árini hevur skeiklað framtíðargrundarlagið undir samfelagnum. Sum fyrra myndin vísir, hava vit havt eina stóra fólkaminking av øllum ungum ættarliðum undir 40 ár, og hinvegin ein fólkavøkstur av teim eldru, serliga yvir 60 ár. Tað er minkað stívliga 2.100 av teim ungu og vaksið tilsvarandi av teim eldru. Hetta er ongin prognosa. Hetta ER longu hent - bara tey síðstu 8 árini. Og tykist at halda fram.
Næsta myndin er ikki ein framskriving, men vísir hvat kann henda, um núverandi gongdin heldur fram. Her er fortreytin, at fráflytingin er 20% minni enn síðstu 8 árini, og burðartalið ikki heilt so lágt, sum tendensurin annars er. Undir hesum fyritreytum hevði fólkatalið minkað við meir enn 5.000 fólkum fram til 2048. Og avbronglaða fólkasamansetingin millum aldursbólkarnar hevði verið sum á myndini.
Nakrir tankar um atvoldir
Tað er ongin gransking, sum lýsir orsøkirnar til hesi hættisligu demografisku útlitini, ella tíansheldur geva nakað boð upp á, hvat kann gerast fyri at venda gongdini. Eg loyvi mær kortini at seta nakrar tankar fram um møguligar atvoldir, og hvat kann gerast, serliga við atliti til vantandi afturflytingina av tí unga fólkinum.
• Bara tann veruleikin, at Føroyar eru eitt mikrostøddar útjaðarasamfelag í einum globaliseraðum heimi, gevur okkum stór handikapp í kappingini um ungu ættarliðini – ikki minst tá tey samstundis hava fría og ómakaleysa atgongd til norðurlendsku grannarnar, ið eru lond á hægsta menningarliga stigi.
• Sum pinkuland hava vit eisini so lítlan arbeiðsmarknað við avmarkaðum útboði av fjølbroyttum starvsmøguleikum.
• Av somu orsøk eru eisini møguleikarnir fyri fjølbroyttum hægri útbúgvingum her á landi sera avmarkaðir.
• Okkara siðbundna vinnulív hevur ov fáar og smáar vitanartungar vinnur við attraktivum starvsmøguleikum.
• Øll eru vitandi um, at vantandi bústaðarpolitiskt fjølbroytni er ein av stóru forðingunum fyri afturflyting.
• Somuleiðis at húsarhalds kostnaðarstøðið er ovurhøgt, eini 15% hægri enn í grannalandinum, har lønirnar eru eini 20% hægri.
• Í okkara pinkusamfelag er sera avmarkaður urbanitetur ella møguleikar fyri tí mentunar- og frítíðarlívi, ið eyðkennir stórbýarlívið og er blivin ein partur av lívsstílinum hjá útisetunum.
• At enda skerst ikki burtur, at í Føroyum ræður ein konservativur og traditionalistiskur lívsformur, domineraður av patriarkalskum og átrúnaðarligum virðum, og sum kann vera í beinleiðis mótstríð til modernaðan lívshátt hjá ungu ættarliðunum.
Nakrir tankar um hvat kann gerast:
Um útbúgving, vinnu og arbeiðsmarknað
• Týdningarmesta átakið er ein stórtøkin uppraðfesting av hægri útbúgvingum við tilknýttari fróðskapar- og vinnugransking, sum einasti háttur at fáa nýggjar vitanarvinnur at spíra, mennast og breiðka inntøkuskapandi grundarlagið.
• Fyritreytin fyri at fáa fult gagn av slíkari raðfesting, er at byggja nýtt universitet til tess at savna víðspjaddar bygningar, barakkir og hissini leigumál í ein kraftmiklan miðdepil fyri lærdóm, hægstu fakligu vitan, innovatión og gransking í Føroyum
• Av størsta týdningi eru eisini íløgur í verandi arbeiðsmegina á virkjum og stovnum:
- Í staðin fyri tilvildarlig skeið, sum nøkur fá arbeiðspláss kunnu bjóða, má setast á stovn ein sentral skipan fyri eftirútbúgvingar og lívlanga læring. Tað er als ikki kappingarført at bjóða fólki heim til eitt starv, har møguleikar ikki eru fyri framhaldandi viðlíkahaldi og menning av tí fakligu førleikanum.
- Arbeiðsmarknaðardepil sum trýpartasamstarv millum vinnufeløg, fakfeløg og landið, m.a. til at fyriskipa og fíggja ein menningargrunn fyri førleikagevandi arbeiðs¬marknaðar¬¬útbúgvingum, so arbeiðsfólk kunnu flyta seg úr ótryggum, ófaklærdum og farandi vinnum til framkomandi førleikakrevjandi vinnur.
- Sonevnd “ísbrótaraskipan” at stuðla og eggja til starvsetan av fólki við hægri útbúgvingum í vinnuligum fyritøkum í eina royndartíð. Hetta er roynd skipan uttanlands, sum hevur prógvað, at tað ber til at “bróta ísin” millum leiðslur í smáum fyritøkum og fólk við akademiskum ella øðrum høgum útbúgvingum – og at tað hevur lyft og ment fyritøkurnar og økt um inntøkuskapandi virksemið
Um familju- og húsarhaldsumstøður
• Eitt ítøkiligt og sterkt familju-, javnstøðu- og arbeiðsmarknaðarpolitiskt átak, sum beinanvegin eigur at kunna gera mun í burðartalinum, og eisini til tess at fáa ungar útisetar til at venda heimaftur, er at víðka barnsburðar¬farloyvi úr hálvum til eitt heilt ár, so sum gjørt er í Íslandi, har ein partur burturav skal vera til hjástaddan pápa.
• Húsarhaldskostnaðirnir í Føroyum eru so ovurhonds – og óneyðugt – høgir, at tað slepst ikki undan hjá politiska myndugleikanum at reagera. Fólk rýma undan kostnaðarstøðinum, og onnur setast aftur, sum kundu hugsa sær at flutt heim. Tí eru tað undanførslur hjá politisku leiðsluni at siga, at hetta orðnar kappingin á sonevnda fría marknaðinum. Tað er jú prógvað, at tað ger marknaðurin ikki – tvørturímóti – har er ongin kapping men sínámillum semjur um at uppihalda eitt tað hægsta prísstøði í heiminum.
• Tiltøk at temja ovurhøgar húsarhaldskostnaðir kunnu vera:
- At land og kommunur seta ferð á fjølbroytta, alternativa bústaðarbygging.
- At landsmyndugleikin syrgir fyri øktari kapping á innlendska monopolistiska marknaðinum, við sterkari brúkaralóggávu, sterkari kappingar- og príseftirliti.
- At kapping á innflutningsmarknaðinum má fáast í lag og økjast, við betri flutningsleiðum, m.a. til bretska marknaðin.
Um mentan & list
• At eg nevni mentan & list móti endanum er ikki av tilvild, men tí eg haldi eina strategiska uppraðfesting av mentan & list vera ta mest grundleggjandi fyritreytina fyri at fólkið skal trívast og mennast í Føroyum:
• Hetta er tann mest avgerandi atdráttarmegin fyri afturflyting og tilflyting, eins og hetta er tann samleikaskapandi snúningsásin fyri okkum øll, ung sum gomul.
• Ríkt mentunar- & listaumhvørvi skapar neyðug fríðstøð fyri hugmenningarligum rásarúmi og gróðrarbotn fyri nýskapandi tankum og hugskotum - eisini vinnuligum.
• Ímyndin av uppraðfestari mentan & list er sum skjótast at hevja seg úr landsskommini miklu á Gamla Meiaríi og byggja nýtt tjóðleikhús, eins og verkseta teir mest einføldu skipanir fyri yrkislist, so sum vit kenna úr grannalondum við respekt fyri sær sjálvum.
Um integratión og strategisk netverk
• Í eini skuffu í Innlendismálaráðnum liggur eitt framúrskarandi álit um integratións¬politikk. Setið hetta í verk, at geva fremmandu tilflytarunum møguleikar at gerast virknir medborgarar á jøvnum føti við okkum onnur, og kanska samstundis eggja til økta tilflyting uttanífrá.
• At enda: Vit eiga túsundtals útisetar við fjølbroyttum og høgum førleikum og royndum, sum hóast búsett uttanlands øll høvdu viljað medvirkað í verkætlanum til gagns fyri menningina í heimlandi teirra, um møguleikar vóru til tess. Har liggur eitt veldugt vitanartilfeingi og bíðar. Tí eiga landsmyndugleikar, stovnar og fyritøkur at taka stig til at skipa eitt felags strategiskt netverk við allar hesar útisetar, at bjóða teimum inn í aktiva samvirkan um verkætlanir á alskyns økjum.
Hans Pauli Strøm